Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2009 2 lýsing tórshavnar kommuna www.torshavn.fo Pedagogur Tórshavnar Kommuna søkir vegna Býlingshúsið á Norðasta Horni eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 32 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2010 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera hjá Býlingshúsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 28. desember 2009. Meira fæst at vita við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906, ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/nordastahorn. Pedagogar Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Kurl@ eftir einum pedagogi til barnagarð og einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 32 tímar um vikuna at byrja 4. januar 2010 ella eftir nærri avtalu. Pedagog lesandi, ið gerast liðug í jan/feb 2010, eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera hjá Býlings- húsinum á Dagstovninum Kurl@, Sundsvegur 3, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 28. des- ember 2009. Meira fæst at vita við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara á tlf. 302270, ella við at hyggja inn á heimasíðu okkara 123hjemmeside.dk/kurla. Pedagogur Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir einum pedagogi til barn við serligum tørvi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2010 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er fyribils fram til 30. juni 2010. Starvið er at arbeiða við einum barni við serligum tørvi, har dentur verður lagdur á at arbeiða við strukturi og forútsigiligheit í einum visuellum umhvørvi. Viðkomandi, ið verður settur, kemur at røkja hesa uppgávuna burturav, men kemur at vera partur av starvsfólkahópinum á stovuni hjá barninum og restini av húsinum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera hjá Barna- garðinum á Velbastað, 176 Velbastaður, í seinasta lagi mánadagin 28. desember 2009. Meira fæst at vita við at venda sær til Jóhonnu Rubeksen, stovns- leiðara tlf. 218132. Pedagogar Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir einum pedagogi til barnagarðs- stovuna Látrið, at arbeiða 35 tímar um vikuna og tveimum pedagogum til barnagarðsstovuna Rókina, at arbeiða ávíkavist 35/40 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2010 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi til vøggu- stovuna Reiðrið at arbeiða 40/30 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2010 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera hjá Býlings- húsinum millum Gilja, Postboks 3165, 188 Hoyvík, í seinasta lagi mánadagin 28. desember 2009. Meira fæst at vita við at venda sær til Jónu Guttesen, leiðara, á tlf. 302222 / 272545, ella Hildur Samuelsen, varaleið- ara, á telefon 250843. Tú kanst eisini vitja heima- síðu okkara www.123hjemmeside.dk/millum-gilja. Pedagogur Tórshavnar kommuna søkir vegna dagstovnin Lítlaskóg eftir einum pedagogi til barnagarð at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2010 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera hjá Lítlaskógi, boks 217, 110 Tórshavn, innan mánadagin 28. des- ember 2009. Meira fæst at vita við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara tlf. 219135. Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo