Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 238 · 11. desember 2009 9 VIKUSKIFTI Lívið er fult av einsemi, vónloysi og líðing – og so er tað so stutt eisini. Woody Allen amerikanskur leikstjóri 10 tIng um Hillary Clinton Søgulig forsetakona Sum forsetakona hevði hon eiSini Sínar meiningar og var virkin í politiSkum arbeiði. nú er Hillary Clinton uttanríkiSráðharri í uSa SKemTarIn og journalISTurIn HIlmar Jan Hansen leSur SvenSKT og hevðI ynSKT, aT hInIr mIðlarnIr Tordu líKa væl Sum oyggjaTíðIndI! Miðlarnir og Eg lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. hillary var borin í heim í Chicago fyri 62 árum síðani. hon vaks upp í býunum fyrstu árini, men seinni flutti familjan til Park ridge í Illinois. ættarbondini hjá hillary eru serliga úr onglandi og Wales – men hon hevur eisini røtur í Skotlandi, Fraklandi og hollandi. Pápi hillary, hugh, hevði eitt minni tekstilvirki, sum gekk væl. mamman, doroty, var heimagangdi. hillary hevur tveir yngri brøður. í skúlanum var hillary ein yndisnæmingur hjá lærarum í Park ridge. í skúlanum fekk hon góð skoðsmál, og við tíðini var hon eisini virkin í skúlaráðum og skúlabløðum. í 1960’unum arbeiddi hillary Clinton fyri republikansk forsetavalevni. í 1964 var hon við í valstríðnum fyri Barry goldwater. í 1973 fekk hon prógv sum løgfrøðingur á yale law School og starvaðist í fleiri ár sum advokatur í arkansas. Tvær ferðir varð hon vald millum 100 teir týdningarmestu advokatarnar í uSa. í 2000 var hon fyrsta forsetakona, sum stillaði upp til eitt val í uSa. hon var vald í senatið umboðandi new york. tá ið hon í 2008 royndi at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum gjørdist hon tann kvinnan, sum hevði klárað seg best í einum slíkum vali. Men hon tapti tepurt til Barack obama. Tá ið hillary í januar í ár varð vald til uttanríkisráðharra, gjørdist hon fyrsta og higartil einasta forsetakonan, sum varð blivin ráðharri í uSa. hillary hevur ongantíð verið so vælumtókt millum amerikanarar, sum tá hon stuðlaði manninum, Bill Clinton, eftir at hendingin við monicu lewinsky kom fram. hennara umdømi millum fólk vaks við 70 prosentum í kanningum eftir hetta. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 mítt blað ‒ Sosialurin fyrst og fremst, men lesi annars stórt sæð allar avísir, eg fái upp í hondina. Danska vikublaðið Søndag kemur í húsið og tað blaði eg ígjøgnum viðhvørt. mín HeImasíða ‒ Fyrst og fremst google, ið er størsta uppfinningin síðani djúpa tallerkin ‒ og so gjarna ein breið blanding av serliga føroyskum og norðurlendskum tíðindasíðum. mín tónleIKUr ‒ melodiøsur tónleikur, ið kann fevna um fleiri tónleikasløg. Country, lættur poppur, gospel og norðurlendskt, umframt sjálvandi ymiskt føroyskt, er tað, eg mest lurti eftir. mítt sosIala netVerK ‒ Fyrst og fremst familja, vinir og kenningar, umframt tey, eg onkursvegna samstarvi við. Havi ein profil og góðar 2.500 »vinir« á Facebook, sum eg mest fái gleði av í arbeiðshøpi. Skilji ikki tey, sum tykjast liva lívið á »gronritinum« frá morgni til myrkurs. mín dVd ‒ Plagdi at brúka video, so eg fekk tikið sendingar, filmar og dystir upp, eg skuldi hyggja at seinni. Havi ein dvd-avspælara, sum verður lítið og einki brúktur, tí eg eigi bara onkran dvd við michael moore, umframt teir báðar søguligu frá una Leitisstein Hansen. mítt magasIn ‒ Plagi at lesa nøkur, ið hava við fotografering at gera, og eg haldi tað svenska Kamera & Bild, men annars geri eg ikki tað nógva við slíkan lestur, tí á internetinum nøktast stórur partur av tí tørvinum. mín sJónVarpsrøð ‒ Eingin. Sjónvarpsrøðir eru gjørdar til konufólk – eins og hesir spurningarnir heilt týðiliga eru gjørdir av konufólkum! Hví ikki heldur spyrja, hvørjum ítrótti eg hyggi at í sjónvarpinum? mín bóK ‒ Einki tekur eina góða svenska krimi, og síðstu tvær vikurnar havi eg um kvøldarnar lisið tær báðar fyrru millenium-bøkurnar eftir Stieg Larsson og eri í holt við ta triðju. Enn eigi eg á at lesa einar 25-30 av bókum mínum eftir Camillu Läckberg, Lizu marklund og mari Jungstedt, umframt nakrar eftir íslendska Arnald Indriðason. Annars dámar mær væl siðsøguligar bøkur, so sum sjálvbiografiir. mítt útVarp ‒ Ein blanding av Rás 2 og Útvarpinum. Eg havi tinnitus, so tí er deiligt at hava okkurt annað sjóðandi aftanfyri alla tíðina. morgunsendingarnar eru avgjørt tað frægasta, men annars er hugstoytt at hoyra, hvussu Útvarpið stríðist við at vera alternativ til Rás 2 – og ikki øvugt! mín telefon ‒ Ein Tattu TS 500, sum tekur tvey sim-kort, tí eg dagliga brúki tvey telefonnummur. Eg kundi ikki droymt um at havt teldupost og alt møguligt annað í telefonini, tí so hevur tú ongantíð frí. Telefonin verður bara brúkt til samrøður og sms-boð. HVat VIlt tú IKKI brúKa tíð Uppá? ‒ Fundir!!! HVat IrrIterar teg í mIðlUnUm? ‒ At teir í heilum seta dagsskráir, ið mestsum bara hava til endamáls at rættvísgera, hvørji persónlig sjónarmið fjølmiðlafólkini hava! og so irriterist eg av vánaligum málburði – bæði í skrift og talu! Ikki minst undrar tað meg, at miðlarnir ikki seta nøkur sum helst málslig krøv til síni starvsfólk. men tað avspeglar tíverri eisini, at fólkaskúlin neyvan longur er nakar skúli, men ein uppalari av politiskari korrektheit. HVat VIl tú HaVa meIrI aV í mIðlUnUm? ‒ Solosøgur! Allir miðlarnir vevja í alt ov stóran mun í tí sama. Eg kundi hugsað mær meira av øllum øðrum enn fiskivinnu, politikki og sponsoreraðum fromasjusøgum. Tað er ov ofta, at eg yppi øksl, tá eg síggi forsíðurnar og yvirskriftirnar, so tí vildi eg eisini ynskt, at hinir miðlarnir tordu líka væl sum oyggjatíðindi!