fríggjadagur 11. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2009
13
viðmerkingar
Gleðisrómurin var stórur tá
Berlinmúrurin fall fyri 20
árum síðani, og flest øll
frøddust um frælsið og
rættin til fríu debattina.
Men sjálvandi vóru tað
nøkur, ið mistu sína ávirk
an, tí teirra styrki lá í
monopolstøðuni, ið ikki
loyvdi fríari debatt ella
dialogi yvirhøvur.
Men hvat hevur tann
føroyski Nationalpuristiski
Málmúrurin við Berlin
múrin at gera. Jú, teir hava
tað til felags, at teirra eksis
tensur byggir á eitt slag av
diktaturi, ið ikki er í samljóð
við fólksins vilja. Teirra
nærvera gevur nøkrum fáum
eina monopolstøðu, og
rættin at diktera hvat er rætt
og hvat er skeivt. Jeg alene
vide konceptið, í breiðari
merking.
Nationalpuristiski Mál
múrurin hjá okkum er onki
undantak. Hann hevur
verið ávegis síðani 1896 og
var sostatt meir ella
minni – virkin í 113 ár.
Berlinmúrurin hinvegin
vardi bert frá 1961 til 1989
og hevði 28 ár á baki, tá
hann fall.
Tá múrar soleiðis falla
síggjast ofta fylgisyndrom
ir, og við Málmúrinum er
onki undantak. Monopol
støðan og tvørrandi trening
í at debattera vísa seg ofta
sum emotionelt og lítið
uppbyggiligt briksl og
pástandir uttan argumentir.
Stutt søguligt afturlit
Í november 1896 samdist
sjeymannanevndin í Før
ingafelagnum, V.U. Hamm
ershaimb sjálvur og Dr.
Jakob Jakobsen saman við
fimm øðrum máláhugaðum
skilamonnum, um eina
broyting í stavseting av før
oyskum, í mun til ta íslend
skt inspireraðu prototyp
una frá 1846. Grungeving
in var einføld. Eftir 50 ár
við hesi stavseting var hon
framvegis ov langt frá før
oyska málinum til nøktandi
at kunna endurgeva tað.
Bóndin gjørdist í øðini,
her skuldi onki broytast, og
uppskotið datt tískil niður
fyri. Støðutakanin hjá
Bóndanum bygdi ikki á
móðurmálslig atlit men
einans á nationalistisk atlit,
og tann Nationalpuristiski
Málmúrurin sá fyri fyrstu
ferð dagsins lós.
Hetta var ikki tað tann
tvørpolitiska / ópolitiska
sjeymannanevndin í Før
ingafelagnum hevði hugsað
sær. Teir ynsktu at móður
málið skuldi endurspeglast í
skrivtmálinum og vera fyri
allar føroyingar uttan mun
til politiska sannføring.
Líka síðani tá hevur
menningin av føroyska
móðurmálinum verið fyri
vanbýti, tí høpisleys út
reinsan og íslandifisering
hevur trokað og køvt okk
ara mál. Úrslitið kenna vit,
vanligi føroyingurin følir
seg fremmandagjørdan fyri
sínum egna móðurmáli.
Nationalpuristiski
Málmúrurin
Tann meiri hóvligi móður
málsvongurin hevði sum
frá leið ongan kjans móti tí
nationalistiskt agiterandi
vonginum við Bóndanum á
odda, og hetta varð byrjan
in til íslandificeringina av
føroyska málinum, og tann
Nationalpuristiski Málmúr
urin var komin fyri at vera.
Tann sum muddaði ímóti,
bleiv roknaður sum ikki
góður føroyingur.
Mitt í seksti árunum
kom meiri ferð á etnisku
útreinsingina av orðum,
sum bert høvdu okkurt
skandinaviskt / germanskt
íborið. Í teirra stað fingu
vit hópin av meir ella
minni íslendskum orðum,
sum øll vóru søgd at vera
so sera “fitt og snøgg”.
Mong av hesum orðum
hava síðani í ólukku máta
fremmandagjørt føroyska
málið, tí tann teoretiseraði
skylskapurin millum
málini er trupul at fáa eyga
á í praksis.
Fyri at brúka hugmyndina
hjá Hanusi Kamban, so eru
Føroyar ein grein av tí
Europeiska bulinum til fyri
umleið 100 árum síðan, og
tað er haðani vit hava fingið
okkara upplýsing, klassisku
mentan og kynstrið at hava
ein siviliseraðan dialog.
