Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 32 nr. 236 • 09. jan. 2009 Hotellið í dag Anker Jørgensen, statsministari, var eisini á vitjan saman við soni. Her hugna teir sær saman við Poul Einarsson Hotel Tvøroyri í 1959 rættindum. Men tað hevur ongantíð verið lætt at standa í andgletti fyri arbeiðarunum, og hetta ásannaði eisini Gunnar. Politiska hugsan Gunnars var eingin ivi um. Hana kundi hann ongantíð krógva. Sosial­ demokratur fult og heilt. Tí fall tað honum so sjálvsagt at stríðast fyri tann minni múgvandi. Gunnar átti ríkar gávur, sum ikki einans komu til sjóndar í fakfelagsarbeiðinum. Tað fall honum til dømis væl at yrkja, og ikki eru tað fáar yrkingar, sum eru komnar frá honum til veitslur og aðrar samkomur Onnur systkin Dagmar arbeiddi í Magasin du Nord í 30 ár. Hon seymaði bæði til prinsessurnar og drotningina. Hon var ógift Petra giftist til Porkeris við Kristoffur Larsen Nicolina giftist Kalli Hansen av Tvøroyri Emil, eldri, doyði av vanlukku, sum fyrr er greitt frá. Emil, yngri, var snikkari. Kona hansara æt Anna. Susanna, giftist niðri og búði í Hørsholm Tomasia, tvíburasystir Susannu, giftist eisini niðri og búði í Hvidovre. Óli í Líðini var elst av systkjun­ um. Hann arbeiddi á bedingini á Tvøroyri. Kona hansara æt Anna Josefina gjørdist bert 5 ára gomul. Javnaðarfólk um ein háls Ættin hevur verið sera íðin javnaðarfólk. Pápi var við til at starta Fylking, og hann var eisini við til at stovna javnaðarfelagið. Tá var stílur yvir tí. Eg minnist, at vit vóru úti og marsjeraðu við einum flottum fana hjá Fylking. Vit gingu eftir ovara veg og nið­ ara veg til “skervknúsarin,” sum tað var kallað. Hetta var beint áðrenn kirkjugarðin. Har vóru talur hildnar. Tá var so pápi við. Pauli er so ikki javnaðarmaður av ongum. Hann hevði eina ommu, og Gud náði tann, sum segði eitt einasta ilt orð um javnaðarflokkin! Hon rammaði inn eitt bílæt av Petur Mohr Dam, sum hevði staðið í bløðunum eina ferð. Aftanfyri myndina stóð ein tekstur um Petur Mohr Dam. Eina ferð kom Erling sonur Jóannes Ejdesgaard oman til okkara at spyrja, hvat vit vistu um Petur Mohr Dam. Vit tóku so mynd­ ina fram og síggja tá alla søguna hjá Dam aftanfyri. So hann fekk ein fínan stíl burtur úr tí. Mamma Sverra Midjord var eisini so ivrig javnaðarkvinna. Ein dagin, tað hevði verið valg, kemur ein maður gangandi gjøgnum Valin. Hann gekk við uppbrotnum armum og skuldi vera so sterkur. Tá stendur Poulina, vermamma, á trappuni við húsini hjá Mads Thomsen, har politistøðin var eina tíð i Valinum. Tær leggja á hann: “Á tú tín forbrydari, tú hevur svíkt!” Tá hevði hann stemmað uppá tjóðveldisflokkin. Hann varð rystur ígjøgnum av hesum konufólkunum. So ídnar vóru tær. Dammurin góður lærari Petur Mohr Dam var óalmindiliga fittur. Hann var eisini skúlalærari hjá mær. Tá lærdi mann at skriva feilfrítt føroyskt. Eg minnist, at eg hevði skríva ein stíl í 5. klassa, áðrenn eg fór í real. Har var ivamál, um eg hevði skrivað eitt s ella r í einum orði. Tað trekti niður, annars hevði eg fingð eitt ug. Petur Mohr Dam skeldaði teir út, sum dømdu tað. Táið vit høvdu hann í landalæru skuldu vit