Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 237 - 10. desember 2009 Tað gingu ikki nógv­ir tímar frá tí at stórfingna ætl­ anin um ein v­eld­ ugan skúladepil í Marknagildi v­ar av­dúkað, til polit­ ikarar fóru at stríð­ ast um, hv­ussu stórur hann skal v­erða og hv­ørjum útbúgv­ingum hann skal hýsa Skúladepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Verður stófingna ætlanin um at byggja skúladepilin í Marknagili, sett í verk, er stórur vandi fyri, at allar útbúgvingarnar verða drig- nar til Havnar, so at tað fer at forkoma øllum hinum kring landið. Tað stúra nógvir løgtings- menn fyri. Í fyrradagin var stórfingin ætlan um ein nýggjan skúla- depil í Marknagili almanna- kunngjørd og longu í gjár fóru politikarar í Løgtingin- um at stríðast um, hvussu stórur hann skal vera og, hvørjum útbúgvingum, hann skal hýsa. Má ikki verða óneyðuga stórur Í løgtinginum í gjár vildi Jákup Mikkelsen hava at vita frá landsstýriskvinnuni í mentamálum um tey høvdu gjørt sær greitt hvørj- ar útbúgvingar skulu húsast í nýggja skúladeplinum í Marknagili, sum varð almannakunngjørdur týsdag- in sum størsta byggiverk- ætlan í føroya søgu. Hann vísti á, at ein avtala varð gjørd fyri fleiri árum síðani at gera eina semju um útbúgvingar fyri at sleppa undan at hava óneyð- uga nógvar skúlar av sama slagi. Tann semjan skuldi ger- ast, áðrenn skúlin í Markna- gili verður projekteraður. - Tað hevur stóran týdning at vit sleppa undan hava óneyðuga nógvar skúlar av sama slagi. Tí er tað neyðugt at finna eina semju um at skipa útbúgvingarnar best møguligt og tað skal gerast áðrenn skúladepilin í Marknagili verður projeker- aður fyri at sleppa undan at hann verður bygdur óneyð- uga stórur. Ikki klárt enn Men Helena Dam á Neysta- bø svaraði, at í løtuni verður arbeitt við at umskipa mið- námsútbúgvingarnar og tað arbeiðið er ikki klárt enn. Hon sigur, at tað er neyð- ugt ikki at hava óneyðugar nógvar skúlar av sama slagi, men semja er um at skipa er um at skipa mið- námsútbúgvingarnar í tveir ella tríggjar deplar, har ein verður í Marknagili, ein skal vera í Norðoyggjum og so er spurningurin um ein Suðurdepil eisini skal vera suðuri á landi, ella um hann verður ein partur av Mið- deplinum í Havn. Berjast fyri Klaksvík Tað vóru serliga tinglimir úr Norðoyggjum, sum vóru altráðir eftir at fáa meiri at vita um hetta og tað var týðiligt, at teir vildu berjast fyri, at nýggi skúladepilin í Marknagili, ikki fer at enda við, at tekniski skúli og sjó- vinnuskúlin í Klaksvík verða niðurlagdir og fluttir til Havnar. Men eisini Bjarni Djur- holm gav sítt íkast til kjakið og hann helt, at nú ein so stórur depil verður bygdur í Marknagili, eiga vit at taka stigið fult út. Tí eiga vit at niðurleggja tekniska skúla og sjómans- skúlan í Klaksvík og fara undir eina matvøruútbúgv- ing har norðuri í staðin, sum kann samantvinnast við kokkaskúlan og húsar- haldsskúlan, heldur Bjarni Djurholm. - Eitt og hvørt land, sum livur av at útflyta matvørur, eigur at hava eina matvøru- útbúgving og í Føroyum kundu vit havt ein altjóða matvøruskúla, legði hann afturat. Bjørn Kalsø spurdi, hvussu verður við skúla- deplunum runt um í land- inum, nú vit fáa hendan velduga skúladeplinum í Marknagili. Og hann vendi spurning- inum hjá Bjarna Djurholm við og spurdi um tað var neyðugt at byggja ein nýggj- an tekniska skúla afturat í Havn, tá ið vit longu hava ein í Klaksvík frammanund- an. - Hevði tað ikki ístaði borið til at laga skúladepilin í Marknagili til, so at atlit verða tikin til teir skúlar, sum eru í landinum framm- anundan. Heini O. Heinesen segði, at vit hava ein góðan tekn- iskan skúla í Klaksvík og tí visti hann ikki, hví tað skuldi vera neyðugt at byggja ein afturat. Hann vildi hava greitt at vita um ætlanin er at flyta tekniska skúla í Klaksvík til Havnar. Hann vísti eisini til prátið um at flyta allar sjóvinnu- útbúgvingar til Klaksvík, men í hesum sambandi hava politikarar í samgongu gjørt púra greitt, at tað skuldi ikki bara bera til at flyta til Klaksvíkar. Tað skuldi eisini bera til at flyta hinvegin. Karsten Hansen úr Mið- flokkinum, staðfesti, at hann hevur alla tíðina kravt, at verður skúladepil bygdur í Marknagili, skal tað sam- stundis gerast ein ætlan fyri, hvørjar útbúgvingar skulu vera hvar. - Skulu útbúgvingarnar í Norðoyggjum leggjast nið- ur, skal samgongan boða frá hesum nú og skúladepilin í Marknagili skal ikki byggj- ast upp á tað, at so koma bygningar at standa tómir aðrastaðni í landinum. Hann sigur, at fær lands- stýriskvinnan í mentamálum hendan skúladepilin bygdan í Marknagili, hevur hon argumentini fyri at tøma alt í Norðoyggjum og flyta alt til Havnar. Politikarar í útjaðaranum stúra fyri, at tann stóri skúladepilin, sum ætlanin er at byggja í Marknagili, fer at forkoma miðnámsskúlunum kring landið og at alt verður flutt til Havnar Longu farin at stríðast um skúladepilin í Marknagili Indiánar stórt endurgjald Stjórnin í USA er sinnað til at rinda teimum amerikonsku indiánunum 1,4 milliard dollarar ella næstan 7,1 milliardir krónur í endurgjaldi. Pengarnir verða latnir sum endurgjald fyri ta viðferð, sum indiánarnir fingu í 19. øld, tá stjórnin býtti jørðina hjá indiánunum sundur og tók ræðið á henni. Barack Obama, forseti, er sera fegin um avtaluna um endurgjald og sigur tað vera eitt týðandi stig ímóti einari varandi og endaligari semju millum myndugleikarnar í Washington og teir umleið 300.000 indiánarnar, sum fáa endurgjald sambært avtaluni. Miseydnað rakettroynd Tað var eftir øllum at døma glæman frá einari russiskari rakett, sum fólk í Norðurnoregi sóu á himmalhválvinum gjáranáttina. Russisku bløðini Kommersant og Vedomosti endurgeva keldur í russiska verjumálaráðnum fyri at siga, at tann klára glæman sást á luftini, stutt eftir at ein russiskur kavbátur hevði skotið eina rakett av slagnum Bulava. Sambært keldunum sveik ein partur av rakettini, men meiri vilja tær ikki siga. Tey bæði bløðini vilja vera við, at hetta var tann 13. royndin við Bulava-rakettum, og at níggju av royndunum eru miseydnaðar.