Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 237 - 10. desember 2009 Eysturbúgvin hevur landað á Sandi, og í vikuni hevur Sandoy Seafood eisini keypt fisk úr Sørvági Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin landaði Eystur­ búgvin á Sandi. Teir høvdu 135.000 pund av upsa, sum Sandoy Seafood keypti. Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði umleið somu nøgd í Vestmanna. Skipini fóru útaftur longu mánakvøldið. Hesa vikuna hevur Sand­ oy Seafood eisini keypt 90.000 pund av upsa úr Sørvági. Hetta er fiskur, sum partrolararnir Vestur­ skin og Vesturleiki landaðu í Sørvági mánadagin. Virka portiónir Á virkinum í Skopun fer meginparturin av fiskinum til portiónir og tað, sum ikki fer til portiónir, fer í blokk. Tað eru eini 4­5 ár síðan, at Sandoy Seafood legði um frá blokki til portiónir, sum geva meiri arbeiði, sam­ stundis sum virðisøkingin av ráfiskinum er størri. Sandoy Seafood í Skopun hevur framleiðsluorku til eini 25­30 tons av ráfiski um dagin. Landa á Sandi Á virkinum á Sandi, har felagið áður hevði saltfiska­ framleiðslu, er bara virk­ semi, tá landing er. Tey størru skipini landa á Sandi, og síðan verður fiskurin koyrdur norður til Skopunar, har hann verður virkaður. Sum er, verður virkið á Sandi ikki latið uppaftur til saltfiskaframleiðslu, siga tey á Sandoy Seafood, sum annars hevur eini 60 fólk á sínum lønarlista. Eysturbúgvin er trúgvur móti Sandoy Seafood og hevur gjøgnum árini lagt nógvar ísfiskalastir upp til virkingar í Sandoynni Mynd: Vilmund Jacobsen Sandoy Seafood virkar portiónir úr upsa Útróðrarmenn í Sandoynni eru sera fegnir um nýggju skipanina við avreiðing sum merkir, at teimum ikki longur nýtist at sigla til marknaðin við fiskinum, ei heldur nýtist teimum at koyra longu leiðina inn á fiskamarknaðin á Toftum við veiðini Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í eina tíð hava útróðrarmenn í Sandoynni havt eina laga­ ligari og høgligari avreið­ ingarskipan, enn teir annars hava havt seinastu árini. Nú tekur Sandoy Seafood sær av, at menn kunnu goyma fiskin á báðum virkjunum í oynni, til hann fer í traila á gólvsøluna í Sørvági. Síðan virkini í Sandoynni góvust at keypa útróðrarfisk, hava útróðrarmenn sjálvir verið noyddir at sigla til marknaðin við fiskinum ­ og í aðrar mátar noyddust teir longu leiðina í bili úr Sandoynni og inn á fiska­ marknaðin á Toftum við fiskinum. Góð skipan Richard Hentze, útróðrar­ maður á Sandi, sigur, at tað mangan kundi taka einar seks tímar frá tí, at teir góv­ ust at fiska, til teir høvdu verið í Miðvági við fiski­ num og vóru komnir heimaftur til Sands. ­ Koyrdu vit hinvegin fiskin inn á Toftir, reyk ein heilur útróðrardagur. Hann sigur, at skipanin nú er hon, at tá fiskurin er komin upp á bryggjuna á Sandi ella í Skopun, eru teir púrasta leysir av honum. ­ Fólk hjá Sandoy Seafood taka sær av koyringini inn á virkið og ísingini. Tá bilur so kemur úr Sørvági við upsa til virkingar í Sand­ oynni, taka teir fiskin norður við aftur. Fiskurin verður síðan seldur á gólvinum í Sørvági um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, sigur útróðrarmaðurin. Spara tíð Richard Hentze sigur, at allir útróðrarmenn í Sand­ oynni eru sera fegnir um hesa skipan, sum teir gjalda 70 oyru fyri av hvørjum kilo. Eini 30 oyru fara til Sandoy Seafood, og hini 40 oyruni til flutning. ­ Hetta eru vit væl nøgdir við, tí hetta er umleið sami kostnaður, sum vit rindaðu fyri sjálvir at koyra inn á Toftir við fiskinum. Henda skipan lættir nógv um hjá okkum og ger, at okkum nýtist ikki at missa nakran útróðrardag, ei heldur egningardag. Richard Hentze sigur annars, at væl av fiski hevur verið at fingið í heyst, og hann heldur, at hetta er besta árið til tosk í nøkur ár. Á seinasta útróðrartúri setti hann 16 stampar og fekk 2.200 pund, megin­ parturin toskur. - Vit hava fingið eina góða loysn - Væl av fiski hevur verið at fingið í heyst. Hetta er besta árið til tosk í nøkur ár, sigur Richard Hentze, útróðrarmaður, sum hevur ein útróðrarbát av slagnum AWI 35 - Men fiskurin hevur verið smáttfallandi, leggur Richard Hentze, útróðrarmaður, aftrat Krevja nýskipanir Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, og franski for­ setin, Nicolas Sarkozy, skriva í einari grein í New York Times, at tað er neyðugt við heimsumfatandi nýskipanum á fíggjarmarknaðinum. Teir báðir siga tað vera neyðugt við betri altjóða eftirliti við tí váðafúsa partinum av fíggj­ armarknaðinum, so bankarnir ikki kunnu fjala sítt virk­ semi í londum, sum einki eftirlit hava. Gordon Brown og Nicolas Sarkozy eru eisini á einum máli um, at bankarnir skulu rinda skatt av tí, sum teir lata sínum stjórum sum bonus. Eitt uppskot um hetta seinasta er longu lagt fyri bretska Parlamentið. Tað var al-Qaeda Ein felagsskapur við tilknýti til al­Qaida hevur nú átik­ ið sær ábyrgdina av teimum ógvusligu bumbuspreing­ ingunum, sum kravdu 127 mannalív í irakska høvuðs­ staðnum Bagdad fyrradagin. Meiri enn 500 fólk vórðu særd. Felagsskapurin, ið nevnir seg Islamski Staturin Irak, skrivar á einari heimasíðu, at hann hevur sett sær fyri at toga ta iraksku stjórnina upp við rót, og at hann hevur ætlanir um álop á fleiri mál afturat. Iraksku myndugleikarnir siga, at felagsskapurin hevur fyrr átikið sær ábyrgdina av atsóknum at almennum bygningum í Bagdad.