fríggjadagur 11. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
2
VIKUSKIFTI
Løgdu norðurlond
niður úti í Grøv
Lat ballið byrja
her og nú
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen
Forsíðumynd: Linda Larsen / Jens Kristian Vang
4 PErSónSSøga: ReGin Joensen LeitaR eftiR pápa sínum
7 90 SEKund: sóLRun micheLsen svaRaR
8 TIPS: YnskiListaRniR hJá okkum
9 10 TIng um: hiLLaRY cLinton
10 rEPorTaSJa: fóLkatinGsmenn kJakast um LoYsinG
14 Samrøða: hans andReas søLvaRá
16 rEPorTaSJa: ÚtLendskaR kvinnuR um føRoYskaR menn
19 umafTurafTurum: høGni dJuRhuus
20 TIL arbEIðIS: Rita LaRsen í vakstRaRhÚsinum
22 rEPorTaSJa: GamaLdaGs JóL í sandaváGi
24 myndarEPorTaSJa: foReLdRabóLkuR
26 máLstRikan
27 mín bESTa uPPSKrIfT: RistaðaR sóLsikkukJaRnuR
31 Tað hEndur: konseRtiR, bøkuR, sendinGaR osfR
32 VIKumyndIn: besta mYndin í vikuni
- Vit fingu sera góð skoðsmál fyri filmin, og tað kom
eitt sindur óVart á okkum, at fólk skiltu filmin so Væl,
sigur Jákup klein – ein aV næmingum á tekniska skúla í
klaksVík, ið heVur Vunnið norðurlendska filmskapping
FiLmUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Byrðin, sum vit lata frá einum ættarliði
til annað, var temaið í stuttfilminum
The Burden, sum næmingar á Tekniska
skúla í Klaksvík vunnu norðurlendska
films kapping við fyrr í vikuni.
Stuttfilmurin um avleiðingarnar av
veðurlagsbroytingunum vann kapp
ing ina Reclimate, sum var ein kapp ing
milum ung í norðurlondum. Um leið
125 filmar komu til kapping ina úr øll
norðurlondum, og á veðurlags ráð stevn
uni í Keypmannahavn varð vinn arin
funnin.
Fyrst vóru átta filmar valdir burtur
úr stóru rúgvuni við atkvøðugreiðslu.
Síðani skuldi ein dómsnevnd kjósa
vinn aran, og valið fallið á filmin hjá
næm ing unum í Klaksvík.
– Vit fingu sera góð skoðsmál fyri
filmin, og tað kom eitt sindur óvart
á okkum, at fólk skiltu filmin so væl,
tí hann var eitt sindur abstraktur. Vit
høvdu kanska roknað við, at ikki øll
fóru at skilja boðskapin, men soleiðis
var ikki, sigur Jákup Klein, ið var ein
av næmingunum í vinnandi bólkinum.
Saman við honum høvdu Jóannes
Martin Johannesen, Herman Mørkøre
og Sámal Jákup Jakobsen framleitt
filmin.
Teir høvdu fingið tveir sjónleikarar
at spæla við í filminum – annar var ungi
drongurin, sum spælir Co2maðurin, og
hin var royndi sjónleikarin Jógvan Brim
Joensen. Filmurin var tikin upp í vakra
umhvørvinum úti í Grøv í Klaksvík.
The Burden kann síggjast á heima
síðuni reclimate.net.
KLUmma
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Eg takkaði fyri meg á posthúsinum og
traðk aði út á parkeringsplássið á Óðinshædd
í Havn. Endiliga. Endiliga. Endiliga var
høvuðs ritgerðin send avstað. Eg var komin á
mál eftir fimm ára lesnað á universitetinum
(hóast eg framvegis bíði eftir úrslitinum). Ein
løta, sum ein og hvør lesandi droymir vátar
dreymar um.
Men skar eg í fagnaðarróp í kalda vind
inum har á parkeringsplássinum uttanfyri
posthúsið? Var sál mín fylt við sælari og
fagr ari findargleði? Var tann gerandisliga
melan koliin og tað ólekjandi rastloysið skift
út við kemiskar eksplosiónir í heilanum,
sum út konkurrera ein og hvønn effektivan
eydnu bolla?
Svarið er nei. Bert ein tóm og turr stað
festing av, at eg nú hevði avgreitt lortið og
skuldi víðari við lívinum. Lesandi vinfólk
ynsktu mær tillukku og gramdu seg um,
hvussu langt tey høvdu eftir á mál. Men
knapp liga skilti eg als ikki, hvat eg hevði
glett meg til. Hvat tey gleða seg til. Og hví
vit menn iskju hava so framúr evni til at billa
okk um sjálvum inn, at lívið verður betri og
ljós ari, tá eg havi nátt hesum ella hasum
mál inum.
Tí kenslan er jú ikki ókend. Hendan
støð an, tá allar fortreytirnar fyri kensluni
av lukku eru til staðar, men bara ikki lukkan
sjálv. Tá allar umstøðurnar eru júst soleiðis,
sum man hevur strembað eftir, uttan at
enda liga produktið – kenslan av nøgdsemi –
fylgir við.
Eins og tá eg fylti tíggju ár og helt, at
nú var eg vaksin. Ella tá fólkaskúlin var
liðugur. Ella tá eg fekk húgvuna í Hoy
døl um. Ella tá eg bleiv føroyameistari
við B36. Ella tá eg hevði staðið enn eina
próv tøku á universitetinum. Ella tá eg
fekk tað lestrarstarvið, sum eg vildi hava.
Ella tá eg ein fagran dag fái míni egnu
hús. Ella tá mín ikki eksisterandi Ph.D.
umsókn verður góðkend. Ella tá eg verði
professari. Stjørnureportari í Afganistan.
STaðalskrivari. Nobelprísvinnari.
Ikki tí, at vit ikki skulu seta okkum mál
her í lívinum. At seta sær mál er jú ein
absolutt fortreyt fyri at fáa nakrar upp liv
ingar og royndir inn á okkara lívskonto. Vit
skulu bara gera okkum greitt, at tað er pro
sessin og ikki endamálið, sum er tað primera.
Tað er í strembanini, at vit skulu gleðast, og
ikki einans tá heiðursmerkið endiliga kemur.
Orsakað øll tit, sum eru ov fín til Kierke
gaardklisjéir, Carpe Diemslagorð, Dalai
Lama og annan pseudofilosofiskan lumma
vísdóm. Tit, sum langt síðani eru farin í
gongd við Kafka og Foucault. Men eg kann
ikki lata vera við at nevna setningin hjá
Kierkegaard um »at være samtidig med sig
selv«. Um at halda uppat við at billa sær
sjálvum inn, at lívið verður betri og meiri
spennandi, tá eg havi nátt hesum ella avrikað
hatta.
Nei, tá er nógv stuttligari at njóta pro sess
ina. At koma til sættis við dagin í dag. At
gera sjálva ferðina so góða sum gjørligt. At
sleppa illusjónini um ta mirakuløsu hend ing
ina onkustaðni úti í framtíðini, sum neyvan
fer at koma, og sum bara flytur fokus frá
nú'inum.
Lat so heldur ballið byrja her og nú.
Næmingar og sjónleikarar, sum framleiddu
vinnandi filmin »The Burden«
INNIHALD
myND: Sjúrður SólStein