hósdagur 10. desember 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 237 - 10. desember 2009
Sjeystjørnan er dømi um ein opnan stjørnuhóp. Tokutámið um stjørnurnar
varð leingi hildið at vera leivdirnar av tí skýggi av gassi og dusti, sum hópurin
varð gjørdur úr. Nú vita vit, at so er ikki. Tokutámið er tilfar, sum (av tilvild)
er onkustaðni ímillum Sjeystjørnuna og okkum.
Kúluskapaður stjørnuhópur. Í hesum hópum eru oftast væl fleiri stjørnur enn
í opnu hópunum, og stjørnurnar í teimum eru væl eldri enn tær í opnu hópunum.
Stjørnurnar í kúluhópunum hava tí ikki so nógv tung grundevni í sær.
Strikumynd av Vetrarbreytini. Skapið er sum tvær samanlagdar fláar skálir.
Á niðaru myndini hyggja vit í kantin á skivuni, á ovaru myndini hyggja vit
niður á skivuna við spiralørmum. Í einari “halo” um skivuna eru kúluskapaðu
stjørnuhóparnir. Tvørmálið í lýsandi partinum í Vetrarbreytini er um leið 100.000
ljósár. Orsøkin, at strikað verður undir, at hetta er tann lýsandi parturin, er,
at granskarar nú vita, at breytin eisini hevur í sær tilfar, sum ikki sæst. Hevði
hon ikki tað, hevði tyngdin ikki megnað at hildið stjørnurnar í henni saman
í ármilliardir.
Tá glampar á himli stjørnulind
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 25
Sólin er ein av 100-200 mia stjørnum
í okkara stjørnubreyt, Vetrarbreytini,
sum er umgyrd av kúluskapaðum
stjørnuhópum. Eini 100 túsund ljósár
er lýsandi parturin í Vetrarbreytini
í tvørmál
Tær 5-6 túsund stjørnurnar, sum til
samans munnu síggjast við berum
eygum av jørðini, eru eins og okkara
sól stórir himmalknøttir av gløðandi
heitum gassevnum. Í kikara síggast
stjørnurnar bara sum eitt lýsandi punkt,
og ljósið frá teimum er óstilt. Á veg
ígjøgnum lofthavið um jørðina verður
stjørnuljósið brotið, tí ymsu loftløgini
hava so ymiskar optiskar eginleikar.
Tí blunka stjørnurnar. Øðrvísi er við
gongustjørnunum. Ljósið frá teimum
er ikki so óstilt, og hyggja vit at teimum
í kikara, síggjast tær sum ein lýsandi
skiva. Stjørnurnar eru og verða sum
punktkeldur, eisini í kikara.
Hyggja vit gjølla at stjørnunum,
sæst, at tær hava ymsar litir, og at tær
lýsa ikki allar líka bjart. At litirnir eru
ymiskir, er tekin um, at hitin í stjørn-
unum er ymiskur. Gløða vit eitt jarnpetti,
gløðir tað fyrst dimmreytt. So verður
reyði liturin bjartari, fer síðan í brand-
gult, gult, hvítt og blátt. Tá er jarnið
heitast. Tað er tað sama við gassevn-
unum í stjørnunum, tó at stjørnurnar
eru væl heitari enn gløðandi jarn. Tær
reyðu eru kaldastar, kanska eini 3 tús.
stig uttaná. Tær bláu eru heitastar, heilt
upp í 50 tús. stig. Innaní eru stjørnurnar
væl heitari, mió ella mia stig.
At stjørnurnar ikki allar eru líka bjartar,
kemst bæði av tí, at tær lýsa við ymsari
styrki, og av tí, at frástøðurnar eru
ymiskar. Ein ljósveik stjørna kann
á luftini sýnast bjartari enn ein ljóssterk
stjørna longri burturi. Nógvar av teimum
stjørnunum, sum av jørðini síggjast
við berum eygum, lata væl meiri ljós
frá sær enn okkara sól. Stjørnan Be-
telgeuse í Orion er t.d. fleiri hundrað
ferðir so stór sum okkara sól og lýsir
kanska sum einar 60.000 sólir!
