Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 237 - 10. desember 2009 John Johannesen fílist at tingfólki, at tey royna at gera málið um at bryggja sterkt í Føroyum til eitt etiskt mál. – Fyri meg er skattaskipanin meiri etisk, enn um Føroyar Bjór sleppur at bryggja sterkari øl, sigur formaður Javnaðarfloksins á tingi RÚSDREKKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í viðgerðini av uppskotinum hjá Tjóðveldi saman við Kára á Rógvi um at bryggja sterkt í Føroyum, høvdu fleiri á munni, at samgongan átti at standa sum ein maður og fella uppskotið. Men John Johannesen gjørdi greitt, at eingin skuldi siga honum, hvussu hann skal atkvøða. - Nú er tað soleiðis, at hetta málið ongantíð hevur verið umrøtt í samgonguni yvirhøvur. Eg legði bara merki til, at ein landsstýris- maður var á røðarapallinum og segði, hvussu Tingið fór at atkvøða, og tað undrar meg, tí ein og hvør tinglimur stendur jú bara til svars fyri seg sjálvan og sínar veljarar, sigur John Johannesen. Hinvegin sigur hann tað vera rætt, at tá man er í einari samgongu, kunnu fólk seta seg niður og kjak- ast um ávís mál og avtala, um atkvøðast ska fyri ella ímóti. Men hann slær fast, at hetta málið hevur ikki verið fyri í samgonguni. John Johannesen er líka avgjørdur, tá onkur vil gera uppskotið til eitt etiskt mál. - Tá onkur vil føra fram, at tala er um eitt etiskt mál, so keypi eg tað als ikki, tí fyri mær eru etisk mál ikki bara tað, sum snýr seg um alkoholprosent og tað, sum annars er niðanfyri beltið, als ikki, sigur John Johannesen. Etisk mál eru í hansara verð nógv meira fíggjar- lógin, hvussu virðini í sam- felagnum verða býtt, hvussu f iskivinnupolitikkurin verður lagdur til rættis, hvør hevur atgongd til tilfeingið í samfelagnum, hvussu skattaskipanin verður skrúvað saman, skal sparast hjá fyritíðarpen- sjónistur, skal sparast i stuðlinum til uppihalds- pening og so framvegis. - Tað eru etisk mál í mín- ari verð, og ikki um Føroya Bjór sleppur at bryggja eina sterkari øll ella ei, sigur John Johannesen. Viðgerðir avgera Hinvegin hevur hann onga støðu til, um málið endar í trivnaðarnevndini, sum onkur mælti til, ella í vinnu- nevndini, soleiðis sum uppskotið leggur upp til. - Tað er nakað, sum løg- tingsformaðurin einsamall- ur ger av, so tað kann gera tað sama, hvørja støðu eg havi til tað. Men tað sum eg vil undirstrika er, at eg keypi ikki longur grund- gevingina um etisk mál, tí hetta er eitt mál akkurát sum onnur mál, og í mínari verð hevur tað minni etisk- an týdning, enn til dømis skattaskipanin, sigur John Johannesen. Men sjálvt um John Johannesen ikki hevur fingið boð um, hvussu hann skal atkvøða, vil hann ikki siga, hvør hansara støða er í hesum málinum. - Eg haldi, at tað er ein óskikkur at boða frá framm- an undan einari viðgerð, hvussu man fer at atkvøða, tí tað eru ymisk viðurskifti undir einari viðgerð, sum kunnu lýsa eitt mál, so til ber at taka støðu. Tað er væl tí at tríggjar viðgerðir eru í Tinginum, og løgtings- nevndar viðgerðir ímillum, sigur John Johannesen. - Vóru hesar viðgerðir ikki, var væl heldur eingin orsøk til at hava eitt løgting, so kundi landsstýrið bara sjálvt tikið avgerðirnar, sigur John Johannesen. Skattaskipan meiri etisk enn alkohol John Johannesen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, finst at tinglimum fyri at royna at gera málið um at bryggja sterkt í Føroyum til eitt etiskt