Uttan tann Nationalpuris
tiska Málmúrurin høvdu vit
framhaldandi natúrligt ligið
upp at tí europeiska bulin
um, og bókstavarnir c,q,w,x
og z høvdu tá eisini natúr
liga havt sítt pláss í alfabetin
um, eins og teir hava tað í
teimum málum vit saman
bera okkum við og
samskifta við.
Tvørpolitisk / ópolitisk
normalisering av føroyska
alfabetinum / málinum
Við Sjúrða Skaale, løgtings
limi, á odda, hevur ein
breið fjøld av tvørpolitisk
um / ópolitiskum føroying
um tikið undir við normali
seringini av føroyska alfa
betinum, og ein líka so
árvakin samd Málnevnd
hevur ásannað tað neyðuga
í broytingum í verandi
málrøktarleisti. Við sínum
pragmatiska hugburði til
føroyskt mál hevur for
maðurin í málnevndini,
Jógva í Lon Jacobsen, víst
seg at vera móðurmálinum
ein góður slóðari, sum við
við síni toleransu helst fer
at megan aftur at savna
føroyingin um okkara
móðurmál. Serliga nú
Nationalpuristiski
Málmúrurin er fallin,
skuldu útlitini verið góð.
Onkur løgtingslimur tos
aði hart, tá Sjúrður Skaale,
løgtingslimur, legði upp
skotið fram um normali
sering av føroyska alfabet
inum, og nevndi enntá
“landasvik”., men hesin
løgtingslimur er 113 ár ov
seinur á sjóarfallinum, tí
tað var júst fyri 113 árum
síðan, at tann stórsta ræðu
gerðin fór fram móti okkara
móðurmáli. Ikki bert móti
málinum sjálvum men eis
ini persónliga móti faðirin
um til føroyska skrivtmálið
V.U. Hammershaimb og
hjálparmanni hansara Dr.
Jakob Jakobsen. Tað var tá
misskilt nationalisma tók
ræði á málinum, og tað er
átaluvert.
Gevandi tjóðskaparstríð
Tað gevandi
tjóðskaparstríðið fyri
sjálvberandi búðskapi og
virðiligum og realistiskum
samskifti við øll heimsins
lond, taka allir føroyingar
undir við, men hetta skal
ikki forvekslast við nation
alpuristiskan málpolitikk
við eittans endamáli:
Succesivt at saga føroysku
greinina av tí europeiska
bulinum og gera føroyskt
til eina íslendska mál
koloni. Restin hevði fylgt
eftir seinni. Risin og Kell
ingin gjørdu eina roynd á
sinni, men eisini tey vóru
steðgaði í tøkum tíma.
Ìslendskt mál er eitt
framúr gott og fornt
mál hjá íslendingum,
men tað sampakkar
ikki við
okkara meir ella minni
europeiskt samantvinnaða
móðurmál, har eisini mest
øll okkara fakterminologi
stavar frá. Málið verður
sagt at vera sálarinnar
spegil, so tað er ikki hvørs
mans føri at broyta, og als
ikki um endamálið er ein
nationalpuristiskt etnisk
útreinsing, tí málið er fyri
øll og ópolitiskt.
Við at útskifta ov nógv úr
móðurmálinum fer ikon
fyrimunurin, tvs. spontant
at kunna kenna og reflekt
era orð og terminologir, og
so er talan ikki longur um
eitt móðurmál, men um eitt
fremmandagjørt substituer
að mál í onganmannalandi.
Rikard Long
Rikard Long (18891977),
mál og bókmentagransk
ari, yrkjari og politikari var
á ungum árum heitur tals
maður fyri málreinsan,
men kom seinni til ta sann
føring, at málreinsan, ið
lúkar fremmand orð úr
málinum, vil køva tað
natúrliga talumálið, og tí
vendi hann málreinsanar
kósini bakið og gjørdist
aktivur móstøðumaður
móti málreinsan. Men
hann og fleiri við honum
fingu sanniliga at føla,
hvat tað var ikki at vera
samd við ta nationalpurist
isku linjuna, tey blivu
hildin uttanfyri ella rættari
sagt: fryst úti!
Breitt Málráð
Nú tann Nationalpuristiski
Málmúrurin í 113 ár endi
liga er fallin, er føroying
urin á veg til at fáa sítt
móðurmál góðkent og
legaliserað.
