hósdagur 10. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 237 - 10. desember 2009
Byggja múr við Gaza
Egyptar eru farnir undir at byggja ein høgan múr av stáli
fram við markinum við Gaza-geiran fyri at forða
víðgongdum palestinum at smugla vápn um markið.
Egyptar hava verið sera tigandi um átakið, men
fregnartænastukeldur siga við BBC, at teir hava longu bygt
ein fýra kilometrar langan múr við tað norðara markið, og
at arbeiðið nú heldur fram sunnanfyri. Ísraelska blaðið
Haaretz skrivar, at amerikanski herurin hevur hjálpt
egyptum at tekna múrin, sum verður tilsamsns 11
kilometrar langur, og sum fer at tola allar bumbur.
Risastórt ísfjall
Eitt risastórt ísfjald rekur í hesum døgum við streyminum
sunnan fyri Avstralia. Ísfjallið rekur nú vestureftir og er
einar 900 fjórðingar úr avstralsku suðurstrondini. Avstr-
alski vísindamaðurin Neil Young sigur við fjølmiðlarnar, at
ísfjallið er einar 140 ferkilometrar stórt, og hann sigur seg
ikki vita um, at nakað so stórt ísfjall hevur verið so langt
norðuri fyrr. Neil Young heldur, at ísfjallið er loysnað frá
Antarktis fyri tíggju árum síðani, og at tað hevur rikið við
streyminum síðani. Hann heldur, at ísfjallið var einar 400
ferkilometrar, tá tað loysnaði frá meginísinum.
Janus Petersen, for
maður í Felagnum
Føroyskir Peninga
stovnar, vísir aftur
útsagnunum hjá
Jóannesi Eidesgaard
um avtalaðar rentur.
– Hatta er ein politisk
útsøgn, sum má
standa fyri hansara
egnu rokning, sigur
Janus Petersen
Kapping
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár stóð
skrivað, at landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum, Jóan-
nes Eidesgaard, av tingsins
røðarapalli
mikudagin
hevði lagt eftir føroysku
peningastovnunum.
Eitt nú segði hann, at »eg
skal ikki siga tað, at mann
hevur avtalu innanhýsis,
men onkursvegna upplivir
man
peningastovnarnar,
sum at teir fylgja øgiliga
væl við hvør øðrum og vita
væl av, hvussu hvør annar
handlar. Tann sama varhug-
an, sum vit ofta hava rund-
anum oljufeløgini, at tá tað
snýr seg um oljuprísin, so
er tað meir ella minni eitt
forstáilsi um, at oljuprísirnir
altíð eru júst teir somu upp
á oyrað.«
Eisini helt hann, at mann
hevði líkasum varhugan av,
at tingini vóru rættiliga væl
avstemmaði, í øllum førum
millum teir báðar stóru pen-
ingastovnarnar, um bæði
rentupolitikk,
holdningar
mótvegis almennum ætlan-
um og so framvegis.
Men hetta eru viðmerk-
ingar, sum Janus Petersen,
stjóri í Føroya Banka og for-
maður í Felagnum Føroyskir
Peningastovnar, vísir aftur.
- Peningastovnarnir eru í
dagligari kapping við hvønn
annan, og vit renna øll
skjótt fyri at fylgja við í
kappingini. Peningastovn-
arnir hava fría prísáseting,
ymsar rentur í nógvum før-
um og ymsar rentumarginal-
ar. So onki er í útsøgnini
hjá Jóannesi Eidesgaard.
Hatta má standa fyri hans
egnu rokning. Hatta er ein
politisk útsøgn, sigur Janus
Petersen.
Skeiv samanbering
Av
tingsins
røðarapalli
mikudagin segði fíggjar-
málaráðharrin millum ann-
að, at hann herfyri datt fram
á ein tíðindastubba í donsk-
um miðlum, sum greiddi
frá, at BRF-Kredit nú kann
bjóða tilboð upp á eitt lán
við rentu upp á 1,8 prosent.
- Tað kann man siga er
eitt tilboð, sum vil nakað,
og tað er eitt tilboð, sum
liggur ótrúliga langt frá tí,
sum føroyskir sethúsaeigar-
ar kunnu seta nøsina upp
eftir at fáa, staðfesti hann
og vildi við hesum vísa á, at
tann føroyska rentan er
ovurhøg til samanberingar.
Til tað viðmerkingina
staðfestir Janus Petersen, at
talan er um eina obligatións-
rentu, sum realkredittstovn-
arnir sjálvir læna fyri, men
tá teir læna víðari til kund-
arnar, leggja teir rentuískoyti
og onnur gjøld omaná.
- Annars er at siga, at før-
oyskir
peningastovnar
longu bjóða realkreditt í
Føroyum, so hesi tilboð,
sum Jóannes Eidesgaard
rósar, eru longu atkomilig í
Føroyum, sigur Janus Peter-
sen.
Lítið konkret
Um viðmerkingina hjá Jóan-
nesi Eidesgaard av tingsins
røðarapalli sigur Janus Pet-
ersen, at skal mann koma út
í eina diskussión um rentu-
politikk og annað, so má
vera greitt, hvat akkurát tos-
að verður um:
- Vit hava sjálvandi fulla
respekt fyri, at hann hevur
eina meining, men eg síggi
hetta sum eina politiska
meining, sum er ring at
argumentera um, og tað er
heldur ikki okkara uppgáva
at kommentera politisk upp-
áhald, tí vit eru bankar, sum
dríva
forrætning,
sigur
Janus Petersen.
Um
ætlanina
hjá
tí
almenna at fara undir at
kappast við peningastovnar-
nar heldur Janus Petersen,
at tað prinsipielt er skeivt,
at tað almenna fer at kappast
við tað privata, men vísir á,
at tað almenna longu við
Húsalánsgrunninum er í
kapping við peningastovn-
arnar.
- So har er ikki tann stóra
broytingin, staðfestir hann.
Útsagnir mugu standa
fyri egna rokning
- Peningastovnarnir hava fría prísáseting, ymsar rentur í nógvum førum og ymsar rentumarginalar. So onki er í útsøgnini hjá Jóannesi Eidesgaard. Hatta
má standa fyri hans egnu rokning. Hatta er ein politisk útsøgn, sigur Janus Petersen
Savnsmynd