mál Tað hevur verið ein greiður tendensur seinastu árini, at sølan av spiritus minkar, sølan av víni veksur, meðan sølan av øli stendur í stað RÚSDREKKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ein greiður politiskur vilji, at føroyingar skulu drekka veikari løg. Rúsdrekkapolitikkurin ásannar, at tú kanst ikki fáa allar føroyngar at gerast avhaldsmenn, men miðað verður ímóti at føroyingar skulu í alsamt vaksandi mun ganga burtur frá sterku brennivínunum til veikari løg so sum vín ella øl. Og tann politikkurin hevur eydnast. - Heilt síðani Rúsdrekka- søla Landsins lat upp í 1992 hevur tendensurin verið tann, at sølan av spiritus minkar, vínið veksur og ølið stendur í stað, sigur Rúni Herup Olsen, inn- keypsleiðari í Rúsuni. Nú er so eitt fjórða slag av rúsdrekka komið inn í myndina, og tað er eitt slag, ið gerst alsamt betriumtókt. Talan er um cider, ið mest kann samanlíknast við sodavatn við alkoholi í. - Vit byrjaðu at selja cider í oktober 2007, so hagtølini fyri tað arið eru lítið samanberilig við 2008 og 2009. Í juli 2008 komu so fleiri sløg til, eitt nú Sommersby, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja, sigur Rúni Herup Olsen. Sølan trífaldað Í dag hevur Rúsan tilsamans níggju sløg av cider. - Vit hava sjey sløg av søt- um og veikum cider, sum liggur um 4,5% til 4,7% alkohol, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja. Hartil hava vit tvey sløg av turrum cider, eitt sum er 4,5% og eitt, ið er 8,2%, sigur Rúni Herup Olsen. Eisini innan cider vísir tað seg, at minst verður selt av tí sterka slagnum. - Í 2008 seldur vit til- samans 16.519 litrar av cider, meðan sølan higartil í ár er 58.707 litrar. Og har kann so nevnast, at sølan at tí sterka cider’inum er 580 litrar, sigur Rúni Herup Olsen. Sølan av víni hevur verið í einum støðugum vøkstri, men í ár er økingin ógvuliga markant. Heili 20% hevur Rúsan selt meiri av víni enn í fjør. - Vit hava seinastu árini roynt at ávirka føroyingar soleiðis, at teir heldur skulu velja kvalitet enn kvantitet, tá teir keypa vín. Tað er tí miðvíst, at meðalprísurin á einari vínfløsku er vaksin seinastu árini, sigur Rúni Herup Olsen. Viðvíkjandi spiritus, er sølan í støðugari minking. Higartil í ár hevur Rúsan selt 190.329 litrar av spiritus móti 193.833 litrar sama tíðarskeið í fjør, svarandi til smá 2%. Eisini mynstrið í søluni av øli er greitt. - Fyrstu árini seldu við væl meiri av sterkara ølin- um, meðan støðan í dag er hon, at væl meiri verður selt av veikaru ølsløgunum, sigur Rúni Herup Olsen. Vit fara at venda aftur til rúsdrekkasøluna í einum av komandi bløðunum. Veikaru sløgini vaksa Cider er nýggja dillan millum fólk, og sølan er vaksin frá 16.519 litrum í 2008 til 58.707 litrar higartil í ár Mynd: Jens Kristian Vang Framgongd í Kastrup Kastrip Floghavn kann endiliga boða frá øking í ferðafólkatali. November gjørdist fyrsti mánaði við vøkstri síðani juli 2008, sæst í eini fráboðan. Ferðafólkatalið vaks við 1,1% í mun til sama mánað í fjør, við tað at 1,5 milliónir fleiri ferðafólk ferðaðust um flog- vøllin í Kastrup. November í ár liggur nøkurlunda á sama støði sum sami mánaður í fjør. Harvið heldur stabiliseringin í ferðatólkatalinum seinasta hálva árið fram. Tað telur við í tølunum, at Sterling gavst við at flúgva í oktober 2008. Tilsamans ferðaðust 1.505.014 ferðafólk um flogvallirnar í Kastrup í november í ár, skrivar boersen.dk.