hósdagur 10. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 237 - 10. desember 2009
- Tað týdningarmesta
er, at okkara embætis-
fólk sleppa fram at
tekstuppskotunum
og fáa ávirkan á tey.
Vit hava ikki fingið
lovað nakað endaligt,
men tað er í hvussu
er positivt, at nýggi
umhvørvisráðharrin
vil hava fund við meg,
beinanvegin eg komi
niður til Danmarkar,
sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í
umhvørvismálum
UMHVØRVIS
RÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stóra umhvørvisráðstevnan
í Keypmannahavn varð sett
mánadagin, men Annika
Olsen,
landsstýriskvinna
við umhvørvismálum, fór
kortini ikki til Danmarkar
at luttaka á stevnuni fyrr
enn í dag.
- Ta fyrstu vikuna fara sam-
ráðingar fram á embætis-
mannastigi, meðan tær polit-
isku samráðingarnar verða
aðru vikuna av ráðstevnuni,
sigur Annika Olsen.
Sum hon hevur frætt frá
sínum
embætisfólkum,
ganga samráðingarnar væl,
og andin er positivur.
- Embætisfólk úr Før-
oyum, Grønlandi og Dan-
mark hava prátað saman,
og tað verður lurtað í stóran
mun eftir hinum pørtunum
í Ríkinum, so tað er ógvu-
liga gleðiligt her at byrja
við, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan hevur
eisini frætt um tíðindini í
gjár um, at USA saman við
teimum ríku londunum hava
gjørt eina undirhonds avtalu
og hildið tilafturskomnu
londunum uttanfyri.
- Tað er komið fram, og
talan er um eitt notat, ið er
likið út, men tað er ikki
vist, at hetta verður nakað
endaligt. Nógv kann broyt-
ast undir einum fundi, og
tað er eingin ivi um, at
eisini hatta verður broytt,
sigur Annika Olsen.
Stór ráðstevna
Heilt fram til beint undan
stóru ráðstevnuna í Keyp-
mannahavn
var
Connie
Hedegaard
umhvørvis-
málaráðharri í Danmark,
men hetta fekk ein bráan
enda, tá hon varð útnevnd
til umhvørviskommiser í
ES, og politiskt óroynda
Lykke Friis tók yvir.
Annika hevði annars havt
nógv samskifti við Connie
Hedegaard
upp
undir
ráðstevnuna.
- Sjálvandi er tað ørkyml-
andi at danir skifta ráðharra
so tætt upp undir ráð-
stevnuna, men eg havi havt
telefonfund við Lykke Friis
um okkara støðu at verða
sjónlig í avtaluni. Og tá eg
tosi um at verða sjónlig
merkir tað, at Føroyar verða
nevndar í avtaluni við tí
niðurskurði, sum er sam-
tyktur í Løgtinginum við
20% í mun til støðið í 2005.
Tað er tað, vit fara at krevja,
tá avtalan vónandi kemur í
hús í næstu viku, sigur
Annika Olsen.
Umhvørvisráðstevnan er
bæði stór og týdningarmikil,
og nógv hevur verið tosað
og gitt um leiklutin og
støðuna hjá USA í hesum
sambandi.
- Tað nýggja er, at Obama,
forseti, hevur fingið fríar
ræsir at koma við einari
útmelding. Hann hevur ikki
nakra samtykt í senatinum
aftan fyri seg, men útmeld-
ingarnar í seinastuni hava
verið ógvuliga positivar.
Tað er kortini ilt at meta um
í løtuni, hvør teirra niður-
skurður
verður,
sigur
Annika Olsen.
Føroyar sjónligar
Landsstýriskvinnan í um-
hvørvismálum fer á ráð-
stevnuna við einum mið-
vísum máli og einum samd-
um Løgtingi aftan fyri seg.
Og tí er tað við góðum
treysti,
at
hon
fer
á
ráðstevnuna.
- Vónirnar
eru
altíð
góðar, men eg skilji á
lagnum, at Lykke Friis
hevur svarað einum fyri-
spurningi frá Høgna Hoydal
í Fólkatinginum, at tað er
ógvuliga óvist, um tey 20
prosentini koma at standa í
skjølunum,
og
tað
er
sjálvandi ikki nóg gott. Um
Føroyar skulu standa í
skjølunum, so skal tað
verða við tí niðurskurði, vit
hava samtykt, sigur Annika
Olsen.