Eftir er bert at fáa eitt
breitt kompetent Málráð,
ið megnar at umboða mál
ið sum tað er, soleiðis at
málið verður eitt virðiligt
og smidligt samskiftisam
boð – bæði úti og heima
og ikki minst sum tann
mentunarligi dýrgripur, vit
øll halda av.
Ongin føroyingur má
nakrantíð aftur føla seg
fremmandagjørdan á sínum
egna móðurmáli – hvørki í
skrivt ella talu..
GOTT MÁLSTEV ØLL
SOMUL
Nationalpuristiski Málmúrurin í Føroyum fallin
– 20 ár eftir at Berlinmúrin fall
Regin eikhólm
Í eitt longri tíðarskeið
hevur nógv verið sagt og
skrivað um dagføringina
av Vága Floghavn
Flogskiparar eru eisini
drignir inn í kjakið. Mill
um annað eru vit í fjølmiðl
unum lagdir undir at hava
sátt iva um trygdina í dag
ligu operatiónini hjá Atlan
tic Airways, eins og vit eru
lagdir undir onnur ting.
Flogskiparafelag Føroya
kennir seg tí noytt til at
siga nøkur orð um málið.
Fyri tað fyrsta mugu vit
staðiliga afturvísa, at ivi er
um trygdina! Vit sita sum
evstu ábyrgdarar fyri hund
raðtals ferðafólki dagliga.
Var minsti ivi um ta opera
tionellu trygdina, so hevði
eingin flogskipari sett seg
umborð á nakað flogfar.
Men greitt er kortini, at
flogvallarviðurskiftini í
Føroyum ikki eru optimal.
Flogbreytin í Vágum er
stutt og smøl, og ger hetta,
at bert ávísar flogtypur
kunnu brúkast – sjálvt tey
vælegnaðu BAE/RJflog
førini, sum nýtt verða nýtt
í dag, hava avmarkingar í
Vágum.
Ført hevur verið fram
farnu vikurnar, at ein longd
ur flogvøllur fer at kollvelta
flúgvingina radikalt.
M.a. hevur verið sagt, at
vit mugu fara undir at
dagføra Vága Floghavn við
tí grundgevingin, at tað fer
at geva betri trygd og
reglusemi.
Hetta skilja vit ikki. Tí,
sum sagt: Trygdin er í lagi
sum nú er. Tá ivamál eru,
lenda vit ikki i Vágum. Vit
lenda bara, tá tað er trygt
at lenda.
Og um so var, at trygdin
ikki var í lagi, eiga allar
útbyggingar at verða steðg
aðar beinanvegin. Tí vit
kunnu ikki rokna við, at ein
longri vøllur hevur við sær
tær stóru broytingarnar.
Einastu broytingar, vit
kunnu rokna við, eru, at
verandi flogfør kunnu økja
um lastina, og at størri
flogfør kunnu nýtast, hesi
tó við somu avmarkingum
sum verandi flogfør hava á
verandi vølli.
Flestu forðingarnar í
Vágum eru ikki orsaka av
einum ov stuttum vølli.
Tær eru orsaka av vánalig
um sýni, vindi av lágætt,
(sunnan og útsynningur
sunnan), og norðanvindi á
vetri (síðuvindur og kavi).
Sørvágsfjørður kann
stundum vera avbjóðandi,
og tí eru eisini avmarking
ar har.
Tað hevur í kjakinum
verið ført fram, at um ein
skal sleppa undan Sørvágs
firði, kann ein bara flúgva
inn yvir Miðvág við undan
vindi (sunnanvindi) –
hetta, eftir at flogvøllurin
er longdur.
Til hetta mugu vit siga,
at meira enn tjúgu ára
royndir hava lært okkum,
at hetta er ikki annað enn
ynskidreymar – tann dagin
tú ikki hættar tær at flúgva
inn gjøgnum Sørvágsfjørð,
skal tú halda teg burtur!
Innflúgving yvir Miðvág á
sunnanætt, er um nakað,
enn torførari enn innflúgv
ing vestanífrá.
Flogskiparafelag Føroya
er ikki ímóti eini útbygging
av flogvøllinum.
Men vit vilja við hesum
eftirlýsa meiri nágreinilig
um og sakligum grundgev
ingum enn teimum uppá
haldum um trygd og reglu
semi, sum førd hava verið
fram. Tí við støði í okkara
royndum mugu vit siga, at
vit duga ikki at síggja, at
ein útbygging av flogvølli
num í Vágum fer at geva
betur trygd og reglusemi.
Vinarliga
Flogskiparafelag Føroya
Flogvallarmálið