Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 10. desember 2009 19 tíðindi Økisupptøkan Somuleiðis heldur Páll Is holm, at stórt spurnartekin verð ur sett við øki s upp­ tøku na, sum er til studenta­ skúlar nar. Í løtuni skulu allir næm­ ing ar úr Norðoyggjum til og við Hósvík ganga í studenta skúla á Kambsdali. Suðuroyingar ganga í Hovi og restin av landinum skal ganga í Havn. Hetta er ikki galdandi fyri hinar mið­ náms skúlarnar. – Økisupptøkan er gjørd til eina tíð við heilt øðr ví si sam ferðslu møgu leik um enn vit koma at hava um nøk ur ár, og tí er tað eitt spurn ing ur, sum heilt víst ei si ni kemur upp at venda, sig ur Páll Isholm. Hann spyr í sama við­ fangi, um tað er nakað hug­ skot at tvinga næmingarnar at ganga á nøkrum ávísum skúla, tá tað helst verður stytt ri av Nesi til Havnar enn á Kambsdal. Hinvegin ivast hann ikki í, at skúlarnir kring landið fara at liva eisini. – Vit mugu á ongan hátt undir meta skúlarnar á Kambs dali seinastu nógvu ár ini, men vit mugu fyri­ halda okkum til, at fyri­ treyt ir nar verða broyttar, mein ar Páll Isholm. Vónar tað besta Hallið á fíggjarlógini er heilt stórt, og verður neyvan min ni á eini komandi fíggjar lóg, og truplar tíðir eru ofta sera truplar við­ víkj an di útbúgving, men Páll Isholm ivast ikki í, at skúl in verður liðugur í 2014. – Eg rokni við og hopi, at skúladepilin verður liðugur til tíðina. Tað sær realistiskt út, og depilin verður heilt víst eitt stórt frambrot fyri allan skúlaskap í Føroyum, sum fer at skapa møguleika fyri nógvum, sum er púra ógjør ligt í dag, sigur Páll Is holm, skúlaleiðari á Handils skúla num á Kambsdali. Páll Isholm, leiðari á handilsskúlanum á Kambsdali er sannførdur um, at skúladepilin við Marknagil veður miðdepilin fyri alt føroyskt miðnám Eftir ætlan skal skúladepilin við Marknagil kosta 391 milliónir krónur og vera liðugur í 2014