fríggjadagur 11. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 11. desember 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Føroysk filmslist
stóran týdning
Vit liva í eini tíð, har ávirkan uttanífrá er stór. Roynt
verður tí at hjúkla um tað, sum føroyskt er, men vit
røkka ov stutt. Ein listagrein, sum tíverri ikki hevur
verið raðfest høgt er filmur. Tað er løgið, tá hugsað
verður um, hvussu stóra ávirkan og týdning filmur á
móðurmáli og úr egnum umhvørvi hevur fyri mál og
mentan, samleika og samfelag.
Vit mugu broyta hugburð til filmslistina. Gera hana
til part av okkara skapandi gerandisdegi. Filmur er so
spennandi og gevandi miðil, at tað er ein sjálvfylgja, at
tað almenna og vinnan eru við til at lyfta.
Vit hava eisini søguligar traditiónir at vísa á. Nakrar
av fyrstu upptøkum, sum heimsins elsta filmsfelag
Nordisk Film hevur gjørt, eru úr Føroyum. Vit hava
verið ein magnet á hesum øki. Fyrst og fremst tí, at
vit eiga dramatisku náttúruna, men eisini tí at vit
eiga søgur og sagnir undir hvørjum steini. Gjøgnum
alla farnu øld hava bæði heimildar- og spælifilmar
verið tiknir í Føroyum. Men sjálvi hava vit ikki tikið
ábyrgd á hesum øki. Í áratíggju fingu føroyskir skúlar
atgongd til Statens Filmcentral og teirra tænastur, so
okkara skúlanæmingar kundu njóta gott av hesum
miðili, ið sum eingin annar kundi siga frá vandanum
við tubbakki, eykvæmi og øðrum vandamálum, ið
krevja skjóta og effektiva útbreiðslu. Men samstundis
sum tjóðskaparrørslan tók dik á seg, vildu vit standa
á egnum beinum. Eins sjálvsagt og positivt, sum tað
er, eins satt er tað, at vit samstundis frásiga okkum
útlendskar fíggjarmøguleikar at gera film. Sama er
galdandi á øðrum listarligum økjum. Tí er tað ein tung
ábyrgd hjá politikarunum at skipa so fyri, at okkara
listafólk fáa eins góða atgongd til stuðul og yrkisliga
menning av verkætlanum sum samstarvsfelagar í
útlondum vit samstarva við.
Tað er ein sannroynd, at fleiri av uppvaksandi
ættarliðnum heldur velja visuellan miðil sum film
enn góðu gomlu bøkurnar. Hetta er ein stór politisk,
fyrisitingarlig og námsfrøðilig avbjóðin. Spíranir sóust
longu við Agurk-kappingunum og framhaldandi við
filmsverkstaðnum Klippfisk, sum Tórshavnar kommuna
stuðlar. Ganga vit saman, kann hesin tilhaldsstaður
gerast eitt vakstrarhús av teim heilt sjáldsamu. Hóast
ongan føroyskan filmspolitikk ella serstaka filmsjáttan,
hittast ungfólk í Klippfisk, sum hava gjørt seg galdandi
í grannalondunum. Men uttan netverk ber ikki til.
Tað prógvaði filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir um
Jóanes Nielsen. Starvsløn er eitt gott støði, men meiri
skal til. Filmur er tann listagrein, ið er mest knýtt at
einum virkandi undirstøðukervi, heilt frá høvundum,
umvegis mynda- og ljóðfólk, til tøkniliga liðuggerð og
marknaðarføring.
Í Írlandi er almenna listarliga stuðulsskipanin soleiðis,
at starvsløn er skattafrí. Tí kemur írskur listarligur
stuðul so væl til sættis. Stuðulin vit lata listafólki sum
starvsløn er vunnin gjøgnum tógvið stríð. Flestu listar-
fólk hava ikki aðra løn at dúva uppá. Tí man tað í dag
tykjast mongum listarfólkum høpisleyst at bera helvtina
av hartvunnu krónunum aftur í landskassan. Skal lív
vera filmslistini lagað, má nýhugsan og víðsýni til.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Dimmalætting skrivar í
blaðnum, sum kom í kvøld,
tórskvøldið, ógviliga spei
rekandi um tingviðgerðina
av lógaruppskotinum um
nýggju sjúkratryggingarski
panina, Heilsutrygd, ið
skal koma í staðin fyri
avoldaðu sjúkrakassarnar.
Hevði tað bara verið ein
einkult grein, sum ein av
blaðmonnunum hevði
skrivað, hevði man kanska
fyrigivið – tað kunnu vera
so nógvar ymiskar orsøkir
til at ein persónur kann
blíva í ørviti, og tað kann
sjálvandi eisini henda fyri
ein journalist.
Men nú hevur Dimma
ikki minni enn 3 greinar
um tingviðgerðina, allar
við júst sama ørvitisliga
innihaldi. Ta einu greinina
skrivar Sveinur Tróndar
son, ta næstu skrivar
Jógvan Jákup Jákupsson,
og tann triðja er oddagrein
in, sum eg gangi út frá at
annar av blaðstjórunum
skrivar. Kann ikki trúgva at
tey øll trý eru í ørviti.
Kortini er veruleikin
tann, at tað er onki fantilsi
í tí, sum stendur um ting
viðgerðina í øllum hesum
trimum greinum.
Dimmalætting øsir seg
upp og skeldar løgtingið út
fyri, at tingviðgerðin als
ikki snúði seg um innihald
ið í lógaruppskotinum um
nýggju sjúkratryggingarski
panina, men bert um, hvar
skrivstovan við teim 8
fólkunum skuldi liggja.
Hetta er jú kolasvørt
lygn! Tað vóru 6 framsøgu
fólk fyri allar flokkarnar á
løgtingi. Tórbjørn Jacob
sen, Jaspur Vang, Jákup
Mikkelsen, Hans Pauli
Strøm, Bill Justinussen og
Kári P. Højgaard. Eftir teir
helt so landsstýrismaðurin
síni samanfatandi røðu um
málið.
Øll hesi framsøgufólk
fyri flokkarnar umrøddu
lógaruppskotið innihalds
liga. Um trupulleikarnar
við gomlu skipanini. Um
tær nógvu góðu positivu
broytingarnar, sum fóru at
koma við hesi nýggju
skipanini, um heilsutæn
asturnar, sum skuldu
veitast við nýggju skipan
ini, hvussu borgarin fór at
verða nógv betri stillaður á
øllum økjum, hvussu nógv
meira rationell og sam
haldsføst, tann nýggja
skipanin fór at verða – og
ikki minst um tær veldigu
broytingarnar í tilskots
skipanini til heilivág, sum
fóru at vera til stóran
fyrimuns fyri tey børn og
ung, fyri pensjonistar og
varandi sjúk – tvs. júst teir
bólkaranr, sum hava størst
an tørvin á heilivági.
Sjálvur helt eg tað vera
framúrskarandi fyri eina
tingviðgerð av einum
politiskum stórmáli,
hvussu væl og sakliga ØLL
framsøgufólkini hildu seg
til sjálvt málið, til kjarnuna
í málinum, og til tey posi
tivu perspektivini í málin
um um nýggju skipanina
við Heilsutrygd – og
hvussu einmælt positiv øll
framsøgufólkini vóru fyri
at fremja málið. Framsøgu
fólkini fingu eisini nógvar
viðmerkingar frá øðrum
tingfólkum. Alt var eitt tjak
um innihaldið í nýggju
skipanini – kanska onkur
onkur brúkti nøkur sekund
upp á onkra viðmerking
um plaseringina av
stovninum.
Tað er sjáldan, at eg havi
upplivað so positiva við
gerð av einum politiskum
stórmáli.
Men so einaferð, tá øll
framsøgufólk eru liðug við
sínar røður, kemur ein
einsamallur maður av
Dimmalætting og setir seg
á áhoyrarabonkin. Hann
hevur onki tól við. Onki
pappír heldur at skriva á.
Hann situr við eini fartele
fon og trýstir á knappar.
Tá eru vit í allarsíðsta
endanum av tingviðgerðini,
har einir 34 tingmenn taka
málið upp um staðsetingina
av nýggja stovninum, Heilsu
trygd. Og sjálvsagt koma
eisini tá nakrar markantar
meiningar fram um tað.
Men hetta var ein smá
lutur í tingviðgerðini tann
allar minsti parturin í sjálv
um endanum á tingvið
gerðini – tað var tá ið
Dimma varð vaknað og
blaðmaðurin kom og settist
við síni fartelefon á
áhoyraraplássinum.
Haldi tað vera ótrúliga
óseriøst og ósakligt – undir
alt lágmark fyri journa
listiskari viðgerð, sum
Dimmalætting borðreiðir
við. Tit áttu at skamma
tykkum! At ein einstakur
blaðmaður sum sagt kann
taka feil er at fyrigeva.
Men at blaðið skrivar
tríggjar greinar við ongum
skili í um hetta evnið, tað
er langt úti.
Um blaðstjórnin á
Dimmalætting – ella lesar
arnar – vilja hava prógv fyri
tí, ið eg her havi skrivað, og
sjálvir vissa seg um hvat
fyrigekk í tinginum, so ber
til her á heimasíðu løgting
sins at hoyra hvørt orð, ið
varð sagt:
www.logting.fo/files/
sound/2009/72/1/2009-72-1.html"
http://www.logting.fo/files/
sound/2009/72/1/2009-72-1.html
Við respekt fyri journali
stikkum etikki átti blað
stjórin á Dimmalætting at
sett seg at lurta – og
kanska hugsa umaftur.
Skamma teg, Dimmalætting!
framsøgumaður fyri
Javnaðarflokkin um
Heilsutrygd
HANS PAULI
StrøM
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Lesið Sosialin - so eru tit við