Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 10. desember 2009 17 Um fíggjar- og búskapar- politikkurin ikki gerst meira ábyrgdarfullur, og Misskilta Nationalisman ikki verður slept sum bú- skaparpolitisk kumpass hjá stórum parti av Løgtingin- um, verður galin endi í Føroyum. Reyðu ávaringarljósini yvir føroyska búskapin eru tendrað. Tað var Búskapar- ráðið, ið tendraði kontakt- ina í nýggju frágreiðingini, sum kom út herfyri. Stóra orsøkin er, at gjógv- in millum inntøkur og út- reiðslur í almenna húsar- haldinum eftirhondini er vorðin so djúp, at álvarsligur vandi er fyri, at her verður galin endi hjá okkum. Hyggjuráðini frá Búskap- arráðnum eru, at politikar- ar longu nú skipa so fyri, at inntøkurnar økjast, og at útreiðsluvøksturin verður tálmaður og heldur uppat. Ráðið mælir beinleiðis til, at ein ítøkilig ætlan við málum og tíðarásetingum verður gjørd. Við øðrum orðum: Her má skil koma á í stundini! Inntøkuskerjing má steðga Sjálvandi skal man vera varin við ikki at vevja politikk upp í virksemið hjá Búskaparráðnum, ið sjálvandi skal virðast fyri sítt politiska óheftni. Tó vil eg loyva mær at vísa á, at Sambands- flokkurin í longri tíð hevur havt præsis sama boðskap sum Búskaparráðið. Aftur og aftur hava vit t. d. víst á, hvussu vanda- mikið tað er at skera seg frá inntøkum, ið eru al- neyðugar fyri vælferðina, og sum koma inn í búskap- in, einans tí at Føroyar eru við í Ríkisfelagsskapinum. Her hugsi eg sjálvandi um ríkisveitingina, sum Skaðalandsstýrið, ið kom til valdið í 1998, skar niður við meira enn 400 millión- um krónum. Henda upp- hædd skal nú hvørt ár hereftir út til skattgjaldaran sum rokning. Ikki nóg mikið við hes- um. Sama Skaðalandsstýrið og eftirfylgjandi landsstýrir hava í alt ov stóran mun hækkað útreiðslurnar uttan at seta inntøkur í staðin. Nú standa vit so har, sum Búskaparráðið so væl lýsir fyri okkum: uppi yvir einari svartari gjógv mill- um inntøkur og útreiðslur. Búskapurin er alt annað enn haldførur, er niður- støðan frá ráðnum. Vil skerja upp aftur meira Nú skuldi man so trúð, at fimmoyrað fellur hjá teimum flestu. Serliga hjá teimum, sum sita á Tingi og skulu undir at rætta fíggjar- og búskapar- politisku kósina. Men nei. Fyrr í heyst royndu vit í Sambandsflokkinum á Tingið at fáa prísreguler- ingingina av ríkisveitingini uppá 125 milliónir fyri 2010 inn aftur. “Nei”, søgdu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, tí hetta var at “býta høvdið av allari skomm”, varð sagt. Hvat hendir so nú, at kalla samstundis, sum Bú- skaparráðið kemur við sín- um sera álvarsliga varskó? Jú, nú kemur Tjóðveldi við einum uppskoti um at skerja almennu inntøkurnar við allari ríkisveitingi, tað eru 615,5 milliónir yvir fýra ár. Onki skal setast í staðin. Og onki skal sparast aftur fyri upphæddina, ið skal skerast burtur. Einasta grundgeving hjá Tjóðveld- inum fyri uppskotinum er, at ríkisveitingin er donsk. Hvat dámar tær? Álvarsligar avleiðingar Øll vita, at uppskotið frá Tjóðveldi letur seg ikki gera – og slettis ikki uttan sera álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar: • Búskaparliga aftur- gongdin sett meira ferð á spiralin niðureftir • Arbeiðsloysið hevði vaksið munandi skjótari enn nú • Trýstið á almennar skipanir og ALS hevði verið øðiligt • Vælferðin hevði verið sett nógv Harrans ár aftur í tíðina Veiku bólkarnir í sam- felagnum høvdu verið harðast raktir • Ein nýggj fólkaflyting uttan líka hevði tikið seg upp • Væl útbúgvin og dugna- lig fólk høvdu leitað sær til liviligari støð • Útbúgvin fólk høvdu neyvan komið heim aftur til Føroya Slíkar avleiðingar tiga tjóðveldisfólk burtur. Tað tænir ikki teirra sak at siga sannleikan. Upptakið verður stórt Í grundini eru bæði Javn- aðarflokkurin, Fólkaflokk- urin og Tjóðveldi líka langt burtur frá tí skilagóða politikkinum, Búskapar- ráðið mælir til. Teir báðir fyrru, tí teir vilja ikki økja sjálvsagdar inntøkur. Hin seinni tí hann eisini vil skera stóran part av inntøkunum burtur. Her er ein syndarligur standur, og upptakið verður stórt. Upptakið verður stórt Løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Í longri tíð hava lærarar, næmingar og foreldur kent seg ótrygg við støðuna viðvíkjandi, hvussu verður við 10. