fríggjadagur 11. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 238 - 11. desember 2009
Sunnudagin klokkan
16 fara Monika Stauss
Joensen og Birgitte
Schnakenburg at
hava útgávukonsert í
Leirvíkar Bátasavni.
Hetta er í sambandi
við fløgu við klassisk
um perlum, sum júst
er komin
TilTak
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk kunnu ikki vænta sær
minni enn nakrar klassiskar
perlur í hugnaligum um
hvørvi í Leirvíkar Bátasavni
sunnudagin,
tá
Monika
Stauss Joensen á violin og
Birgitte Schnakenburg á
klaveri fara at framføra.
Hetta er ein útgávukonsert,
nú fløga, sum tær báðar
hava spælt inn, júst er
komin á marknaðin.
Tær báðar vísa á, at í
klassiskum
tónleiki
eru
mangar perlur, sum kunnu
siga okkum nakað serstakt í
ávísum løtum í lívinum.
Yndi og dýpi í hesum
tónleiki ger, at hann á ser
stakan hátt nemir við okk
ara kenslur. Burtur úr slík
um perlum úr fleiri londum
og við ymiskari bakgrund,
hava vit gjørt eitt perluband,
sum vit vóna, at fólk kunnu
fáa gleði av.
Tað siga tær báðar um
fløguútgávuna.
Birgitte
Schnakenburg
er fødd og fekk útbúgving í
Danmark, og í 2005 fekk
hon starv í Føroya Musik
skúla
sum
fylgispælari.
Síðani hevur hon spæld
ótaldar konsertir í Føroyum
og í Danmark saman við
næmingum
og
fulltíðar
tónleikarum.
Monika Stauss Joensen
er fødd í Sveits, er gift og
búsitandi í Leirvík . Hon
starvast partvís á Føroya
Musikskúla og hevur lagt
dent á kamartónleikin. Í
seks ár hevur hon verið við
til at skipa kamarkonsertir
kring landið, har hon í
fimm ár var forkvinna í
Konsertfelagnum.
Seinastu tvey árini hava
Monika og Birgitte reglu
liga spælt saman og hava
havt fleiri konsertir.
Við Finni Hansen sum
teknikara hava tey gjøgnum
hetta árið spælt tónleikar
perlur inn í Kringvarpinum,
sum nú eru givnar út á
fløgu.
Monika Stauss Joensen
og Birgitte Schnakenburg
siga, at øll eru hjartaliga
vælkomin í hugnaliga um
hvørvið í Leirvíkar Báta
savni sunnudagin klokkan
16, har kaffi verður at fáa
og okkurt heimabakað úr
køkinum hjá Moniku.
Tað er ókeypis at koma
til konsertina, har eisini ber
til at ogna sær fløguna fyri
serprís sum er 100 krónur.
Útgávukonsert í Leirvíkar Bátasavni
Birgitte Schnakenburg og Monika Stauss Joensen selja nýggju
fløguna fyri serprís eftir ókeypis konsertina í Leirvíkar
Bátasavni seinnapartin sunnudagin
Ómannaður kavbátur
Ein ómannaður kavbátur, sum fór úr New Jersey í USA í
apríl, er komin til Baiona Spania í øllum góðum. Ferðin
tvørtur um Atlantshavið var góðar 7.400 kilometrar, og tað
tók kavbátinum 221 samdøgur at sigla teinin. Kavbáturin,
sum er nógv minni enn vanligir kavbátar, hevur ongan motor,
men sigldi rak við streyminum tvørtur um Atlantshavið.
Báturin hevði tó elektroniska útgerð, sum gjørdi, at hann fór
við tí rætta streyminum. AP skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at
ein ómannaður kavbátur hevur siglt um Atlantshavið. Ein
roynd varð gjørd í fjør, men hon miseydnaðist.
Norðurkorea vil samstarva
Stýrið í Norðurkorea sigur nú, at tað er nú til reiðar at tingast
við USA fyri at linna spenningin landanna millum. Tað skrivar
almenna tíðindastovan KCNA. Politiskir eygleiðarar siga, at í
veruleikanum merkir hetta, at Norðurkorea er sinnað at fara
undir nýggjar samráðiingar við USA og grannalondini um at
sleppa teirri umstríddu kjarnorkuverkætlanini. Tann fyrra
samráðingarroyndin fór fyri bakka í februar. Ein týðandi
amerikanskur diplomatur hevur júst verið í Norðurkorea og
roynt at fáa landið aftur til samráðingarborðið.
