Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 237 - 10. desember 2009 tíðindi Marknagil Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vit skriva 2020. Skála­ fjarðar tunnilin er liðugur, skúla depilin við Marknagil hevur fungerað í nøkur ár, upp tøku økini til studenta­ skúlan eru burtur og við út bygg ing unum er blivið styttri av Nesi til glæsiliga skúlan í Havn enn til skúlan á isoleraða Kambsdali. Allur skúlaskapur í Før­ oyum er broyttur. Skúlarnir kring landið hava allir valt sær serlig fokusøki. Á Kambs dali eru altjóðagerð og ítrótt høvuðsevnið, Vest­ manna heldur fast við sína fiskivinnu og í Klaksvík halda mikrobiologarnir til. Í stóra skúlanum í Havn eru fleiri fokusøki millum teir næsta 2000 næm ing ar­ nar, og einasta orsøkin til, at ikki øll ganga í Havn er, at hinir skúlarnir ikki gera sum tey gera við Marknágil. Nakað soleiðis ímyndar Páll Isholm, rektari á Handils skúlanum á Kambs­ dali, at føroyskt miðnám fer at vera í 2020. Hann vil tó ikki fara í detalj ur við til dømis Suður­ oyn ni, men vil heldur vísa á, at alt verður broytt, og dugir at síggja, at nógvar generellar broytingar verða gjørdar. Vilja til Havnar Páll Isholm minnir tó á, at hann ikki sær tað sum ein trupulleika á nakran hátt, at nýggi skúladepilin verður gjørd ur, tí skúlin fer at skapa eina stóra menning av øllum miðnáminum í Før oyum. – Tað fer at gera, at tað vera færri dupultfunktiónir, og tað ger allan rakstur bílig­ ari og allir næmingar fara at fáa eitt sterkari til boð, heldur Páll Isholm. Hann leggur afturat, at tað sjálvandi verður so leið is, at heilt nógvir næmingar vilja til Havnar at ganga í skúla, tí har er eitt sentralt skúla um­ hvørvi – á sama hátt, sum tá studentaskúli bara var í Hoydølum. – Men natúrliga fylgjan av hesum er, at hinir skúlar nir velja sær serlig øki, sum teir fokusera uppá, sigur rekt arin á Handilsskúlanum á Kambsdali. Skúladepilin verður miðdepil fyri alt miðnám Páll Isholm, rektari á Handilsskúlanum á Kambsdali, er sann førd ur um, at tá nýggi skúladepilin – saman við Skála fjarð ar tunli num – er komin, verð ur Skúladepilin við Marknágil mið depilin fyri alt mið­ nám í Føroyum. – Tað verður betri og effek tiv ari, og hinir skúlar nir mugu velja sær ávís øki, ímyndar hann sær