hósdagur 10. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 237 - 10. desember 2009
Fangi krevur umbering
Ein 50 ára gamal maður úr Kuwait, sum hevur verið
fangi í Guantanamo í átta ár, vil nú hava eina umbering
frá Barack Obama, forseta. Harafturat vil maðurin, sum
er flogmekanikari, hava eitt hóskandi endurgjald frá
amerikonsku stjórnini, sigur sakførari hansara. Maðurin
varð tikin í Afghanistan í oktober í 2001, og sambært
amerikanarunum hevði hann verið við til at útvega al-
Qaeda pengar. Harafturat varð hann skuldsettur fyri at
hava hjálpt Taliban. Sjálvur hevur maðurin avsannað alt.
Herfyri varð hann so latin leysur, og nú vil hann hava
bæði umbering og endurgjald.
Dýrur málningur
Rembrandt gamli er framvegis sera væl umtóktur
millum tey, sum hava áhuga fyri gamlari list. Tað
kom til sjóndar fyrradagin, tá ein ókendur keypari
keypti ein av málningum hansara á uppboði hjá
Christie í London fyri umleið 200 milliónir krón-
ur. Keyparin keypti málningin ígjøgnum telæefon,
skrivar Reuters. Sambært tíðindastovuni Reuters
er hetta tað mesta, sum nakrantíð er goldið fyri
ein málning hjá Rembrandt. Málningurin, sum
talan er um, er frá 1658.
Tann føroyingurin,
sum man hava havt
mest samskifti við
russar gjøgnum mong
ár, er Árni Dam, stjóri
á Faroe Agency og
russiskur aðalkonsul
í Føroyum. Hann
heldur framvegis,
at tó at Skálaberg-
málið hevur drigið
ófatiliga langt út,
eiga føroyingar ikki
at leypa fram av. -
Missurin av annars so
góða samstarvinum
millum Føroyar
og Rusland verður
stórur, sigur hann
Stríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag eru tríggjar vikur,
síðan russisku myndugleik-
arnir tóku føroyska verk-
smiðjutrolaran Skálaberg,
sum allar hesar tríggjar vik-
urnar við 38 umborð hevur
ligið á reduni út fyri
Murmansk.
Russiskur aðalkonsul í
Føroyum er Árni Dam, sum
vit skiftu orð við fyri einari
góðari viku síðan um hetta
mál. Júst hendan dagin, vit
tosaðu saman, vóru skiparin
á Skálabergi, meklari og
sakførari farnir í land, og
Árni segði seg tá vóna, at
málið fór at verða loyst
seinni hendan dagin.
Men framvegis verður
Skálaberg
afturhildin
í
Murmansk, og enn hava
russisku
myndugleikarnir
ikki lagt sektaruppskot fyri
skipara og reiðaríið, sum er
JFK í Klaksvík.
Málið militert
Maðurin,
sum
hevur
umboðað russar í Føroyum
gjøgnum so mong ár og
sum eisini er russiskur
aðalkonsul í Føroyum, er
ógvuliga harmur um hetta
mál, sum hann heldur hevur
drigið alt ov langt út.
- Hetta mál fyllir rættiliga
nógv innan í mær. Tað
harmar meg so ófatiliga
nógv, og eg royni at ganga
túrar fyri eisini at hugsa um
onnur ting.
Russiska aðalkonsulátið í
Føroyum hoyrir undir russ-
isku sendistovuna í Keyp-
mannahavn, og tað er tann
vegin, at aðalkonsulin í Før-
oyum arbeiðir undir øllum
vanligum umstøðum.
Men Árni Dam ásannar,
at hann hevur leitað víða
fyri onkusvegna at royna at
loysa – ella at verða við til
at loysa - hetta mál.
- Eg dugi illa at skilja,
hví hetta mál skal hava
drigið so langt út, og hví
myndugleikarnir í Ruslandi
ikki langt síðan eru komnir
við teirra bót, sum teir nú
einaferð halda seg eiga til
góðar.
Árni Dam heldur, at
orsøkin til longu avgreiðsl-
una má vera, at málið um
Skálaberg
er
endað
í
russiska militerinum, sum
hann tekur til.
- Hví so er, dugi eg slett
ikki at siga, men vit hava
sæð, at tað er torført at fáa
hetta mál úr aftur militeri-
num, leggur hann aftrat.