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla næsta skúlaár. Ótryggleikin stavar frá tí avgerð, sum býráðið hevur tikið um at flyta allar 10. floksnæm- ingar í Eysturskúlan, henda avgerð er grundað á eina meirilutatilráðing í einum áliti frá nevnd, sum varð sett at koma við tilráðingum um framtíðar skúlan í høvuðsstaðnum. Tilráðingin segði, at best var um allir 10. floksnæm- ingar komu at ganga á einum staði við egnari leiðslu og egnum hølum. Ætlanin var at skipa henda depilin í samstarv við nýggja miðnámsdepilin í Marknagili. Sjálvt um grundarlagið undir tilráðingini nú er burtur, heldur býráðssam- gongan fast við avgerðina: Bert at bjóða 10. flokk á Eysturskúlanum, og nú koma eisini onnur argu- mentir fram, sum als onki hald er í: Býráðið sigur: Tað verð­ ur ov kostnaðarmikið at um­ væla Kommunuskúlan, so 10. flokkur kann hýsast har. Allir býráðslimir eiga at minnast til, at Kommunu- skúlin er umfataður av einari heildarætlan, sum arbeiðseftirlitið kravdi varð sett í verk. Heildarætlanin er løgd fram, men síðan er bert hent tað, at tann mest niðurslitni parturin av Kommunuskúlanum er enn meiri slitin. Tá 10. flokkur ikki longur er í Kommunuskúlanum, fara næmingarnir í Skt. Frants Skúla neyvan hagar í fram- haldsdeild. At skifta skúla fleiri ferðir gevur ikki nakra meining. Hendir hetta, verða 4 flokkar færri í Tórshavnar Kommunu- skúla, t.v.s. at talan verður um 200 næmingar færri. Í ringasta føri kann hetta eisini fáa fleiri foreldur at aftra seg við at senda børn í Kommunuskúlan, og so hava vit ta fullkomnu niðurlaðingina. Býráðið sleppur undan at gera ábøtur og umvælingar fyri fleiri milliónir krónur og kunnu ístaðin ríva skúlan niður og byggja okkurt, sum kann standa sum ein varði yvir sitandi býráðs- samgongu. Tí havi eg hesar spurning- ar til býráðssamgonguna: Verða tær alneyðugu um- vælingarnar og ábøturnar í Kommunuskúlanum ikki framdar, tá 10. flokkur er fluttur inn í Eysturskúlan? Hava hinir næmingarnir í skúlanum ikki eisini tørv á, at umvælingarnar verða framdar? Hava foreldrini ikki krav uppá, at teirra børn ganga í einum skúla, har fysisku karmarnir eru í lagi? Hevur býráðið útrokn- ingar, sum vísa, at ein 10. floksnæmingur í Eystur- skúlanum kostar minni enn ein í Kommunu- skúlanum? Skal alt arbeiði, sum hevur verið lagt í at byggja 10. flokk upp til nakað, sum næmingar, foreldur og lærarar eru nøgd við, bara verða sópað til viks sum óneyðugt, námsfrøði- ligt fjas? Hví eru hvørki foreldur, lærarar ella næmingar hoyrd í hesum málinum? Er býráðssamgongan misnøgd við leiðslu og lær- arar í Kommunuskúlanum? Hava lærarar og leiðsla í Kommunuskúlanum ikki gjørt teirra skyldur? Er tað í roynd og veru ikki soleiðis, at Býráðið hevur tikið eina avgerð, og tvíheldur um hesa, sjálvt um fleiri í samgonguni ikki hava nakað veruligt argument fyri hesum? Hevur býráðið tørv á at vísa sítt vald á ein ella annan hátt? Hevur býráðið gloymt tey góðu úrslit, sum næm- ingar í Kommunu- skúlanum hava fingið í kanningum og kappingum av ymsum slag? Hevur býráðið gjørt sær greitt, at myndin av røsk- um og dugnaligum ung- dómi í miðbýnum fer at hvørva, um henda ætlan gerst veruleiki. Til seinast: Tað er skila- gott av býráðnum at halda seg til minnilutatilráðing- ina og hava tveir 10. floks- deplar í kommununi, með- an bíðað verður eftir tí eina stóra deplinum við egnum bygningum, lærarum og leiðslu. Varðveitið Tórshavnar Kommunuskúla. Tórshavnar Býráð niðurlagar Kommunuskúlan kommunuskúlalærarari í góð 38 ár Páll PoulsEn Fyrst vil eg takka Janusi Hansen fyri at reisa nógv- ar