Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 237 - 10. desember 2009 - Alla staðni runt í heiminum er tær loyvt at velja ta øl, ið tú vilt, og tá tú kanst keypa vín, cognac og brennivín av alskyns slag, sum er nógv sterkari enn øl, so finnast eingi góð argument fyri at øl skal verða sett í skammikrók sum tað verður í mun til, til dømis, vín, sigur Bjørt Samuelsen RÚSDREKKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Tað var rættiliga áhugavert, tí eg festi meg við, at burtursæð frá Miflokkinum var tað einki av framsøgu- fólkunum, sum segði seg vera ímóti uppskotinum. Hinvegin vóru tað so hend- ur ikki øll, ið søgdu seg vera fyri, sigur Bjørt Samu- elsen, sum vegna tingbólkin hjá Tjóðveldi – uttan Heina O. Heinesen – saman við Kára á Rógvi legði uppskot fram um at loyva at bryggja og innflyta sterkari øl enn 5,8%. Hon metti, at framsøgu- fólkini ikki vildu binda seg til eina niðurstøðu, og tað metti hon var áhugavert. - Samstundis haldi eg, at als eingin ivi er um, sum tað eisini vísti seg fyri einum ári síðani, tá hetta málið eisini var fyri, at tað er ein meiriluti fyri hesum málinum í Tinginum, um fólk sleppa at atkvøða sum teimum lysti, sigur Bjørt Samuelsen. Og júst hendan spurningin reisti Sjúrður Skaale. - Tað má so samgongan taka støðu til, men veru- leikin er tann, at nú hevur ABC samgongan víst ðí seks ár, at hjá teimum ber ikki til at leggja eitt slíkt uppskot fram, og tað er ilt at síggja nakra samgongu fyri sær, har tað ikki verða nakrir persónar, sum eru harðliga ímóti hesum. Og hóast teir persónarnir eru so fáir, sleppa teir at halda eina jarnhond um tann stóra meirilutan, sum eg førdi fram fleiri ferðir, sigur Bjørt Samuelsen. Tí heldur hon, at einasta loysnin er, at flokkarnir lata fólk atkvøða eftir egnari sannføring. Umfatar ikki sølu Bjørt Samuelsen heldur, at tað er nakað, einhvør sam- gonga má gera upp við seg sjálva, tí tað er rætt, tá tað verður ført fram, at tað kann skapa ósemjur í eini samgongu, tá eitt slíkt mál kemur fyri. - Men vit hava rent okk- um fast í, at tað sær ikki út til at verða nøkur samgonga, sum vil ella kann ella slepp- ur at fremja hetta málið fyri tí lítla minniluta, ið blokerar, sigur Bjørt Samuelsen. Um somu tíð, sum Bjørt Samuelsen legði uppskotið um at bryggja sterkt í Føroyum fram, varð ein Gallup kanning almanna- kunngjørd sum vísti, at heili 63% av føroyingum ynskja at flyta rúsdrekka- søluna út í handlarnar. Stuðlar eitt slíkt úrslit undir uppskotið hjá Tjóðveldi? - Tað vísir í hvussu er, at føroyingar hava fingið eitt avslappað forhold til rúsdrekka. Vit skulu minnast til, at uppskotið leggur ikki á nakran hátt upp til, at rúsdrekka skal út í handlarnar ella at libera- lisera søluna yvirhøvur. Tað leggur bara upp til, at tað skal verða loyvt at framleiða tað sama, sum tað er loyvt at selja í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen. Hon metir tí, at tað er einki í uppskotinum, ið tal- ar fyri, at fólk fara at drekka meira enn tey gera í dag. - Broytingin er bert hon, at tú kant framleiða nakað í Føroyum, ið tú kanst selja í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen. Hóast hon ikki sjálv tekur undir við at flyta søluna at rúsdrekka frá Rúsini út í handlarnar, so metir hon kortini, at Gallup kanningin vísir, at fólk eru meiri at sær komin nú, tá tað snýr seg um rúsdrekka. Ótrúligur dupultmoralur Hagtøl hjá Rúsuni benda á, at so hvørt sum sølan av cider veksur, minkar sølan av spiritus. Hetta er eisini væl í tráð við almenna alko- holpolitikkin sum miðar ímóti, at føroyingar skulu drekka veikari sløg av rúsdrekka. - Tað er í hvussu er einki, ið stuðlar undir ta dis- kriminering, sum øl hevur verið úti fyri í Føroyum í dag. Alla staðni runt í heim- inum er tær loyvt at velja ta øl, ið tú vilt, og tá tú kanst keypa vín, cognac og brennivín av alskyns slag, sum er nógv sterkari enn øl, so finnast eingi góð argu- ment fyri at øl skal verða sett í skammikrók sum tað verður í mun til, til dømis, vín, sigur Bjørt Samuelsen. Hon heldur, at hóast vit tí ikki skulu ræðast sterka ølið, skulu vit framhaldandi føra herferðir móti rús- drekkamisnýtslu, tí tað er ein trupulleiki fyri seg. - Men hetta uppskotið økir ikki vandan fyri mis- nýtslu, tað ger bara upp við ein ótrúligan dupultmoral, sum vit hava við at loyva sølu av sterkum løgum, meðan vit loyva ikki at framleiða teir, sigur Bjørt Samuelsen. Um vánirnar fyri, at upp- skotið verður samtykt sigur hon, at hon vónar at eitt slag av kompromii kann finnast. - Í øllum føri er hetta eitt mál, ið onkur fer at leggja fram við jøvnum millumbili ár eftir ár, fyri fyrr ella seinni at fáa ein gjøgnum- brot, tí hetta er ein dupult- moralur, sum vil nakað. Og tað eru einki góð argumentir komin á borðið, sum forðar fyri hesum uppskotinum, sigur Bjørt Samuelsen. Gera upp við ótrúligan dupultmoral Tað var Bjørt Samuelsen, ið vegna Tjóðveldi – minus Heina O. Heinesen – og Kára á Rógvi legði uppskotið um loyvi at bryggja sterkt í Føroyum fyri Tingið Mynd: Leo Poulsen Vil hava strangari reglur A. P. Møller-Mærsk vil hava strangari reglur á umhvørvisøkinum. Tað fer nevniliga at styrkja um støðuna hjá Mærsk Line mótvegis kappingarneytunum. Tað sigur driftsleiðarin í Mærsk Line, Morten Engelstoft, við Børsen. – Okkara ídnaður førir eitt stórt útlát av CO2 við sær, og tað mugu vit taka ábyrgd av. Men nýggju reglarnir mugu verða galdandi fyri øll. Vit eru millum allar grønastu reiðaríini í heiminum, og ein umhvørvisavtala fer tí at seta okkum í eina betri støðu enn kappingarneytarnar, sigur Morten Engeltoft. Hjá A. P. Møller-Mærsk verður roknað við, at umhvørvisráðstevnan fer at enda við einari greiðari og bindandi avtalu, skrivar boersen.dk.