Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 238 · 11. desember 2009 11 VIKUSKIFTI SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. Nú kemur rokNiNgiN fyri fullveldisáriNi edmund joensen: og vit høvdu sum heild ein sterk­ an búskap, sum er orsøkin til, at vit ikki eru farin á heysin í dag. Ors økin til ringu støðuna nú er ein ábyrgdar­ leysur fíggjarpolitikkur síðani 2004. ABC­flokkarnir hava uppbrúkt upp­ sparingina og givið skattalættar, sum hava kostað landskassanum einar 400 milliónir, og sum ovurhitaði ein alt ov heitan búskap. Edmund: Nei nei, í dag rinda vit rokn ingina fyri ein ábyrgdarleysan loysingar politikk. Fullveldissamgongan framdi yvirtøkur og skerdi blokkin fyri knappar 400 milliónir í reinum frum­ inntøkum til landskassan, og sam­ stundis hækkaðu rakstrar útreiðsl ur­ nar á fíggjarlógini við 200 milliónum um árið. Tað skapti eitt gap, sum vit enn stríðast við, hóast eg viðurkenni, at ABC­samgongan ikki hevur verið nóg stinn at tálma útreiðslunum. Í dag kunnu vit prísa okkum lukkulig fyri, at CHE­samgongan ikki skar blokkin við 117 milliónum, og ikki minst at hon ikki yvir tók fíggjarkervið, tí so høvdu vit ikki fingið lut í bankapakkunum, og so høvdu vit endað sum íslendingar. Høgni: Viðvíkjandi fíggjarkervinum, so hevur Tjóðveldi ongantíð ætlað sær egið gjaldoyra. Eitt føroyskt fíggjar­ eftirlit snýr seg einans um at fáa lóg­ gávu ábyrgdina heim til Føroya, sam­ stundis sum fíggjarkervið sjálv andi skal vera partur av eini størri eind við eksternum eftirliti. Tjóðveldi hevur støð ugt ávarað ímóti íslendska fíggjar­ poli tikk inum seinnu árini. Og hvussu hevur danska fíggjareftirlitið tað í dag? Hvussu klárar danska bankakervið seg? Vánaligt! 40 danskir bankar eru farnir á heysin. Er tað nøkur trygd? Og við­ víkjandi tíðarskeiðinum frá 1998 til 2004, so er tað rætt, at útreiðslurnar hækk aðu, men Edmund gloymir, at vit arv aðu eina milliardaskuld, sum vit rindaðu aftur. Edmund: Tit komu til eitt sanerað sam­ felag í 1998 ... Høgni: Eitt sanerað samfelag? Almennu Føroyar skyldaðu sjey milliardir! Edmund: Ja, men samfelagið var so væl fyri. Landskassin hevði 500 milliónir í yvirskoti í 1998, og tað bara vaks ... Høgni: Ja, og vit spardu eisini tríggjar milliardir upp, sum ABC­flokkarnir nú hava oyðslað burtur. Edmund: Tann uppsparingin hevði verið nógv størri, um tit ikki skóru blokkin í vitloysi. Høgni, Tjóðveldi hevur meldað út, at blokkurin á 615 milliónir skal vera burtur í 2014. Hvussu ólukkan skal hetta bera til, tá undirskotið á fíggjarlógini helst fer at tátta í milliardina? Høgni: Orsøkin til stóru búskaparligu sveiggini er, at vit liva í eini politiskari skip an við einum blokki, sum flytur ábyrgd ina frá okkum sjálvum og til onkran annan. Í staðin fyri at halda fram við positivu gongdini frá 2004, so hava ABC­flokkarnir ført okkum út í eitt undirskot uppá eina milliard sein­ astu fimm árini. Og ein global fíggjarkreppa! Høgni: Ja, og hvat hevur skapt fíggjar­ kreppuna? Ein neoliberal hugsjón, har pengar verða sprændir inn í skipanina uttan reelt virði aftanfyri. Og tað er júst tað sama við blokkinum. Vit byggja eitt samfelag við pengum uttan nakað virðis skapandi virksemi aftanfyri. Men blokkurin kann ikki saman­ berast við tær mekanismur, sum hava koyrt heimin á heysin. Blokkurin er ein stabil inntøka hjá landskassanum, sum eingin fer á húsagang av? Høgni: Hvør er munurin? Hvussu nógv hava Føroyar ikki rindað aftur í skuld, tá vit eru farin á heysin orsakað av eini skipan, sum framleiðir ábyrgdarloysi? Loysing ella samband. Teir báðir fólkatingslimirnir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Edmund Joensen, tinglimur hjá Sambandsflokkinum, andlit til andlits í fólkatingssalinum á Christiansborg. Mynd: Jóannes s. Hansen