hósdagur 10. desember 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 10. desember 2009
23
Heldur enn at kenna ræðslu hevði eg
hetta dulda ótolnið. Og eina ringa
samvitsku, tí at listin, sum fekk míni
skyldfólk at falla í vónloysi, fyri meg
var ein støða, eg kundi góðtaka. Tey
stúrdu fyri, at okkurt fór at henda mær
har burturi. Eg vildi til eitt stað, sum
ikki kendi meg.
Í eftirskriftini sigur Herta Müller, at evnið
burturflyting ongantíð varð umrøtt
beinleiðis, tað var tabu, tí tað minti um ta
fascist isku fortíðina hjá Rumenia. Í sinum
uppvøkstri hevur hon tí ikki hoyrt um,
hvat fór fram í hesum legum. Tosað varð
bara um tey árini við tilsipingum og
ábendingum, sum hon ikki skilti:
Innihaldið í teimum skilti eg ikki, men
eg kendi ræðsluna á mær.
Paul Celan
Kanska er tað hetta, sum býr undir
stílinum í skaldsøguni. Søgan er fortald í
tíðarrað, men tað er ikki sjálv gongdin,
sum ber søguna, tað eru myndheild irnar,
tær surrealistisku og absurdu myndirnar,
sum saman við eini staðfestandi,
undirdrivn ari lýsing av perverteraðum
veruleika, av illgerðum og kýnismu,
smúgva inn undir húðina á lesaranum.
Tað óunniliga, ófrættakenda huglagið,
metaforurnar og tann samstundis næstan
beri, í støðum eitt sindur góðvarið
forteljandi stílurin fær ein at hugsa um
tann jødiska yrkjaran Paul Celan, sum
eins og Herta Müller vaks upp í Rumenia
við týskum sum móður máli. Her verður
serliga hugsað um yrkingina “Todesfuge”,
har Celan við endurtiknum motivum, sum
í eini fugu, á kynstrugan hátt, men stutt og
frystandi, lýsir líðingina í kz-legunum.
“Eg veit, tú kemur aftur”
Áðrenn Leopold Auberg fór avstað, hevði
omma hansara sagt við hann: “Eg veit, tú
kemur aftur”. Øll fimm árini í leguni er
tað hetta, sum heldur honum uppi. Onga
løtu var hann í iva um, at hann skuldi fáa
frælsið aftur. Tá ið hann so kemur heim,
kemur hann til ein gerandisdag, sum hann
ikki kennir. Í leguni snúði tað seg um ikki
at lata lívið og siðvenjuna har fáa vald á tí,
sum var hansara samleiki ella sál, men at
verja tað móti øllum ágangi. Heimkomin
upplivir hann so, at tann heimliga verðin
er tað fremmanda, at hann við sær ber
eina aðra verð – legu verðina – sum hini
ikki kenna, og sum hevur broytt hann upp
á ein máta, so tey heldur ikki kenna hann.
Tað finnast eingi hóskandi orð fyri tí at
líða hungur. Eg noyðist enn í dag at
vísa svongdini, at eg eri sloppin undan
henni. Eg eti bókstaviliga lívið sjálvt,
eftir at eg ikki nýtist at svølta longur.
Eg eri stongdur inni i matsmakk inum,
tá ið eg eti. Eg havi, síðan eg vendi
aftur úr leguni fyri trýss árum síðani,
etið móti hungursdeyðanum.
Hungureingilin
Ein høvuðsmynd gjøgnum alla skaldsøguna er
hungur eingilin, sum hevur hertikið alt pláss í sinni
og kroppi hjá teimum, vakandi og sovandi.
Eg komi tíðliga um morgunin deyðamóður frá
náttar arbeiði. Eg havi frí nú, átti at sovið og leggi
meg og fái ikki. Í barakkini eru allar 68 sengur
tómar, allir hinir eru til arbeiðis. Okkurt dregur
meg út í tann garðtóma seinnapartin. Vindurin
foykir sín tunna kava, hann ríkir mær í
nakkanum. Við opnum hungri fer eingilin við mær
til køstin aftan fyri kantinuna. Eg gangi
stumblandi eitt petti aftan fyri hann, eg hangi
skeivan í gómasigdini. Stig fyri stig gangi eg
aftaná mínum fótum, um tað ikki eru hansara.
Hungurin er mín kós, um tað ikki er hansara.
Eingilin sleppur mær framum. Hann smæðist ikki,
hann vil bara ikki verða sæddur saman við mær.
So boyggi eg ryggin, um tað ikki er hansara. Min
gramm leiki er ráur, mínar hendur eru villar. Tað
eru mínar hendur, rusk nertur eingilin ikki. Eg
stingi epla flusið í munnin og lati bæði eygu aftur,
so føli eg tað betur, søtt og glarkent, tað frysta
eplaflusið.
Lýsingarinntøkur eru ein týðandi
partur av tilverugrundarlagnum
hjá føroysku fjølmiðlunum,
og tí leita vit støðugt eftir
nýggjum hættum at menna
hendan partin av fyritøkuni.
Tí er tørvur á fólkum, sum duga
at fáa og ikki minst arbeiða
víðari við góðum hugskotum.
Fremsta uppgávan hjá
marknaðarleið aranum er
at hava ábyrgdina av allari
van lig ari lýsingaavgreiðslu
og -samskip an. Í hesum er
roknað dagliga samskipan av
lýsingum, sum skulu í Sosialin
og strategi fyri innheintan av
nýggjum lýsingum, eins og
tilrættisleggjan av arbeiðs- og
mannagongdum á lýsingadeildini.
Eisini er tað uppgávan hjá
leiðaranum at vera partur av
arbeiðnum at menna fyritøkuna.
Herundir at seta saman nýggj
produkt á lýsingarøkinum. Greinan
av marknaðarkanningum og nýtslu
av hesum. Profilering av fyritøkuni
mót vegis umheiminum og sum
heild at styrkja fyritøkuna, soleiðis
at marknaðarstøðan hjá fyritøkuni
kann varðveitast og styrkjast.
Løn verður ásett sambært
avtalu.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg,
so er bert at senda eina umsókn
við frágreiðing um útbúgving og
royndir til okkum. Ynskir tú at fáa
meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband
við Jan Müller á tel. 341831. Tað
ber sjálv andi eisini til at senda
teldupost á jan@sosialurin.fo.
Umsóknarfreistin er 15. desember,
og miða vit eftir at seta starvið
tann 1. februar í 2010.
Sosialurin
Att.: Jan Müller
Postsmoga 76
FO – 110 Tórshavn
Til sølu- og marknaðardeild okkara søkja vit eftir nýggjum leiðara,
sum kann virka fyri framhaldandi menning av inntøkugrundarlag okkara
Sosialurin hevur seinnu árini vaksið um virksemið frá at vera eitt tíðindablað, til at verða størsta fjølmiðla-
fyritøka í landinum. Konsernin umfatar Sosialin, Rás2 og tíðindaflutningin á heimasíðunum á portal.fo,
sum er fremsta heimasíðan í Føroyum. Í dag starvast tilsamans umleið 42 starvsfólk í konsernini.
StarvSlýSing
Sosialurin 341800
Tórsgøta 1
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tey endurgivnu brotini eru tikin úr:
Herta Müller: Atemschaukel. Carl Hanser Verlag.
München 2009.
“Herta Müller, “brisée” mais résistante.” Samrøða í Le
Monde 4. desember 2009.