Tvístjørnur
Nógvar stjørnur eru tvístjørnur ella
fleirdupultar stjørnur, t.e., tær eru við
tyngdarkraftini bundnar at øðrum
stjørnum. Stundum eru stjørnurnar
í einari tvístjørnu so langt hvør frá
aðrari, at til ber at síggja báðar í kikara.
Kanska er tær ójavnar til hita, tá ber
til at síggja í kikaranum, at tær hava
ikki sama lit. Stjørnan Albireo í Svan-
inum (svananevið) er dømi um tað.
Í øðrum førum eru tær so tættar, at
bara reglulig skifti í ljósinum avdúka,
at talan er um tvístjørnu. Tær verða
nevndar spektroskopiskar tvístjørnur.
Stjørnuhópar
Stjørnurnar kunnu eisini vera savnaðar
í hópar, stjørnuhópar. Ein týðiligur
stjørnuhópur, sum sæst væl við berum
eygum, er Sjeystjørnan, Pleiades. Við
ongum kikara síggjast einar 6 stjørnur
(navnið kann væl vera komið av tí,
at fólk flest áður hava sæð 7 stjørnur
við berum eygum, og at ein teirra seinni
er viknað í styrki). Í hópinum eru til
samans einar 250 stjørnur. Tað, at hesar
stjørnur eru saman í hópi, og at tær
eisini eru javngamlar, avdúkar, at tær
allar vórðu gjørdar úr sama skýggi
av gassi og dusti nakað um somu tíð.
Sjeystjørnan er ein opin (óregluligur)
stjørnuhópur. Til eru eisini kúluskapaðir
hópar. Í teimum eru oftast nógv fleiri
stjørnur, upp í eina millión stjørnur
ella fleiri. Í Vetrarbreytini eru einir
200 kúluskapaðir hópar, og vit vita
um einar 1000 opnar hópar. Stjørnurnar
í kúluhópunum eru oftast nógv eldri
enn tær í opnu hópunum. Tí hava stjørn-
urnar í kúluhópunum ikki so nógv
tung grundevni í sær. Hesi grundevni
vóru nevniliga ikki til, tá ið kúluhóparnir
vórðu gjørdir.
Vit og stjørnurnar
Eins og fólk verða stjørnur til, liva
sítt lív og doyggja. Ofta verður eisini
tosað um stjørnur, sum høvdu tær ein
frían vilja, men tað er bara fyri at tað
skal vera lættari at umrøða viðurskiftini
í teimum. Hóast stjørnurnar, allar uttan
ein, eru so ófatiliga langt burturi, er
eitt annað og beinleiðis lagnusamband
ímillum okkum og stjørnurnar. Tað
jarnið, sum við blóðinum fer runt í
kroppinum, er t.d. gjørt í onkrari stjørnu,
sum livdi sítt lív og doyði, áðrenn sólin
varð til. Upprunaliga vóru nevniliga
mest bara tvey grundevni, hydrogen
og helium. Tá ið tann stjørnan gekk
til grundar í einari sterkari spreinging,
spjaddist tilfarið úr henni í rúmdini
og “dálkaði” seinni tað skýggið, sum
varð til sólskipanina. Jørðin, sum í
stóran mun er ein jarnknøttur, og vit
menniskju eru tí bókstavliga gjørd
úr stjørnudusti. Tað er løgið at hugsa
sær, at atomini í okkum kanska hava
sitið í einari, tveimum ella fleiri stjørnum
og kanska einari millión verum, dýrum
og plantum, áðrenn vit fingu gagn
av teimum. Soleiðis er alt lív eisini
partur av kosmisku ringrásini. Tað
kann væl hugsast, at lívið er ein natúrlig
fylgja av tí, at stjørnur verða til. At
lívið so at siga er skrivað í alisfrøðiligu
lógirnar. Tað vita vit ikki enn, og at
fáa greiði á hesum spurningi er uttan
iva størsta vísindaliga avbjóðing í okkara
tíð.
