Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. desember 2009 – Nr. 237 78 ára gamli Hákun Mortens en er elsti limurin í Havnar Fimleikafelag, og hann er sannførdur um, at bæði ungdómur og eldri fólk gera gott av fimleiki. – Tey ungu spæla alt ov nógv bólt, heldur enn at gera fim leik, sigur hann Í umleið 70 av teimum 100 árunum, Havnar Fimleikafelag hevur verið til, hevur Hákun Mortensen verið limur í felagnum. – Tað er hopileyst at siga. Áramálið dugi eg ikki at siga, men vit hava gjørt hetta slagið av fimleiki í 30 ár, tvey kvøld um vikuna. Men nær eg byrj aði at gera fimleik, tað dugi eg ikki at siga. Eg havi altíð gjørt fimleik, sig ur Hákun Mortensen Til hátíðarløtuna í gjár vóru fleiri hundrað fólk í øllum aldri, tey yngru hev ur Hákun eisini eina meining um. – Eg haldi bara tað, at tað sum ofta er galið í skúlunum er at tey gera ov lítið av fimleiki. Tey spæla mest bólt. Tey hava nógvar góðar hall ir, men tað verður ov nógv spælt, held ur eldri fimleikarin. Er væl fyri Til upphitingin klokkan 17 á ovara vøllin í Gundadali smíltist Hákun Morten sen saman við øllum hinum. – Fólk smílast, tí tey eru væl fyri. Eg eri ein maður, sum arbeiðir um dagin og geri fimleik um kvøldið, og tað er fínar greiðir. Tað skuldu øll byrjað uppá, heldur Hákun. Hann sigur eisini, at tey bestu ting ini við fimleikinum er venjingin, saman haldið og veitslurnar. Eitt afturat Hóast Hákun Mortensen er 78 ára gamal, so er hann sannførdur um, at hann tekur minst eitt ár afturat í fim leiki. – Eg taki eitt afturat, og tað havi eg sagt í fleiri ár, sigur hann. Og leggur afturat, at hann ikki kem ur burturúr fimleikinum saman við eini 20 øðrum eldri monnum. Føðingar­ dagur við manér Havnar Fimleikarfelag helt stóran føðingardag í gjár. Byrj­ að var longu klokkan 17 við upp hiting á ovara vølli í Gunda da li, har fleiri hundrað lim ir í felagnum hoppaðu, run­ nu, sveiggjaðu og strektu. Síðan var felagsmynd tikin av limunum, sum fer í søgu­ bøkur nar um tey, sum mynd­ aðu felagið í 2009. Somuleiðis vóru stórar ballón ir senda upp í luftina, sum eldru menninir í felag­ num sendu avstað. Eftir hetta var stór skrú­ gonga niðan í høllina á Hálsi, har føðingardagurin helt fram við kakao, bollum, røðum og fim l eiki. Uppi í høllini beyð Anni Kyst er, forkvinna í felagnum, fyrst vælkomin, áðrenn Sjúrður Johanne sen, limur, røddi um sín ar upplivingar í fimleiki. Fimleikur varð eisini sýndur fram, og Jógvan Arge umrøddi bók ina hjá Sámali T. F. Johan­ sen um Havnar Fimleikafelag, sum høvundurin hevði greitt frá frammanundan. Eitt sindur eftir klokkan 19 endaði føðingardagurin. -eij Á hundrað ára deg num eru umleið 1200 limir í Havnar Fim leik ar felag, og hetta er tað mesta nakran tíð. Anni Kyst er, forkvinna, er sannførd um, at fe lag ið hevur tað gott – Tað sær út til at felagið er væl fyri. Vit eru umleið 1200 aktivir limir, og tað er nokk ikki hægri enn tað sama. Um støðurnar verða betur og betur. Fimi­høllin í Gunda dali er á veg, so vit ha va góðar vónir, sigur Anni Kyster. Men í staðin fyri at foku se ra upp á ytru virðini, so fer felagið nú at hyggja meira inn eftir, og hetta merkir, at felag ið fer at royna at út búgva venjararnar meiri. Meiri breidd Seinastu fáu árini hevur breiddin í felagnum fingið meira at fara til. – Fimleikurin er fyri øll, og tí hava vit roynt at skipa so leiðis fyri, at breiddin fær meira enn tí árligu fram sýn ing ina. So vit hava gjørt nøk ur tiltøk fyri breiddina, so tey hava fingið meira at gleða seg til. Men kappingarliðini hava eisini fingið sítt, har tey nú sleppa út í heim at kappast ofta. Innan sjálvar greinirnar eru eisini stórar broytingar kom nar. – Amboðini eru blivin betri, og menningin, sum er í estetiska og am boðs fim leiki num er so øgilig í løtuni, greið ir forkvinnan hjá 100 ára føðingardagsbarninum. Elsti fimleikarin í felagnum Ongantíð havt so nógvar limir eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Myndir: Jens Kristian Vang Hákun Mortensen er elsti limurin í Havnar Fimleikafelag Tá alt var liðugt á ovara vølli í Gundadali varð marsjerað niðan í Høllina á Hálsi Stór felagsmynd varð í gjár tikin av limum í Havnar Fimleikafelag