hósdagur 10. desember 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 237 - 10. desember 2009
PORTRETT
Hanus Kamban
Kirsten Brix
Politiskur høvundur
Í dag, tann 10. desember, fær ein týsk-
rumensk kvinna, klænvaksin og lítil, við
stórum lýsandi eyg um, nobelvirðislønina í
bókment um. Hon eitur Herta Müller, er
fødd í 1953 og uppvaksin í bygd ini
Nitzkydorf í tí týska lands partinum Banat
í Rumenia. Í 1987, tvey ár áðrenn ríkið
hjá Ceausescu fall, flýddi hon til
Týsklands, og hon býr nú í Berlin. Hon
hevur skrivað 25 bøkur. Tann seinasta,
skaldsøgan Atemschaukel (Andareiggjan),
kom í ár og verður nú umsett til heimsins
høvuðsmál.
Herta Müller er ein í odd og egg
politiskur rithøvundur. Á ungum árum
róði hon andróður móti tí kommunistiska
stýrinum í Rumenia. Hon kom upp í
Aktions gruppe Banat, ein bólk, sum
virkaði fyri frælsi og fólka ræði í tí týska
landspartinum. Tá ið tann rumenska
loynitænastan Securitate royndi at fáa
hana at njósnast fyri seg, noktaði hon.
Hon gjørdist av hesi grund óynsktur
persónur í Rumenia, misti sítt arbeiði á
eini verk smiðju og føldi, við sínum
viðkvæma sinni, at tað ríkið, hon var
borgari í, í síni grund var meinlíkt tí týska
naziríkinum, sum fall í 1945. Sjálv sigur
hon:
Alt tað, sum eg helt hava týdning í
lívinum, alt sum eg vildi vera, var
forboðið. Og alt, sum ríkið beyð mær í
staðin, vanvirdi eg.
Angistin og træmálið
Longu við síni fyrstu bók, Niederungen
(Lágmark), gjørdi Herta Müller
uppreistur, í hesum føri móti teimum
svabisku bókmentunum í Banat, við teirra
tjóðskapi og afturhaldi. Tá ið bókin kom
út, spýttu fólk í heim bygdini eftir henni,
og hárskerin sýtti fyri at klippa abba
hennara.
Hon kom soleiðis, sum aðrar bøkur
komu út, at hava bæði sítt týska heimland
og tað totalitera Ceausescu-stýrið ímóti
sær. Angistin var allastaðni, ein angist,
sum dreiv inn í merg og mønu, drap alt
lív, gleði, vinskap, kærleika. Í hesi støðu
bleiv skaldskapurin, skrivingin, einasti
útvegur, ein
lykil, sum ein kann heingja sínar dagar
á, eisini um eg veit, at tað ikki broytir
lívsins veruligu hendingar. Tað finnast
bøkur, sum geva einum henda
møguleika, tær hjá Paul Celan, hjá
Thomas Bernhard ... Eg vildi liva og
vera soleiðis, at eg kundi vera vinur
hjá teimum, eisini um teir vóru deyðir
ella eg ikki hevði kent teir. Eg leit á, at
teir tóku undir við tí, eg skrivaði. Eg
spurdi teir, innantanna: “Riggar hatta?
Er tað gott?”
Tey, sum hava lisið Paul Celan, vita, at
hansara skaldskapur tók seg upp sum eitt
slag av glíming við eitt týskt mál, sum
nazistarnir høvdu spilt. Nakað tað sama
kann verða sagt um málið hjá Hertu
Müller, munurin er bara, at í hesum føri
hevði tað totalitera Ceausescu-valdið, við
sínum hugmyndafrøðiliga “træmáli”,
skapt ta málsliga spilluna.
Eg fekk djúpa andstygd fyri
træmálinum. Har var ein gjógv millum
hetta orðabraskið um framburð og um
fólksins lukku og so hesi menniskjuni,
sum ein sá ganga til grundar.
Týskarar burturfluttir
Í eftirskrift síni til skaldsøguna
Atemschaukel skrivar Herta Müller, at
Rumenia var sam eindur hjá Týsklandi
undir 2. veraldarbardaga til 1944, tá ið tað
gav seg yvir til tann reyða herin og síðan
fór upp í kríggið móti Nazitýsklandi.
Í januar 1945 kravdi tann sovjetski
herovastin Vinogradov vegna Stalin, at
allir týskarar, sum vóru búsettir í
Rumenia, afturfyri skuldu sendast til
Sovjetsamveldið at byggja tað
krígsherjaða landið uppaftur. Allir menn
og allar kvinnur millum 17 og 25 ár í
hesum fólkabólki vórðu tá tvingilsflutt í
sovjetskar arbeiðslegur. Tað er søgan hjá
hesum fólkum, Herta Müller lýsir í
skaldsøguni.
Innihaldið í skaldsøguni byggir á
samrøður við fólk úr hennara egnu
heimbygd, mamma hennara var eisini
fimm ár í arbeiðslegu, men høvuðskeldan
er Oskar Pastior, sum hon upprunaliga
ætlaði at skriva skaldsøguna saman við.
Men hann doyði óvæntað í 2006, so
úrslitið bleiv, at hon burtur úr tilfarinum
skrivaði skaldsøguna um tann unga
mannin, sum 17 ára gamal saman við 100-
tals øðrum verður fluttur við toki, i
kríatúrvognum, til eitt ókent stað í
Sovjetsam veldinum, har hann er i fimm
ár.
Tvífalt útlagin
Leopold Auberg, sum tann ungi
høvuðspersónurin í skaldsøguni eitur, er,
tá ið boðini koma, ikki ónøgdur við at
verða sendur burtur. Góðtrúgvin sum hann
er, sær hann hetta sum ein møgu leika til at
sleppa burtur úr bygdini, har “allir steinar
høvdu eygu”. Og, hugsar hann, verður tað
ikki ov ringt, er tað kanska gott fyri meg.
Hann er nevniliga samkyndur, og hetta var
tá, og líka til 1968, í Rumenia tað sama
sum at vera brotsmaður. Varð hann tikin,
hevði revsingin verið í minsta lagi fimm
ára fongsul:
Hungureingilin
Uppteljingin
Um kvøldið var uppteljing á appellplássinum. Har stóðu tey burturfluttu ofta nógvar
tímar, deyðakomin av møði og hungri, í neyðarsligum kloddum, í øllum veðri,
meðan upptalt varð umaftur og umaftur.
Eg vandi meg til, tá ið uppteljing var, at gloyma meg sjálvan við at standa stillur
og ikki at skilja tað at anda inn og anda út sundur. Og at snara eygunum uppeftir
uttan at lyfta høvdið. Og at finna eitt horn av einum skýggi á himlinum, sum ein
kundi heingja síni bein á. Tá ið eg hevði gloymt meg sjálvan og funnið tann
himmalska krókin, helt hann mær føstum. Ofta var einki skýggj, bara líkasælt
blátt sum opið vatn.
Ofta var bara samdrigið, líkasælt grátt.
Ofta runnu skýggini, og eingin krókur stóð stillur.
Ofta brendi regnið í eygunum og klistraði mær klæðini at húðini.
Ofta beit frostið mínar innvølir sundur.
Sovorðnar dagar snaraði himmalin mínum eygum uppeftir, og uppteljingin togaði
tey niður – beinagrindin hekk uttan hald bara í mær einsamøllum.
Tann týsk-rumenski
rithøvund urin
Herta Müller lýsir
tað stalinist iska
einaveldið við eini
skriving, sum er
samanrikin, lýrisk og
surrealistisk