fríggjadagur 11. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 238 - 11. desember 2009
Nýggi trivnaðarstjór
in hjá Tórshavnar
kommunu kemur
frá einum starvi
sum aðalskrivari hjá
Kommunusamskipan
Føroya, og kennir
tí væl til tey viður
skifti og teir trupul
leikar, sum stóru
kommunurnar í Før
oyum arbeiða undir
og berjast við
TRIVNAÐARSTJÓRI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jóan Petur Hentze er settur
sum nýggjur trivnaðarstjóri
í Tórshavnar kommunu og
tað er eitt starv, sum hann
sær fram ímóti við spenn
ingi.
Tað er eitt øki. har eg
havi mín áhuga, og sum eg
havi arbeitt innan síðani eg
fekk mína útbúgving, og tá
trivnaðarøkið hjá Tórshavn
ar kommunu er stórt og rak
ar breitt, næstan allar borg
arar í kommununi, so er tað
í sær sjálvum ein stór
avbjóðing, sigur Jóan Petur
Hentze.
Eitt annað, sum eisini
hevði stóran týdning, tá
hann gjørdi av at søkja
starvið var, at talan er um
eitt øki, ið veruliga hevur
týdning og ger mun.
Tað verður tosað um, at
vit skulu fáa fólk heim aftur
til Føroya, og har hevur
Havnin ein avgerandi leik
lut sum høvuðsstaður. Og
at vera við til tað, sjálvt um
tíðirnar fíggjarliga ikki eru
tær bestu, er ein stór avbjóð
ing. Økið fevnir jú heilt frá
sosialmálum yvir til skúla
og mentan, sigur Jóan Petur
Hentze.
Hann sigur, at økið hevur
ógvuliga stóran týdning, tí
verður tað ikki røkt á besta
hátt, kann tað kosta við tað,
at
høvuðsstaðurin
kann
missa fólk.
Tað er tí ein stór avbjóð
ing fyri kommununa at
tryggja eina støðuga menn
ing, ikki bert í býnum her,
men í allari kommununi,
sigur Jóan Petur Hentze.
Má hanga saman
Tá eitt slíkt starv verður
søkt,
verður
sjálvandi
umhugsað, hvat starvið inni
ber og hvar setast skal inn.
Soleiðis eisini hjá Jóan
Petur Hentze.
Nú hevur kommunan
júst gjørt og ger stórar íløg
ur á skúlaøkinum, og tveir
stórir skúlar eru í ferð við
at verða bygdir, og barna
ansingarøkið er um at vera
fult útbygt, so tað, ið nú
liggur fyri framman, er
eldraøkið, sigur Jóan Petur
Hentze.
Hann heldur, at har liggur
ein stór uppgáva fyri framm
an uttan mun til, um eldra
økið verður lagt út til komm
unurnar at umsita ella ikki.
Øll økini innan trivnað
arøkið hava stóran týdning
hvør sær, og tú kanst ongan
tíð siga, at nú er liðugt á
barnaansingarøkinum ella á
øðrum økjum, tað er neyð
ugt, at alt hongur saman,
sigur Jóan Petur Hentze.
Hann sigur, at trivnaðar
økið rakar næstan allar borg
arar í kommununi, antin so
ella so. Foreldur hava børn í
ansing ella í skúla, fólk
hava foreldur í eldraansing,
og øll kunnu gera nýtslu av
mentanar og ítróttatilboð
um.
So tað eru ikki ávís øki,
ið skulu mennast serstakt,
men sjálvandi eru altíð nøk
ur øki, har íløgur skulu ger
ast, og beint nú eru tað
skúlaøki og røktarøkið, sig
ur Jóan Petur Hentze.
Góða barlast
Nýggi trivnaðarstjórin var
ein av berandi kreftunum á
fótbóltsliðnum hjá AB í 90
árunum, so ætlar hann at
leggja
serligan
dent
á
ítróttin?
Sjálvandi brenni eg fyri
ítróttinum, men ikki bert
honum. Alt mentanarøkið
er umráðandi, og har hevur
Havnin veruliga spent seg
út og hevur skapt nakrar
karmar, sum geva grundar
lag fyri at tað økið er fult á
hædd við onnur øki innan
trivnaðin í kommununi,
sigur Jóan Petur Hentze.
Hann sigur, at hann ikki
er ítróttamaður burtur av,
men heldur er fyri alla ment
an. Og hann hevur í veru
leikanum eina góða barlast
at taka við starvinum, tí
hann kemur frá starvi sum
aðalskrivari hjá Kommunu
samskipan Føroya.
Eg meti avgjørt, at eg
taki nakrar royndir við mær
í nýggja starvið. Ein partur
av arbeiðinumn seinasta
árið hevur verið kommunu
reformurin, sum landsstýrið
hevur sett skjøtil á. Har
hava vit verið ígjøgnum
nærum alt, ið hevur við
kommunur at gera, so eg
havi eitt gott innlit í komm
unalu verðina, sigur Jóan
Petur Hentze.
Harumframt hevur hann
eisini arbeitt við sosialum
og mentanarligum málum í
undanfarnum størvum.
Eg eri væl latin í, so tað
verður spennandi at sleppa
til arbeiðis við fólkunum
niðri í trivnaðarumsitingini,
sigur Jóan Petur Hentze.
Hann dugir ikki enn at
siga, nær hann ítøkiligt tek
ur við sum trivnaðarstjóri
hjá Tórshavnar kommunu,
men tað verður so skjótt
sum tilber.
Tað er ikki enn heilt greitt, nær Jóan Petur Hentze tekur við sum trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, men tað verður so kjótt, sum tilber
Mynd: Jens Kristian Vang
Havi góða barlast við mær
Samráðingarleiðari rýmdi av fundi
Samráðingarleiðarin hjá 130 menningarlondum rýmdi seint í
gjárkvøldið av fundi við danska formansskapin á
veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Lumumba Stanislaus Di
Aping, samráðingarleiðari, segði við TV2, at Danmark er í ferð við
at forkoma veðurlagsráðstevnuni. Lumumba Stanislaus DiAping
var í øðini inn á donsku stjórnina, tá bretska blaðið The Guardian
fyrr í vikuni kunngjørdi eitt skjal, sum sambært blaðnum var eitt
danskt uppskot til eina veðurlagsavtalu. G77samráðingarleiðarin
segði, at menningarlondini fóru undir ongum umstøðum at góðtaka
tað, sum stóð í tí skjalinum.
ES-ósemja um pengar
Ríkis og stjórnarleiðararnir í ESlondunum eru ósamdir
um, hvussu nógvar pengar samveldið skal veita
menningarlondunum, so tey kunnu fíggja tey nógvu
tiltøkini, sum skulu avmarka veðurlagsbroytingarnar, og
sum skulu setast í verk longu næsta ár. ES hevur fyrr mett,
at menningarlondini skulu hava millum 37 og 53 milliardir
krónur um árið tey næstu fýra árini, men á toppfundi í gjár
vóru bara fimm lond til reiðar at geva tilsøgn um hjálp.
Bretland, Svøríki, Belgia, Danmark og Finnland søgdu seg
vilja lata tilsamans fimm milliardir krónur um árið í trý ár.