fríggjadagur 11. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
12
VIKUSKIFTI
Edmund: Nei nei, vit rinda einki aftur
av blokkinum, heldur ikki rentur. Hetta
eru reinar undanførslur hjá Høgna.
Blokkurin eru pengar sum all ir aðrir
avlopspengar. Støddin á blokk inum
eru skyldur, sum enn liggja í Danmark,
tí málsøkir ikki eru yvir tikin, sum
tilsamans kosta 615,5 millión ir. Hesir
pengar eru hvørki verri ella betri enn
allir aðrir pengar, og eg skilji ikki, hví
blokkurin er vorðin rótin til alt ilt. Vit
hava alla tíðina sagt, at blokkniður
skurð urin kemur okkum aftur um
brekku, og nú skulu vit rinda prísin.
Edmund, tú vilt tiðna blokkin
aftur, so upphæddin á 615
milliónir fylgir prísvøkstrinum.
Samstundis hevur tú verið við
til at geva skattalættar, sum
hava kostað landskassanum
hundraðtals milliónir. Hví skal
føroysk vælferð fíggjast við
donskum pengum, tá vit hava ráð
til ein skattalætta fyri meðal-
og yvirstættina í Føroyum?
Edmund: Blokkurin eigur at vera ein
prís talsviðgjørd upphædd fyri mál
søkir, sum danir enn umsita í Før oy
um. Blokkniðurskurðurin á 366 milli
ón ir var ein skipað yvirtøka, sum ikki
kann broytast, men fastfrystingin
var eitt politisk inntriv, sum saktans
kann broytast, tí danir eiga at gjalda
meiri, enn teir gera nú. So spyrt tú um
skattalættan. Vit hava eitt av heims
ins hægstu skattatrýstum, og vit eru í
vinnuligari kapping við londini kring
okkum, sum øll hava eitt lægri skatta
trýst. Tí lækkaðu vit skattin í 2004. Men
eg viðurkenni, at seinastu tvey árini av
val skeiðinum frá 2004 til 2008 skuldu
vit havt strikað skattalættan.
Ert tú so samdur við teimum,
sum kritiseraðu skattalættan
fyri at hita ein búskap, sum
frammanundan var nóg
heitur, m.a. Búskaparráðið?
Edmund: Ja. Altso, tað var rætt at føra
ein ekspansivan búskaparpolitikk í 2004,
men vit skuldu havt steðgað í 2006. Tað
var eitt mistak at veita skattalættar tvey
tey seinastu árini av valskeiðinum.
Høgni: Umframt at skapa sosiala
ójavn vág, so sprændi skattalættin
peng ar inn í ein glóðheitan búskap.
Vit tóku pengar úr renslinum við at
skerja blokkin, men ABCflokkarnir
hava pumpað 400 milliónir innaftur
við skatta lættum. Kostnaðarstøðið reyk
upp. Útlendska arbeiðsmegin steðg
aði. Og tað er eingin disiplin í fíggjar
stýringini mótvegis tíðini, tá Edmund
var løgmaður í nítiárunum. Taka vit
skattalættan pluss tað, sum Hans Pauli
Strøm hevur yvirtrekt ólóg liga, so hava
vit hallið í dag. At skylda uppá blokk
niður skurðin er tað reina slendrian. Og
so vil eg spyrja Edmund ein spurning:
Um danskir pengar eru so fantastiskir,
hví fer man so ikki til Danmarkar at
biðja um eina, tvær, tríggjar ella fýra
milli ardir? Hvat forðar tykkum í tí?
Edmund: Tað er tað reina møsn at
spyrja soleiðis. Blokkurin er ein skip an,
har danir rinda fyri nakrar upp gáv ur í
Føroyum, sum enn ikki eru yvir tiknar.
Um hendan upphæddin varð prístals við
gjørd, so høvdu vit fingið 125 milli ónir
afturat, sum vit hava rætt til. Sam fel agið
fór á húsagang við fullum blokki, og vit
komu á føtur aftur við fullum blokki. Vit
kláraðu at halda eina kon stanta fíggjarlóg
frá 1994 til 1998 og skaptu eitt yvirskot
á 500 milliónir, so Høgni og kompaní
kundu halda fram. Høgni, er tað partú
neyðugt at vera fá tækur fyri at føra ein
ábyrgdarfullan búskapar politikk?
‒ Taka vit skattalættan pluss tað, sum Hans Pauli Strøm hevur
yvirtrekt ólógliga, so hava vit hallið í dag, sigur Høgni Hoydal.
Sama arbeiðspláss, men tvær
politiskar visjónir. Høgni Hoydal
(vinstrumegin) og Edmund Joensen við
stóru trappuna í fólkatinginum.
myndir: Jóannes s. Hansen
Tað ábyrgdarleysa er at trútta niður í fólk,
at vit ikki klára okkum, um vit ikki fáa meiri
pengar úr Danmark, tá man sjálvur hevur ført landið
í kreppu (...) Allir flokkar siga seg ganga inn fyri einum
sjálvberandi búskapi, men um vit ikki fastfrystu
blokkin, so hevði hann verið 1,4 milliardir í dag.
Hevði tað verið ein sjálvberandi búskapur?