Ljósið, ótrúligi boðberin
Tað kann tykjast løgið, at granskarar
kunnu vita so neyvt um viðurskiftini
í stjørnunum, tá ið ljósið frá hesum
fjaru knøttum er einasti boðberin.
Orsøkin er, at vísindini hava og hava
leingið havt ógvuliga máttmikil amboð
at granska stjørnuljósið. Atomlæran
sigur okkum, at atom bæði kunnu lýsa
og taka í seg ljós. Tá ið tað hendir,
seta tey ymsu evnini síni eyðkendu
fingramerki í ljósið. Við spektroskop-
iskum amboðum kunnu granskarar
tí lesa í stjørnuljósi sum í opnari bók.
Eitt dømi, hvussu máttmikil hesi am-
boðini eru, er næstlættasta grundevnið
helium. Tað hevur navn eftir sólini,
Helios, tí tað varð funnið í sólini, áðrenn
tað eydnaðist at finna tað á jørðini!
Tær náttúrulógir, sum galda á jørðini,
mugu ætlast at galda í stjørnunum
eisini. Á tær ber til at grunda ástøðiligar
viðgerðir viðvíkjandi stjørnunum. For-
sagnirnar kunnu so verða eftirkannaðar
við spektroskopiskum tólum.
Eins og jarðskjálvtar siga nakað um
bygnaðin í jørðini, kunnu sólskjálvtar
siga frá bygnaðinum í sólini. Úr rúmdar-
førum verða hundraðtals slíkir sjálvtar
nú eygleiddir. Granskarar kunnu tí
neyvt greiða frá bygnaðinum í sólini,
næstan metur fyri metur úr miðdepl-
inum og út, nógv betur enn teir t.d.
eru førir fyri at greina bygnaðin í jørðini.
Vetrarbreytin
Myrk kvøld við góðum sýni sæst eitt
kámt grátt tokutám eftir luftini. Vit
nevna hetta Vetrarbreytina, sum eisini
er navnið á tí stjørnubreyt, galaksa,
sum okkara sól og einar 100-200 mia
aðrar stjørnur eru partur av. Tá ið vit
hyggja at hesum tokutámi, hyggja
vit í kantin á tí skivu av dusti og gassi,
sum er í einum miðplani ígjøgnum
breytina, kós a á myndini niðanfyri.
Har er so at siga tjykkri fyri, enn tá
ið vit hyggja til viks og út í rúmdina,
t.d. eftir kós b á myndini. Hvørki eftir
kós a ella b sæst tó langt við berum
eygum. Andromedabreytin, sí seinni,
sum er um leið 2,5 mió ljósár burturi,
er eitt undantak. Hon hómast við berum
eygum.
Í einum kúluskapaðum øki, halo,
um miðplanin í Vetrarbreytini eru kúlu-
skapaðu stjørnuhóparnir við gomlum
stjørnum. Opnu hóparnir eru tættastir
inn ímóti miðplaninum í Vetrarbreytini.
Tað er ikki lætt at ímynda sær støddina
á okkara Vetrarbreyt, hundrað túsund
ljósár. Hugsa vit okkum ein eygleiðara,
sum er staddur á rondini á skivuni,
og at hann sendir eitt ljósblunk til ein
annan eygleiðara á rondini hinumegin
miðdepilin, hevði ljósið havt 100.000
ár at komið vegin fram. Hetta er lítið
av miklum í rúmdarhøpi, og tó fer
ljósið 300.000 kilometar hvørt einasta
sekund. Tað er 7,5 ferðir ummálið
á jarðarknøttinum!