áhugaverdar spurningar í grein síni við atliti at at- ljóða sáttmálum, sum eru settir í gildi fyri Føroyar. Tað er rætt, sum tað verð- ur víst á, at tað hevur ging- ið striltið við at imple- mentera ásetingarnar í teimum sáttmálum, sum Føroyar gjøgnum árini hava tikið undir við á náttúruverndarøkinum, m.a. átjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, RAMSAR sáttmálan og AEWA sáttmálan. Nakað er tó gjørt m.a. í sambandi við sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi. Føroya Náttúrugripasavn hevur tilevnað frálíku bókina Føroya Náttúra, sum í teksti, myndum og á kortum lýsir margfeldið í føroysku náttúruni. Hetta arbeiði hevur beinleiðis við grein 6 í sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi at gera. Somuleiðis hevur Náttúrugrípasavnið skrá- sett og kortlagt øll plantu- og djórasløg í náttúruni í ein dátugrunn sambært grein 7 í sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi. Harumframt hevur nátt- úrugrípasavnið gjørt reyðlistar, hvørs endamál er at lýsa hótt plantu- og fulglasløg í Føroyum, men hetta arbeiðið gongur tíverri striltið orsakað av vantandi játtan. Somuleiðis eru á fíggjar- lógini fyri 2010 settar 2 mió. kr. av til nýggjar bygningar til Skógrøkt landsins. Arbeiðið á gróð- urstøðini og hjá Skógrøkt landsins er nettupp at verja trøð- og plantusløg í Føroyum, umframt at granska, hvørji av hesum sløgum hava góð líkindi at vaksa í Føroyum. Hetta er avgjørt ein týðandi liður í at verja plantu- og viðar- vøkstur í føroysku náttúr- uni. Harumframt skulu karmarnir gerast betri á gróðurstøðini soleiðis, at útbúgvingartilboð til ung verða innan hetta øki. Í tí stóra heila er hetta tó alt ov lítið, ið mun til, hvat verulig vernd av náttúruni krevur. Vit hava í Føroyum í alt ov mong ár verið upp- tikin av teirri sjónligu dálk- ingini í náttúruni, t.e. olju- dálking, veðurlagsbroyt- ingum v.m., men tann veru- liga hóttanin móti náttúr- uni er tann dálkingin og hóttanin, ið ikki er so sjónlig. Vit geva okkum ov lítið far um verju av plantu- og djóralívi og jørðildi, men eru í ov stóran mun upptikin av umhvørvisdálkingini ella tí, sum vit kalla teirri sjón- ligu dálkingini í náttúruni. Tað er í tøkum tíma, at vit broyta hugburð og fyrisita og verja okkara náttúru til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri hótt plantu- og djóra- sløg doyggja út. Tann nógv umrødda náttúruverndarlógin hevur verið ávegis í langa tíð, og nú hon loksins varð liðug, hevur verið til hoyringar og skuldi leggjast fyri tingið, varð hon steðgað orsakað av manglandi fígging, sum skyldast døpru fíggjarútlitunum í løtuni. Lógin um náttúru- vernd er mett at kosta um- leið 2-3 mió árliga í fyri- siting, og hetta er neyðugt at játta til hesa lóg, um hon yvirhøvur skal gera nakra nyttu. Náttúru- verndarlógin leggur nett- upp upp til vernd av nátt- úru, plantum, djóralívið og jørðildi, og vil eg raðfesta hesa lóg ovarliga og vón- andi fáa undirtøku fyri at leggja hana fyri Løgtingið hóast alt, tó við gildi- skomu 1. jan 2011. Plantagan og grøn øki Í sambandi við frálíka átaki um at hava eitt grønt frílendi í Hoydølum haldi eg, at Janus Hansen hevur misskilt meg eitt sindur. Umframt at umsita náttúru- vernd og umhvørvisvernd so umsiti eg eisini málsøk- ið býarskipan og lendis- skipan, og tað var í tí sam- bandi at talan kom inn á grøn øki og týdningin av hesum. Lógin um býar- skipan og byggisamtyktir liggur undir Innlendismála- ráðnum, og havi eg sum landsstýriskvinna eisini ábyrgd av, at grøn øki verða raðfest, og tað var í hesum sambandi, at eg tók plantaguna fram sum eitt fyrimyndarliga gott dømi uppá góða býarskipan, har man raðfesti eitt grønt øki, sum hevur fingið alstóran týdning fyri trivnaðin í einum býi. Við vón um gott samstarv og íblástur innan nátturu- og um- hvørvisvernd í Føroyum. Aftursvar til Janus Hansen landsstýriskvinna í innlendismálum AnnikA olsEn viðmerkingar