hósdagur 10. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 237 - 10. desember 2009
Kassameistari hjá
Føroyingatíðindi
Pápi Sigrid var ein inn
bjóðari til jólafundin í
1888. Í Føroyingafelag
gjørdi hann ikki nógv um
seg, men børnini vóru við
“av hjarta og sál.” Sigrid
var fyrsti kassameisari í
felagnum og hevði í mong
ár Føroyingatíðindi í
avgreiðslu. Til undirhald í
felagnum skrivaði hon
skemtileikin Jákup á Møn,
sum fyrstu ferð varð
spældur vikuna eftir páskir
1890. Hann var prentaður í
Tingakrossi í 1903.
Sum árini liðu vaks bóka
sølan í stórum, og tronglig
ari gjørdist í handlinum.
Bókbindarahjúnini vóru nú
farin at eldast og fluttu yvir
í Quillingsgarð til Sigrid
og Poul. Húsini heima í
Gongini vóru nú bert nýtt
til bókahandil og bókbind
araverkstað. Húsini oman
fyri Á Bakka tey róptu,
keypti Sigrid at hava til
goymslu. Nú vóru tað hon
og maðurin, ið stílaðu fyri
handlinum, meðan pápin
hevði verkstaðið, trøðna og
kýrnar um at vera.
Í 1918 flutti alt virksem
ið niðan í gamla realskúl
an, sum Sigrid keypti fyri
kr. 25.000.
Var við til at stovna
fyrsta barnagarð í
landinum
Bókin Kvinnurøddir roknar
Sigrid fyri at vera eitt
rættuligt konubrot.
Í 1891 taka fýra fólk stig
til at gera ein barnagarð í
Havn ella “barnagoymslu”,
sum tað varð kallað tá, “so
at foreldrini ikki skullu
bera ótta fyri børnunum, tá
ið alt tað vaksna fólkið er í
útiarbeiði.”
Stigtakararnir vóru
Jacobina Restorff, verdóttir
gamla Restorff, Petra Müll
er, dóttir gamla sýslumann
in H.C. Müller, Oliver P.
Effersøe og Sigrid.
Barnagarðurin varð
fíggjaður av basarum og
innsavnan av peningi.
Hann byrjaði í marts 1892
og var opin frá sjey á
morgni til sjey á kvøldi
fyri børnum millum trý og
sjey ár. Tó var barnagarð
urin ikki opin alt árið, tí í
mars 1894 er lýsing um, at
hann letur upp 15. mars.
Hetta svarar væl til, at
munandi lønararbeiði tá í
tíðini var í summarhálvuni,
táið skipini høvdu landað
frá fyrsta túrinum.
Tey, sum stílaðu fyri,
vóru av tí “betra slagnum”
og høvdu ikki sjálvi bein
leiðis brúk fyri barnagarði.
Hetta tiltak var tí eyðkent
fyri tað vælgerðararbeiði,
sum tey, ið vóru væl fyri,
gjørdu fyri tey, sum vóru
minni væl fyri.
Tá ið Sigrid Niclasen
doyði skrivaði
Dimmalætting hesi
minningarorð:
“Nakrar merkiskvinnur eru
bornar her á landi. Sigrid
Niclasen var ein teirra.
Hon var av gamlari, góðari
føroyskari slekt, og hon
hevði øll tey eyðkenni, ið
finnast hjá tí gamla góða
føroyinginum: trúgv móti
øllum góðum gomlum,
íðin og arbeiðssom. Hon
var ein hátttmentað kvinna,
hugstór og hjartagóð.
Tá pápin, hin kendi bóka
handlarin H N Jacobsen,
fall frá, var hon í teirri
fyrstu tíðini, inntil børnini
komu til, einsamøll um at
stýra teirri eftir føroysku
viðurskiftum stóru forrætn
ing, ið er stovnað í 1865 og
soleiðis ein av teim elstu
her á landi, og førdi hetta
ikki lítið arbeiði við sær,
men væl var fyriskipað.
Sigrid Niclasen hevði
fingið ta góðu gávu, ið
eitur sálarstyrki og dirvi til
at halda fram í góðum eins
og í sorgartíðum. Í teim
seinastu árum hevur hon
havt heilsubrek, men við
okkum, ið kendu hana, var
hon bæði blíð og týð eins
og í teim góðu gomlu
døgunum. Sigrid Niclasen
varð 73 ára gomul. Hon er
nú farin heim til ta stóru
hvíldina. Friður veri við
minni hennara.”
Poul, lærarin sum
gjørdist bókahandlari
Poul Niclasen var føddur í
Sørvági 5. januar 1852.
