Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 237 - 10. desember 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 12. desember 2009 hava hjúnini Herbjørg og Eiler Egholm, Gripsvegur 29, Tórshavn, diamant­ brúdleyp. Dagurin verður hildin heima saman við systkjum og døtrum við familju. Diamantbrúdleyp Prógv Mikudagin 9. desember 2009 tók Eyðun Skarðhamar, búsitandi í Herborg, (sonur Heðin og Thyru Skarð­ hamar) sveinaroynd sum bilplátusmiður við Tekniska Skúla í Silkeborg. Eyðun hevur lært hjá Reyni Service í Hoyvík og hjá Uggerhøj Biler í Herning. Dagurin 10. desember. Judit. Apokrýfiska bókin í Gamla testamenti greiðir frá konubrotinum Judit, sum høgdi høvdið av herhøvdinganum Holofernes. Navnið er bíbilskt og merkir jødakvinna. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Diamantbrúdleyp Leygardagin 12. des. hava hjúnini Herbjørg og Eiler Egholm, Gripsvegur 29, Tórshavn, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima saman við systkjum og døtrum við familju. Silvurbrúdleyp Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen, Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 15. des. hava vit Kára og Abraham Løkin, Runavík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 18. Tey ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 221980 (abraham) ella 272777 (Kára) áðrenn fríggjadagin 11. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. merkisdagar Í sambandi við at Johan Restorff fylti 70 ár sunnu­ dagin 6. desember var ein grein í danska ferðavinnu­ blaðnum Travel People, har blaðstjórin Preben Jack Petersen m.a. skrivar: ”Sam­ men med sin yngre broder, MC kaldet, drev fødselaren i så at sige en menneskealder færøernes dengang mond­ æne Hotel Hafnia i hjertet af Thorshavn. Hotellet var stedet, man som tilrejsende forretnings­ mand boede på, når der skulle besøges kunder på Færøerne, og ligeledes ud­ gjorde det scenen, når Østre Landsret blev sat i den færøske hovedstad. Som professionelle hotel­ folk var både Johan Restorff og lillebroderen altid syn­ lige på hotellet, og de var i alle år gode turistambassa­ dører for den nordatlantiske øgruppe. Hver eneste morg­ en, når lufthavnsbussen for­ lod hotellet, stod mindst den ene af de to Restorff’er foran hotellet og vinkede far­ vel til gæsterne. Det var en ceremoni, mange Hafnia­ gæster aldrig glemmer”. Kelda: travelpeople.dk Travel People um Johan Í dag var bilurin, sum ítrótt­ arfelagið NSÍ hevur burtur­ lutað, latin hepna vinnaran­ um Leivur Nattestad úr Miðvági hjá Ivan Bilum við Hoyvíksvegin. Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk frá NSÍ verið kring um í landinum og selt lutaseðlar. Seðilin varð trektur á marknaðardegnum, ið var í høllini í Runavík tann 28. november. Um­ framt bilin varð eisini trekt um aðrar vinningar sum t.d. familjuferð við Norrønu og flogferð til Danmarkar fyri tvey. Hepni vinnarin av bil­ inum, ein Mitsubishi Colt, var Leivur Nattestad í Mið­ vági. Hann keypti tveir luta­ seðlar, og tað var seðil nummar 0055, sum vann. -red Sjúrður Johansen frá Ivan Bilum, Marjun Nattestad, Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ, og Leivur Nattestad Mynd: Jens Kristian Vang Leivur Nattestad vann bilin