Hon sigur, at tey alla
tíðina hava gjørt greitt, at
tað kemur ikki upp á tal at
gera eitt sokallað byrðibýti
aftan á, men at føroyska
átakið og niðurskurðurin
veður nevndur beinanvegin
soleiðis, at tað er avklárað
framman undan.
- Viljin hevur alla tíðina
verið til staðar, men tað eru
ongantíð
nøkur
ítøkilig
úttalilsi komin um, at Før-
oyar skulu verða nevndar
so ella so. Men andin hevur
verið positivur, at alt verður
gjørt fyri, at Føroyar skulu
gerast
sjónligar,
sigur
Annika Olsen.
Hon sigur tó, at sjón-
liggerð fevnir vítt, og tá vit
tosa sjónliggerð er tað við
teimum niðurskurðum, sum
Løgtingið hevur samtykt.
- Tað er sjálvandi tað, vit
vilja hava, tí Føroyar eru
ikki ein partur av ES og
Føroyar eru ikki Danmark,
Føroyar eru Føroyar. Og tí
er tað av stórum týdningi, at
atlit verður tikið at okkum
og tí, ið vit megna at gera. Tí
er tað umráðandi, at Føroyar
standa við sínum politikki
og við okkara niðurskurði, tí
tað er nakað, vit meta
realistiskt og nakað, vit hava
sett okkum fyri at gera, sigur
Annika Olsen.
Týdning við ávirkan
Undanfarni
danski
um-
hvørvismálaráðharrin
var
kvinna og tað er nýggi
ráðharrin eisini, men er tað
ein fyrimunur ella ein vansi
hjá Anniku Olsen.
- Eg hugsi vanliga ikki í
kynum, men eg havi eina
ógvuliga positiva kenslu av
nýggja umhvørvismálaráðh
arranum, Lykke Friis. Hon
virkar ógvuliga skilagóð og
hevur verið ógvuliga positiv
mótvegis føroyingum, og
eisini tað, at hon leggur
stóran týdning í at hava ein
fund beinanvegin, eg komi
til Danmarkar. Tað er í
hvussu er eitt ógvuliga posi-
tivt útgangsstøði, eg havi at
bera henni, sigur Annika
Olsen.
Tað týdningarmesta á
ráðstevnuni fyri føroyska
umhvørvismálaráðharran
er, at Føroyar verða nevndar
í endaligu avtaluni, men
hvat skal til, fyri at hetta
skal henda?
- Tað fyrsta, ið skal til, er,
at vit á embætismannastigi
sleppa fram at teimum
tekstuppskotum, ið verða
gjørd, og tá hugsi eg sjálv-
andi um tey tekstuppskot,
ið hava við Føroyar at gera,
sigur Annika Olsen.
Hetta heldur hon er av
týdningi fyrst og fremst, og
tað er eisini tí, hon mótvegis
nýggja danska umhvørvis-
málaráðharranum
hevur
undirstrikað týdningin av, at
Føroyar ikki bert hava eina
eygleiðarastøðu, men sleppa
fram at og ávirka tey tekst-
uppskot, ið verða gjørd.
- Um vit so ikki sleppa
fram at mikrofonini er ein
annar spurningur, men í
hvussu er við viðurskifti,
sum hava við Føroyar at
gera hevur tað týdning, at
vit
eisini
á
embætis-
mannastigi sleppa fram at.
Og sjálvandi fari eg at taka
føroysku áhugamálini upp
við
danska
umhvørvis-
málaráðharran, tað er eingin
ivi um tað. Tað eru tey
somu sjónarmiðini, vit hava
ført fram alla tíðina, og tey
standa vit fast við, sigur
Annika Olsen.
Vit vilja
ávirka
avtaluna
Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, ætlar sær ikki at sita hendur í favn á
umhvørvisráðstevnuni í Keypmannahavn
Mynd: Leo Poulsen
Soros blæsur upp á vind
Víðagitni íleggjarin, George Soros, vil fegin gera íløgur í varandi orku, men barra ikki
í vind. Tað sigur hann við Bloomberg Television í sambandi við umhvørvisráðstevnuna
í Keypmannahavn. Trupulleikin við íløgum í vind er, at stuðulin er ov høgur, tørvurin
á stuðli er ósunnur. Í staðin hevur Soros gjørt íløgur í eina fyritøku, ið minkar um CO2
útlátið, eins og hann hevur gjørt íløgur í ethanol. Soros boðaði í oktober frá, at hann
fer at gera íløgur fyri eina milliard dollarar í varandi orku, og hann leggur dent á, at
hann metir veðurlagsbroytingarnar sum eina veruliga hóttan, skrivar boersen.dk.