Sonny Johannesen,
skipari, sum í nógv
ár hevur fiskað í
russiskum sjógvi í
Barentshavinum,
sigur, at trupulleik
arnir við russar
hava tikið seg upp
eftir, at militerurin
tók yvir eftirlitið í
russiska partinum av
Barentshavinum fyri
34 árum síðan
STríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit hava altíð havt sera
góð viðurskifti við russiska
fiskiveiðieftirlitið, og her
havi eg fingið nógvar góðar
vinir gjøgnum árini. Tað
var altíð ein góður dagur, tá
eftirlitið var umborð hjá
okkum. Vit sótu og prátaðu
og drukku kaffi saman og
høvdu góðar og minniligar
løtur.
Sonny Johannesen sigur,
at trupulleikin í russiska
partinum av Barentshavin
um er íkomin, síðan mili
terurin yvirtók fiskiveiði
eftirlitið.
Militerurin ánar ikki,
hvat tingini í veruleikanum
snúgva seg um, og tí koma
teir stundum eisini við spurn
ingum, sum eru púrasta úr
vón og viti – spurningum,
sum einki eiga at hava við
eitt slíkt eftirlit at gera.
Sonny Johannesen, sum í
fleiri ár hevur ført flaka
trolaran Enniberg, sigur, at
teir á seinasta túri vóru aftur
í Føroyum 27. november.
Tá vit skuldu fara at
sigla, høvdu vit samband
við eftirlitið, og teir bóðu
okkum bara sigla heim og
ynsktu okkum góða ferð.
Eins og aðrir, sum hava
verið partur av tí serstakliga
góða samstarvi, sum hevur
verið millum føroyingar og
russar,
harmast
Sonny
ómetaliga nógv um, at stýg
ur nú er komin í viðurskiftini
millum londini.
Vent í holuni
Hetta er ógvuliga harmi
ligt. Vit hava heilt síðan
1977, tá vit sum fyrsta land
gjørdu fiskiveiðiavtalu við
russar, havt eitt so fyri
myndaliga gott samstarv.
Vit hava nógv brúk fyri
rættindunum
í
russiska
partinum av Barentshavi
num, og svartkjaftaskip úr
eitt nú Murmansk hava
nógv brúk fyri rættindunum
og samstarvinum, tey hava
í okkara sjógvi.
Skiparin sigur, at vent er í
holuni eftir, at militerurin
yvirtók eftirlitið í Barents
havinum.
Nú er einki, sum tað
var, og tað ringasta av øllum
er, at militerurin slett ikki
hevur skilt sína uppgávu
sum fiskiveiðieftirlit, leggur
hann aftrat.
Sonny Johannesen vísir
á, at russar eisini hava
bjóðað upp á Skálaberg,
sum avtala er gjørd við
japanesarar um.
Men russar bjóðaðu ov
lítið, og um hetta er mátin,
teir vilja taka skipið, er
hetta ein heilt margháttligur
máti, leggur hann aftrat.
Sonna líkar ikki hetta mál
og heldur, at tað er rættiliga
lang úti, soleiðis sum Skála
berg og manningin umborð
er viðfarin.
Um allan heim er tað
galdandi, at verður skip
tikið, tí myndugleikarnir
meta, at brot eru framd á
fiskiveiðireglurnar, verður
málið latið løgregluni, sum
skjótast gjørligt kemur við
sektaruppskoti.
Sonny Johannesen sigur,
at orð finnast ikki fyri,
hvussu militerurin hevur
handfarið ítøkiliga málið
um Skálaberg.
Hetta er ein ógvuliga
keðilig vend, og føroyskir
myndugleikar eiga at gera
alt, sum gerast kann, fyri, at
viðurskiftini millum londini
verða normaliserað aftur
skjótast
gjørligt,
sigur
skiparin á Ennibergi.
Trupult síðan
militerurin yvirtók
fiskiveiðieftirlitið
- Tað er vent í holuni eftir, at russiski militerurin yvirtók eftirlitið í Barentshavinum. Nú er einki,
sum tað var, og tað ringasta av øllum er, at militerurin slett ikki hevur skilt sína uppgávu sum
fiskiveiðieftirlit, sigur Sonny Johannesen, skipari á Enniberg
Mynd: Vilmund Jacobsen