mikudagur 9. desember 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 • 09. jan. 2009
MIÐvIkaN
31
pláss umborð at sova. Edna
spurdi, um einki pláss var í landi.
Nei, tað hevði Jona ikki kannað.
Um tað ikki hevði verið uppá
pláss at stuðla gistingarhúsum á
landi, so tey ikki fóru fyri bakka.
Tá fór Jona at flenna. Tað hevði
hon als ikki hugsað um. Nei, hon
skuldu ikki hava pláss, hon skuldi
sova á hotellinum!
Jona var so ótrúliga fitt. Eg
havi tríggjar ferðir ligið á hvíldar
heiminum saman við henni. Vit
sótu ofta út á náttina og prátaðu.
Hon visti so nógv at greiða frá.
Hon var í hvussu er javnaðar
fólk í orðsins rætta týdningi.
Húsini
Vit hava bygt hetta húsið, sum
eg búgvi í. Tá vóru aðrar tíðir.
Vit byrjaðu í 1944 at grava út og
stoypa. Tað var heilt liðugt í 1947,
tá vit giftust og kostaði 23.500
krónur. Tá var tað bæði málað og
tapetserað.
Poul doyði í 1996, 73 ára gamal.
Í minningarorðum um hann var
millum annað skrivað, at Poul
var sera væl dámdur av øllum.
Skemtingarsamur var hann altíð.
Væl dugdi hann at greiða frá tí,
hann hevði upplivað. Tí var tað
altíð hugnaligt at koma á tal við
hann. Hansara vinsæla og blíða
lyndi var mennandi. Við honum
var ein býarmynd farin.
Tað kann skoytast uppí, at Poul
var kendur sum ein góður málmað
ur hjá TB. Serliga kendur frá
ferðini til Hetlands í 1956, har m.a.
Thorolf Dam var við og skrivaði
TBsangin, til minnis um túrin.
Sigurd mammubeiggi
Eg skal greiða eitt sindur frá
systkjunum hjá mammu míni.
Marius Sigurd Petersen var
føddur í 1894. Hann var heldur ikki
sørur fyri at duga at skriva. Í 1919
og 1920 var hann í Íslandi og róði
út. Tá skrivaði hann eina áhuga
verda dagbók um lívið umborð.
Sigurd hevði útlongsul, sum
nógvir aðrir føroyingar, og hann
fór til Canada at fiska við trolara.
Hetta var eisini ætlað at vera fyri
eitt avmarkað tíðarskeið.
Hann hevði tá eina ferð hitt
Dortheu úr Skopun, og tey høvdu
eisini dansað saman, meira var
ikki hent.
Nú hendir tað, at kona skiparan
hjá Hans Marius, beiggja Dortheu,
sum eisini var í Canada, var stødd
í Bretlandi. Hon var við barn og
skuldi koma yvir til hansara. Men
skiparin helt tað ikki vera ráðiligt,
at konan ferðaðist einsamøll. Hans
Marius ráð fekk skipað soleiðis
fyri, at Dorthea skuldu vera í fylgi
við hesa kvinnu frá Bretlandi til
Amerika. Men áðrenn hon fer
heim aftur heldur Dorthea, at
hon skal fara at vitja beiggja sín
Hans Marius uppí Nova Scotia.
Her hittur hon aftur Sigurd. Tað
rennur saman teirra millum, og tey
giftast.
Pauli hevur eisini saman við
sínum verið í Canada og vitjað
familjuna hjá Sigurd. Tað var ein
fantastiskur túrur. Tey vóru 4 dagar
í Ottowa 4 dagar Montreal og 4
dagar í Halifax. Canadiska ættin
hevur eisini vitjað í Føroyum á
ættarstevnum í 2007 og 2008.
Gunnar Petersen
hevði jólatræ fyri
grannalagnum
Ein mammubeiggi, sum eg kom
at hava serliga góð viðurskifti
við, var Gunnar. Hann var bert
12 ár eldri enn eg. Í 1939 giftist
hann við Minu, sum bert var 6
ár eldri enn eg. Tey giftust inn í
Puntabyrg. Hetta var eitt rættuligt
ætttarliðsskifti. Frá at hava havt
ommu og abba um meg gjørdist
tað nú hetta unga parið. Mina var
fantastisk. Hon bleiv faktisk sum
ein mamma fyri meg eisini. Eg
hevði eitt gott heim hjá teimum,
til eg giftist.
