fríggjadagur 11. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
10
VIKUSKIFTI
AnnAr heldur, AT
polITIKKurIn hjá ABC-
sAmgonguni er orSøKIn TIl
STórA undIrSKoTIð á KomAndI
FíggjArlóg. hIn heldur, AT
nú rIndA vIT roKnIngInA
FyrI fullveldispolitikkin
Frá 1998 TIl 2004.
ABC-sAmgongAn hevur
ført lAndið í kreppu
høgni hoydal:
Samrøða
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Frá 1998 til 2004 var skipað
fullveldi ovast á dagsskránni,
men síðani 2004 er loysingin
at kalla horvin, og seinasta
veljarakanningin gav Sambands
flokk inum størsta undirtøku.
Um tit fara í fugla perspektiv
eina løtu, hvat er so hent
seinastu tíggju árini?
Høgni: Eftir kreppuna fyrst í nítiáru
num tók ein nýggj sjálvstýrisrørsla seg
upp, sum var grundað á ta sannføring,
at tíðin var komin til at taka fulla
ábyrgd av okkara egna samfelagi.
Krepp an vísti, at ríkisfelagsskapur og
heima stýri ikki er nøkur trygd fyri før
oysk ari vælferð, og eftir valið í 1998 var
fyri fyrstu ferð nakrantíð ein meiriluti á
tingi fyri skipaðum fullveldi sum bein
leiðis máli.
Men hví eydnaðist tað ikki?
Høgni: Tí við einum so smølum meiri
luta høvdu vit eina ov veika samráð
ingar støðu, og Fólkaflokkurin leyp
frá lyft inum um fólkaatkvøðu í evsta
tíma. Tá samráðingarnar slitnaðu, um
løgdu vit okkara strategi og søgdu, at
tað, sum vit ikki kunnu semjast um
við danir, mugu vit taka sjálvi. So
skóru vit blokkin við 366 milliónum,
yvir tóku málsøkir og gjørdu klárt til
at taka fulla ábyrgd av samfelagnum.
Síð ani 2004 hevur ABCsamgongan
park erað sjálvstýrisspurningin og allar
sosi alar og búskaparligar reformar.
Við CHEsamgonguskjalinum fingu
vit so blokk niðurskurð og yvirtøkur
aftur á breddan, men beint áðrenn vit
skuldu yvirtaka serforsorgina og skerja
117 milliónir av blokkinum, uppfann
Jóannes Eidesgaard ta sonevndu lása
gøl una, og Javnaðarflokkurin leyp frá.
Tá avtornaði høvdu vit trýst Javnaðar
flokkin longri, enn baklandið toldi, og
flokkurin slapp sær úr samgonguni.
Edmund: Tann ríkisrættarligi spurn
ing urin er eitt yvir hundrað ára gamalt
mál, og seinastu øldina hevur pendulið
sveiggjað aftur og fram millum samband
og loysing. Tá Føroyar fóru á húsagang
fyrst í nítiárunum og danir bjargaðu
okkum við at pumpa tríggjar milliardir
inn í føroyska bankakervið, sveiggjaði
pendulið aftur ímóti loysingini, tí danir
fingu skuldina fyri kreppuna, hóast øll
í dag vita, at føroyingar høvdu alla
ábyrgdina. Meðan eg var løgmaður frá
1994 til 1998, fluttu vit samfelagið frá
ein um undirskoti á eina hálva milliard
til eitt yvirskot á eina hálva milliard. Frá
1998 setti fullveldissamgongan skipaða
loysing ovast á breddan, men tað bar
ikki á mál hjá teimum, og nú hevur
sambandshugsjónin aftur undanvind.
Hví tað?
Edmund: Tí at fólk síggja, at loys ing
ar modellið ikki er haldgott og søkja
heldur tann tryggleikan, sum sam
band ið stendur fyri. Tann íslendska
fyri myndin hjá loysingarvonginum
er horv in, nú Ísland er vorðið eitt
ør mundar hús, sum má hava hjálp
frá IMF fyri at yvirliva. At føroysku
bank ar nir fingu lut í bankapakka I
og II hjá donsku stjórnini vísir eisini,
hvussu týdn ingar mikið tað er at vera
partur av einum størri bankakervi, so
íslendska marran ikki endurtekur seg í
Før oyum. Eftir kreppuna í nítiárunum
mistu nógvir føroyingar álitið á danska
banka kervið, men nú hendir tað øvugta.
Nú eru donsku bankapakkarnir sjálv
bjarg ingin.
Høgni: Um nakar hevur førkað sveiggið
ímóti sambandshugsjónini, so eru tað
ABCflokkarnir sjálvir. Vit rindaðu
sjálvi fyri alla kreppuna, men kortini
byggir sambandið framvegis á ta følsku
mynd ina, at onnur bjargaðu okkum úr
trupul leikunum. Fullveldislandsstýrið
spardi tríggjar milliardir upp og rindaði
alla skuldina frá 1998 til 2004, sum var á
sjey milliardum, tá vit tóku við. Land ið
fekk 1,6 milliardir fyri Føroya Banka,