Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. desember 2009 – Nr. 237 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 9. desembur 1909 varð Havnar Fimleikafelag sett á stovn. Hetta hevur við sær, at felagið í gjár fylti hundrað ár, og helt tí stóran føðingardag. Nógv er broytt innan fimleik seinastu 100 árini Í gjár hátíðarhelt Havnar Fim­ leikafelag sín hundrað ára dag, og í tí sambandi er eisini bók útkomin um felagið. Tað er Sámal T. F. Johansen, sum hevur skrivað bókina, og hann staðfestir, at felagið er broytt sera nógv gjøgnum tíðirnar. – At byrja við vóru tað bara mannfólk í felagnum, nøkur ár seinni komu konufólk uppí og um seinna heimsbardaga komu børn eisini uppí. Síðan hevur tað broytt seg soleiðis, at eini 80 prosent av limunum í Havnar Fimleikafelag eru kvinnur í dag, so tað er blivin ein kvinnuítrótt burturav, sigur Sámal T. F. Johansen. Hann greiðir víðari frá, at á byrja við snúði tað mest seg um at gera einfaldar kropsligar venjingar, men at fimleikurin hevur broytt seg sera nógv til at gerast rútmiskur eisini. Fyrst við klaveri, síðan við bondum og við fløgum í dag. – Og so eru eisini so nógvar ymiskar greinir av fimleiki í dag, at vit kunnu siga, at talan er um fleiri ymiskar ítróttargreinar. Fimleikur hevur greinir, sum líkjast minni enn fótbóltur og hondbóltur, so mann kann siga, at fimleikur er ikki bara ein ítróttargrein, men ein ítróttarbólkur, fortelur høvundurin. Størsta felag Sámal T. F. Johansen er ikki sørt errin, nú bókin er komin út og føðingardagurin er hildin. – Tað kennist væl. Havnar Fimleikafelag er størsta ítróttarfelag í landinum, og tað er ikki løgið, tí tað er ein fantastiskur ítróttur. Og hóast broytingarnar hava verið øgiliga stórar, so er felagsskapurin karnin í felagnum á sama hátt, sum hon altíð hevur verið, greiðir høvundurin á bókini um felagið frá. Havnarfim- leikur í 100 ár eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Eftir at felagsmynd var tikin av einum stórum parti av limunum í felagnum vóru ballónir sendar upp í luftina Myndir: Jens Kristian Vang Uppi í høllini á Hálsi vóru ymisk fimleika innsløgv