Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 238 - 11. desember 2009 FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Flogskiparar taka nú blaðið frá munninum og siga sína meini ng um útbygging av flogvøllinum í Vágum. Og tað er synd at siga, at teir stuð la undir grund gev ing un­ um fyri at leingja vøllin. »Flestu forðingarnar í Vág u m eru ikki orsaka av ein um ov stuttum vølli. Tær eru orsaka av vánaligum sýni, vindi av lágætt, (sunn­ an og útsynningur sunnan), og norðanvindi á vetri (síðu­ vind ur og kavi)«, sigur Flog­ skipara felag Føroya í skrivi. Formaðurin í felagnum Rúni Højgaard, sigur við Rás2, at hann ikki per són liga kann úttala seg um, hvar í landi num best hevði veirð at lagt ein flogvøll, men vísir til tyrlu skiparar, sum fyrr hava úttala seg í hes u m málinum. ­ Eg kann bara vísa til tyrlu s ki p arar, sum fyrr hava út tala seg um, hvar best er at leggja ein framtíðar flog vøll, sig ur Rúni Højgaard við Rás2. Hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar til, um tað er ein burturspilt íløga at leing­ ja flogvøllin i Vág u num men sigur kortini so mik ið: ­ Lat meg sláa fast, at allir flogskiparar ynskja ein long­ ri flogvøll í Vágum, men um hetta fer at økja um reglusemi loyvi eg mær at ivast í. Hvat trygdini við vík ur er tað einki mál, tí trygd in er í lagi. Tað er eing in flogskipari, sum lend ir í Vágum, um trygdin ikki er í lagi, sigur Rúni Høj­ gaard við Rás2. Skakkir Hann skilir ikki, hví tað verð ur ført fram, at ein long­ ri flogvøllur skal geva betri trygd. ­ Vit operera undir trygg­ um viðurskiftum, eisini á flog vøllinum í Vágum í dag, so eg haldi ikki, at trygd in skal verða eitt argu ment fyri at leingja flog vøll in í Vágum, sigur Rúni Højgaard. Tað hevur verið ført fram í seinastuni, at flog skip ar ar nir hjá Atlantsflog høvdu fingið munn kurv. ­ Vit gjørdust eitt sindur skakk ir, tá vit fingu brævið, men tá vit nú eftir rationali­ sera dugi eg væl at síggja, hvat er hent, og eg skilji eisi­ ni væl stjóran hjá okk um, sum hevur verið úti og vart fe lag ið, tí at flog skip a r ar eru skeivt endurgivnir um trygd og operationellu viður skift­ ini her vesturi, sig ur Rúni Høj gaard. Hann sigur, at tað hoyrir ikki heima, at slík skeiv tíð­ in di koma fram um felagið og skilir tí væl, at Magni Arge reagerar. ­ At vit so kanska hava tulk að skrivið breiðari enn ætlað, tað skal eg ikki úttala meg um, men vit kunnu so staðfesta, at har er nakað ið ger, at vit eru nakað skerdir í okkara talifrælsi. Eftir­ fylgjandi er tað so staðfest, at sjálvandi hava vit loyvi at ðúttala okkum, men tá tað kemur til operationellu inn­ an hýsis viðurskiftini, skal tað sjálvandi sam skip ast við leiðsluna, sigur rúni Høj­ gaard. Bestu loysnina Er so nøkur loysn, sum er bet ri enn hon, ið liggur á borði num nú. ­ Tað er júst spurningurin, ið øll seta sær sjálvum, og sum má svarast greitt, áðr­ enn farið verður undir eina út bygg ing av flogvøllinum har vesturi. Hvat gera vit, og hvat er langtíðar málið fyri flog viðurskifti í Før oyum sum heild, sigur Rúni Høj­ gaard. Hann sigur, at vísir tað seg, at útbygging av flog­ vølli num í Vágum er besta loys n in, so eiga vit at taka tað til eftirtektar. ­ Vit vija ikki blanda okk­ um í, hvar flogvøllurin skal liggja, vit vilja bara hava bestu loysnina, uttan mun til hvar hon so er, sigur Rúni Højgaard. Hann sigur, at tað er so ómeta liga týdningarmikið fyri okkara land og okkara menn ing, at vit fáa bestu loysn ina. Skeivar grund­ gevingar fyri útbygging Glyvursnes best Beint áðrenn blaðið fór til prentingar fingu vit fatur á Andrias Mouritsen, formanni í Tyrluskiparafelag Føroya, og hann staðfesti, at besta staðið at leggja nýggja flogvøll er á Glyvursnesi. Tyrluskipararnir eru teir, ið kenna best til turbulens og flogviðurskifti yvirhøvur, og teir hava áður ðí Sosialinum staðfest, at Suðurstreym er best egnaða staðið, at leggja flogvøll í Føroyum. Portalurin og Rás2 fylgja málinum. - Við støði í okkara roynd um mugu vit siga, at vit duga ikki at síggja, at ein út bygg ing av flog vølli num í Vágum fer at geva betur trygd og reglusemi, sigur Flog- skip ara felag Føroya Forn minni ssavn Arbeiðsloysið veksur Heldur fleiri íslendingar vóru arbeiðsleysir um seinasta mánaðarskiftið enn ein mánað frammanundan. Morgunblaðið skrivar, at arbeiðsloysið var 8,0 prosent síðst í november, og at tað var 0,4 prosentstig meiri enn síðsta oktober. Hagtølini vísa, at arbeiðsloysið var 8,5 prosent hjá monnum og 7,3 prosent hjá kvinnum tann 30. november. Hagtølini vísa eisini, at 7.300 av teimum, sum vóru arbeiðsleys í november, høvdu verið arbeiðsleys meiri í seks mánaðir ella meiri. Vinnumálaráðið væntar, at arbeiðsloysið fer at veksa í hesum mámnaðinum, so tað kemur upp á millum 8,1 og 8,6 prosent. Fekk heiðursteknið aftur Herfyri løgdu iransku myndugleikarnir hald á heiðursteknið og heiðursskjalið, sum Shirin Ebadi fekk, tá hon fekk Nobel­friðarheiðurslønina í 2003, men nú hevur hon fingið bæði aftur. Tað siga uttanríkisráðharrarnir í Noregi og Svøríki, Jonas Gahr Støre og Carl Bildt, í einari felags fráboðan. Teir siga seg framvegis stúra fyri viðferðini, sum Shirin Ebadi kann fáa í heimlandinum. Hon hevur verið uttanlands teir seinastu mánaðirnar, og teir báðir uttanríkisráðharrarnir krevja, at hon sleppur heimaftur, og at hon fær frið, tá hon kemur aftur.