Tað eru eisini onnur, sum kunnu
vátta, at Mina og Gunnar vóru
nakað serligt.
Eilif Lindberg úr Trongisvági
greiðir frá, at tá ið hann var barn,
var ikki so vanligt við jólatrøum.
Men Gunnar og Mina skipaðu fyri
jólatræi fyri øllum grannalagnum.
Her varð ikki bert dansað
um jólatræið. Øll fingu eisini
jólagávu. Tey forvandu børnini í
dag kunnu als ikki ímynda sær,
hvussu stórt hetta var fyri eitt
barn tá.
Gunnar var føddur 5.3.1910 og
andaðist 3.9. 1972. Hann livdi
og virkaði í heimbygdini Tvøroyri
alt lívið. Aftaná skúlagongdina
sigldi hann eina tíð og tókst við
ymiskt arbeiði í landi. Tók prógv
við handilsskúlan á Tvøroyri við
framúr góðum úrsliti í 1936. Hevði
síðan ymisk álitisstørv innan
sjúkrakassa og annað. Gunnar
arbeiddi eisini á havnakontórinum.
Gunnar var skrivari í Froðbiar
sóknar javnaðarfelag frá 1929
til sín deyðadag, stjórnarlimur
í Fylking 194050, eitt skifti
formaður. Formaður í Froðbiar
Sóknar Sjúkrakassa frá 1959,
eisini var hann roknskaparførari.
Hann var formaður í Froðbiar
sjúkrarøktarfelagi frá 1959.
Gunnar var eisini sera ítróttarhug
aður og var formaður í TB í 15 ár.
Gunnar var ein av stovnarunum
skótaliðsins FLØTT og annars
lívgandi í teimum felagsskapum,
har hann kom.
Gunnar hevði frálíka skipanar
ligar gávur og dugdi sera væl at
fara við fólki. Hann var felags
maður burturav.
Gunnar gjørdist fyrstu ferð stjórn
arlimur í Føroya Arbeiðarafelag
í 1939. Hann var formaður frá
1941 til 1945 og so aftur í 1958 til
deyðadag sín. Tá hann doyði varð
sagt, tað var ikki minst Gunnar
Petersen fyri at takka, at FA stóð
so sterkt sum tað gjørdi tá.
Tá ið Gunnar doyði skrivaði D.J.
Sørensen minningarorð, har hann
m.a. segði:
Gunnar Petersen hevði mong
álitisstørv, men har hann gjørdi
seg mest kendan var innan
fakfelagsrørsluna. Har hevur hann
sett djúpari spor eftir seg enn
mangir aðrir. Arbeiðararørsluni
vígdi hann øll síni evni.
Men ikki bert arbeiðarafelagið
Fylking hevði brúk fyri ríku evnum
hansara, men eisini Føroya
Arbeiðarafelag. Umframt at
vera formaður røkti hann eisini
skrivarastarvið.
Limur í Froðbiar sóknar líkningar
ráð var hann eisini eitt valskeið.
Men fakfelagsarbeiðið var
vorðið lívsyrki hansara, og hann
fylgdi væl við øllum sum livdist
og rørdist innan fakfelagsrørsluna
í okkara grannalondum.
Gunnarsa størsta ynski var at
síggja arbeiðarafeløgini aftur renna
saman í óvikandi felagsskap.
Hann hevði í huga tiltøk,
sum skuldu skapa
arbeiðarum rættindi
javnbjóðis øðrum
➘
Nikolina, Óli og Dagmar vóru mammusystkin hjá Gerdu
Poul og Gerda á eldri árum
Gerda og Poul fingu børnini Edna og Pauli
Jón, Katrin, Ina, kona Paula, Rói og Pauli
Edna og Árni búgva í Skælingi