blunda, og so skuldu vit ímynda okkum londini, sum vit skuldu tosa um. Men so kundi hann eisini sita og lesa Sosialin mitt í tímanum. Hann var fantast­ iskur. Kona hansara Ragnhild var eisini eitt øgiliga fitt fólk. Eg drillaði Signar nú ein dagin, at fyrsti sjúklingur, hann hevði havt, var eg. Ein mostir hansara var komin niðri frá at ferðast, og Ragnhild hevði bjóðaði okkum oman til nátturða. Men eg svími, meðan eg siti við borðið. Eg var kortini í góðum hondum. Tey løgdu meg inn á eina sofu á kontórinum hjá Dam, og so kom Signar og orðnaði restina. Tá las hann til lækna. Men tað var nú ikki nakað álvarsligt. Vit vóru altíð har niðri, tá ið tað var valg. Har var altíð fult av fólki. Dam bjóðaði ein kopp av te og kakur, men hann koyrdi kortini ongan út, um tey høvdu kenning. Poul var eisini sera íðin í politikkinunum. Tá val var koyrdi hann runt at savna atkvøður. Ein onnur politisk kanón á Tvøroyri var Kristian Djurhuus. Hann var eisini sera fittur. Dam og hann arbeiddu eisini væl saman. Hetta merkti eg eisini, tá ið vit skuldu útbyggja hotellið. Tá var ein hotelgrunnur, sum Kristian Djurhuus hevði við at gera. Eg fór so at snakka við hann. Hann bað meg so fara til Petur Mohr Dam eisini. Hetta spældi væl av. Eitt má eg siga, at øll tey ungu fólkini, sum eg havi havt í arbeiði ella arbeitt saman við, hava verið heilt ótrúliga fitt og arbeiðssom. Tað hendir enn tann dag í dag, at eg fái heilsanir frá teimum, og nøkur koma enntá at vitja. Tað frøðir mítt hjarta, at man sjálvt aftaná so nógv ár, ikki er gloymdur. Ættin Pauli eigur trý børn. Jón er 34 ár, Rói er 30 ár, og dóttirin Katrin er 23 ár. Edna eigur Gerdu og Heidi. Eg eigi 5 ommubørn og 2 langommubørn. Tað er Edna, sum stendur fyri tí væl umtókta smyrjibreyðnum á Skælingi. Hon er tí altíð upptikin í vikuskiftinum. Edna byrjaði á sjúkrahúsinum. Tað lá væl fyri og umsjónarmaðurin Bonnevie bað hana fara at læra til økonomu. Mær hevur eisini dámað væl at ferðast. Hesum byrjaði eg við, tá ið eg var 50 ár. Eg var við fótbóltsholdinum í Hetlandi í 1962. Eg havi eisini ferðast nógv við pensjonistunum. Tøkk til Gerdu Nú eru vit komin til endan av hesi greinarøð. Sum ofta er, kemur meira tilfar, so hvørt sum tað verður skrivað, og tí gjørdist henda røðin 6 partar ella ein hálva bók. Hetta kann sigast at vera ein rættulig ættarsøga, sum eisini er ein partur av bygdasøguni á Tvøroyri. Kanska er hetta mest ein Punta­ byrgissøga, men pápi Gerdu er væl lýstur eins og báðar ættirnar hjá Poul, manni Gerdu. Ein slík søguskriving er sjálv­ sagt tíðarkrevjandi. Men sam­ stundis er hon stuttlig. Ein verður sjálvur so nógv klókari uppá tað, sum skrivað er um. Og Gerda er eisini so positiv og skilagóð. Vit vita eisini, at tey eru mong, sum hava lisið hesa søgu við áhuga So her skal endast við at takka Gerdu fyri beinasemið at greiða okkum frá øllum hesum. Komandi partur Nú 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu er um at vera av, fara vit í tveimum Miðvikum at hava frásøgn frá tveimum systrum, sum meira enn tey flestu hava upplivað hesi 100 árini. Tær eru Anna Askham (1901­2005) og Martha Matras (1909­2009)