hósdagur 10. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 237 - 10. desember 2009
Teir 38 menninir
umborð á Skálabergi
líða onga neyð og
royna at stytta sær
stundir við at spæla
kort og hyggja í
sjónvarp
Skálaberg
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í tríggjar vikur hevur Skála
berg nú ligið á redini í Mur
mansk, og eins og reiðaríið
bara bíða teir 38 menninir
umborð eftir, at okkurt skal
henda.
Men einki er enn hent.
Teir vita púrt einki. Nær
verður skipið leysgivið?
Nær sleppa teir heim?
Verða teir noyddir at halda
jól í Barentshavinum?
Einki svar.
Tíðin fellur teimum long,
og svarið upp á spurningin
um, hvussu teir fáa tíðina at
ganga er: Spyr teir, sum sita
í spjellinum. Teir sita um
borð á Skálabergi og hava
einki at gera.
Tíðin gongur við at spæla
kort, hyggja í sjónvarp og
hyggja at videofilmum.
Onkuntíð finna teir uppá
at seta seg saman at syngja,
sjálvt um lagið ikki er nak
að serligt.
Ein dag vóru nakrir av
monnunum úti á dekkinum
og gjørdu kavamann.
Veðrið er gott og ikki so
kalt, um frostmarkið.
Vóna
Sum skilst hava teir enn
nóg mikið av provianti, so í
so máta lía teir onga neyð.
Men teir hava ikki slept vón
ini um at sleppa heim til
jóla.
Herfyri segði reiðarin
Hanus Hansen, at roynt
varð at fá 28 av monnum
heim, men enn er eingin
sloppin av skipinum.
Tey heima vita líka so lít
ið sum menninir, nær teir
koma heim, og um teir
sleppa heim til jóla.
Eftir røttum skuldi mann
ingin komið heim 9. novem
ber, tá ið hin manningin
stóð klár. Men so fingu teir
boð um at fiska nakrar dag
ar aftrat.
Tað bleiv til nógvar dagar
aftrat í Barentshavinum.
Sum í
geglinum
Tað er ikki nógv at finna nú uppá umborð á Skálabergi, sum hevur ligið í tríggjar vikur. Mikukvøldið settu teir seg saman eina
løtu at syngja og spæla
Tá ið eitt skip sum
Skálaberg verður tikið
fyri longri tíð og ikki
fær sektaruppskot, er
tað álvarsligt brot á
altjóða reglur. Bæði
reiðarar og sjómenn
aftrat seg við at
fara í Barentshavið
aftur, sigur Viberg
Sørensen, formaður í
Føroya Reiðarafelag
Skálaberg
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Føroya Reiðarfelag heitir nú
á myndugleikarnar um at
brúka alla orku sína til at
loysa Skálaberg og manning
ina úr tí fangaskapi, teir veru
liga eru komnir í, sigur fel
agið.
Slíkt er ongantíð hent
áður, og eingin kundi vønta,
at hetta kundi henda í 2009,
sigur Viberg Sørensen, for
maður í felagnum.
Hann væntar, at eftir hesa
hendingina fara allir reiðar
ar at aftra seg við nakrantíð
at senda skip síni í Barents
havið.
Og einki er at siga til, at
sjómenn kenna seg ótryggar
við aftur at fara í russiskan
sjógv, sigur Viberg Søren
sen.
Hann skilir ikki, at hend
ingin ikki hevur fingið
meira umtalu úti í heimi og
í Danmark.
Brot á altjóða reglur
Altjóða reglur siga, at tá ið
eitt skip verður tikið, skal
tað hava sektaruppskot í
seinasta lagi 24 tímar eftir,
at tað er komið til lands, og
so skjótt sum reiðaríið hev
ur veitt trygd fyri sektini,
sleppur skipið út aftur.
Tað óhugnaliga við hes
um máli er, at skipið varð
kallað inn, uttan at orsøkin
varð upplýst. Einki sektar
uppskot erkomið, men reið
aríið hevur veitt trygd. Skip
ið er kortini ikki sloppið leyst
aftur. Tað er púra óhoyrt,
sigur Viberg Sørensen.
Mannagongdin undanfar
in ár hevur verið, at reiðaríni
hava flutt kvotur sínamill
um, og tá ið samanlagda
kvotan hevur verið fiskað
upp, hava russisku myndug
leikarnir fingið boð um tað.
Tað einasta, sum er øðr
vísi hesa ferð, er, at skriv
varð sent úr Føroyum um,
at Skálaberg fór at fiska av
kvotuni hjá Sundabergi,
sigur Viberg Sørensen.
Hartar ongan
Út frá tí, sum upplýst er í
málinum, dugir hann ikki at
síggja, um nakar, og um so
er, hvør hevur borið seg
skeivt at. Hann lastar ikki
føroysku myndugleikarnar
fyri nakað.
Føroya Reiðarafelag
hyggur við álvarsomum
eygum at hesum. Russland
hevur tikið eitt skip, og tað
vil eg nevna statsligt sjórán,
sigur Viberg Sørensen.
Hann heldur eisini, at alt
framtíðar samstarv millum
Føroyar og Russland við
hesum er sett upp á spæl.
Statsligt sjórán
Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag stúrir fyri framtíðar samstarvinum
millum Føroyar og Russland
Tordi ikki inn í Rúsuna
Um midnáttarleitið mikukvøldið var onkur, sum ætlaði sær
ein dropa úr Rúsuni í Havn, men dirvið sveik. Rúsan er í
Miðlon, og onkur er farin við einum stórum steini og hevur
smildrað ein rút, har Rúsan er. Men tá ið alarmurin gjørdi
vart við seg, rýmdi innbrotsmaðurin við tómum hondum.
Hann var so kvikur avstað, at hann var ikki at síggja, tá ið
politiið kom har beint eftir. Innbrotið gav nógv arbeiði til
starvsfólkini í Rúsuni, tí nógv glasbrot vóru at taka upp.
Nógvar tvingsilssølur
Teir seinastu ellivu mánaðirnar eru 205 hús og aðrar fastar
ognir í Reykjavík seld á tvingsilsuppboði. Sostatt er hetta
árið munandi verri enn árið í fjør, tí tá vóru 161 ognir
seldar á tvingsilsuppboði alt árið, skrivar Vísir. Tølini eru
tó smá samanborið við talið á umbidnum tvingsilssølum.
Vísir skrivar, at higartil í ár hava myndugleikarnir fingið
boð um at selja áheitan um at selja 2.242 fastar ognir á
tvingsilssølu. Alt árið í fjør vóru áheitaninar 2.277 í tali.
Nógvir bilar enda eisini á tvingsilssølu, og higartil í ár hava
491 bilar fingið ta lagnuna, skrivar Vísir.