Foreldrini vóru Niclas
Samuelsen (18091896),
óðalsbóndi norðuri í Stovu
og Súsanna Cathrine
Olesdatter (18151892,)
bæði úr Sørvági.
Poul fór á Tórshavnar
Læraraskúla í 1874, og
hann tók prógv í 1876.
Hóast hann hevði hug til
skúlayrkið, man hann ikki
hava havt embæti í bygdar
skúla. Honum dámdi væl í
Havn, men tað hevur verið
honum greitt, at tey tvey
árini á læraraskúlanum
góvu ov lítið. Tí hevur
hann sum fleiri aðrir ungir
lærarar frá teirri tíðini
tráað eftir at læra meira.
Hann kemur til København
og gevur sær stundir at
síggja seg um, tí høvuðs
staðurin átti so nógv, sum
hugtók føroyingar. Johan
Olsen úr Havn, ið tók
prógv í 1874, og Hans
Jacob Petersen, sum gekk á
læraraskúla samstundis
sum Poul Niclasen, fóru
báðir á danskar læraraskúl
ar. Poul fer eisini á dansk
an læraraskúla, men tekur
ikki prógv. Tá ið hann kem
ur aftur til Føroya, verður
hann knýttur at bókahandli
num í Havn. Hann giftist 6.
juni 1891 við Sigrid, dóttir
Mariu og H.N. Jacobsen
bókhandlara.
Ikki so sjáldan varð heitt
á hann um at undirvísa í
skúlunum í Havn, tá ið
onkrum lærara barst frá.
Hann var limur av Tórs
havnar skúlanevnd, limur
av Føroya Skúlastjórn og
var 18931897 og 1901
1905 valdur løgtingsmaður
fyri Suðurstreymoy. Í tingi
num var hann ein teirra,
sum arbeiddi fyri at fáa
sanatorium, sum tó ikki
kom, fyrr enn hann var
deyður.
Honum dámdi eisini væl
at vera millum børn, og
hann var eisini væl fagn
aður av børnum. Eitt tíðar
skeið helt hann privatskúla.
Hann doyði 19. desember í
1905. Tað varð skrivað um
hann: Han hørte til de stille
i landet, men han var en
grundhæderlig personlig
hed med et varmt hjerte for
de smaa i samfundet.
Ein beiggi Poul var
Daniel, róptur ríki Dánjal.
Hann var tingmaður 1891
1900, so brøðurnir hava
verið tingmenn samstundis.
Niclas, sonur Dánjal, var
tingmaður 19281936.
Hetta er annars ættin hjá
Jørgen Niclasen
Børnini
Poul og Sigrid blivu gift 6.
juni 1891 í Havnar Kirkju.
Børn teirra vóru:
Johanna Maria f. 1892,
deyð 1918, 26 ára gomul
Susanna Katrina
(18931949) gift við
Herluf Lützen (1887
1934). Tað var bert
Susanna, sum førdi hesa
ættina víðari. Tey fingu
tríggjar synir Jákup
Hendrik, Sigurd Paula og
Hannes. Bert Jákup
Hendrik giftist. Tað var við
Katrinu Danielsen av
Syðradali. Tey fingu tvær
døtur og ein son. Tey og
teirra eru einastu eftir
komarar hjá H.N. Jacobsen
í Føroyum.
Hans Nicolai (1894
1970) giftur við Ellen Kate
f. Bærentsen f. 1902
Sigurd Pauli Johan Erik
(18961949)
Sigrid, dóttir H.N. Jacobsen,
yvirtók bókahandilin eftir pápan
Í gamla kirkjugarði er bólkur av fimm gravsteinum við H.N. Jacobsen og hansara ætt. Jóhonnu Mariu og Hans
Nikláa Jacobsen hava vit umrøtt fyri. Hesa ferð umrøða vit dóttir teirra Sigrid og mann hennara Poul Niclasen, sum
vóru annað ættarlið í bókhandlinum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
POUL NICLASEN
F. 5. JANUAR 1852
D. 22. DECEMBER
1905
SIGRID NICLASEN
F. JACOBSEN
F. 24. APRIL 1854
D. 28. OKTOBER 1927
Sigrid Niclasen
Poul Niclasen
Sigrid spældi eisini sjónleik.
Her í 1889 í leikinum
Veðurføst
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá brøvum hjá
Oliver P. Effersøe, sum
hann skrivaði frá krígn
um millum Danmark
og Týskland í 1864
H.N. Jacobsens Bókahandil er fremsta ímyndin av bókahandli í Føroyum