Hann ásannar, at skipanin
innan russiska militerin
ivaleyst er óvuliga stirvin
við atliti til eitt mál sum
hetta.
- Hinvegin er tað eingin
loyna, at tá eitt skip soleiðis
verður tikið av myndug-
leikunum, eiga teir eisini at
koma við sínum útspæli, so
bíðitíðin og óvissan um,
hvørjir trupulleikarnir eru,
ikki gerst so long, sum vit
her eru vitni til.
Árni Dam sigur, at hann
dagliga hevur havt samband
við skiparan á Skálabergi,
eins og Faroe Agency eisini
hevur
samband
við
meklaran hjá skipinum.
- Men tað vísir seg bara,
at teir fáa einki at vita, og
so gongur tíðin bara. Teir
fáa onga neyva frágreiðing
um, hví málið hevur drigið
so langt út, og tað er hetta,
sum harmar okkum mest.
Russiski
aðalkonsulin
vísir annars á, at hetta er
fyrstu ferð, at russisku
myndugleikarnir hava tikið
eitt
føroysk
skip
í
Barentshavinum.
- Samstarvið millum lond-
ini hevur annars gingið so
væl, og hetta hava bæði
russiskir
og
føroyskir
myndugleikar havt á munni.
Tí er eisini so torført at
skilja, hví vit nú skulu vera
komnir í hesa klemmu.
Árni Dam ásannar tó, at
ávísir
trupulleikar
hava
verið í samstarvinum seinnu
tíðina, og hetta sóu vit eitt
nú við laksinum, sum russar
í eina tíð ikki vildu keypa.
- Eg veit ikki, hvør
frágreiðingin til hesa gongd
er. Onkur hevur hildið, at
hetta hevur nakað við
tøkuna av tveimum russisk-
um svartkjaftatrolarum í
2007 at gera, men eg haldi
ikki, at tað er so. Tey málini
eru avgreidd, soleiðis sum
slík avgreiðsla eigur at fara
fram. Men tað kunnu vit
ikki siga um Skálaberg-
málið, ið hevur drigið alt,
alt ov langt út. Avgreiðslu-
tíðin í hesum máli hevur
verið alt ov long, og fram-
vegis eftir tríggjar vikur er
einki sektaruppskot komið
á borðið, sigur hann.
Framtíðin
Árni Dam sigur, at hóast
Skálaberg-málið
er
eitt
ógvuliga
keðiligt
mál,
heldur hann framvegis, at
ein virðilig loysn á hesum
máli er hin einasta rætta.
- Vit noyðast eisini at
hugsa um framtíðina. Tí
eiga vit ongantíð at leypa
fram av. Tann tíðin kemur,
tá chilenska alivinnan kem-
ur aftur á føtur, og tá fer
kappingin um laksin á
amerikanska marknaðinum
aftur at harðna. Vit mugu
eisini hugsa um upsa-
marknaðin eystanfyri, eins
og hugsandi er, at pelagiski
fiskurin, sum nú verður
heilfrystur
í
Kollafirði,
verður seldur til Ruslands
og
londini
eystanfyri.
Verkætlanin við Norðborg
hevur eisini áhugamál í
londunum eystanfyri.
Russiski aðalkonsulin í
Føroyum vísir á, hvat sam-
starvið við russar í aðrar
mátar eisini merkir fyri
føroyska vinnu.
- Í løtuni liggja tríggir
russar á Skála, harav vit
júst í morgun hava fingið
eina
bílegging
upp
á
proviant til tað eina skipið
upp á slakar 200.000 krón-
ur, sum føroysku heilsølur-
nar selja skipinum. Eitt skip
kemur á Fuglafjørð at skifta
manning, har manningin
kemur og fer av landinum
við Atlantsflogi.
Árni Dam sigur, at nógv
ymisk viðurskifti kundu
verið drigin fram, sum vísa,
hvat tað samstarv, sum er
millum Føroyar og Rusland
í dag, merkir – eisini á
ymiskan hátt fyri Føroyar
sum samfelag.
Árni Dam er ógvuliga harmur
Árni Dam, russiskur aðalkonsul í Føroyum, er sera harmur um støðuna, sum hevur tikið seg upp millum Føroyar og Rusland.
– Tó at Skálaberg-málið hevur drigið ófatiliga langt út, noyðast vit at hugsa skilagott og royna at loysa málið á bestan hátt fyri
framtíðarsamstarvið landanna millum, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen