Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 238 · 11. desember 2009 13 VIKUSKIFTI Høgni: Nei, men hvat skapar ein trygg­ an búskap? Tað er tað, sum vit skapa sjálvi. Allir flokkar siga seg ganga inn fyri einum sjálvberandi búskapi, men um vit ikki fastfrystu blokkin, so hevði hann verið 1,4 milliardir í dag. Hevði tað verið ein sjálvberandi bú­ skapur? Um vit fingu alt fíggjað, hvørja ferð vit vóru í kreppu, hvar hevði samfelagið so verið? Hevði nakað verið broytt í føroyskum politikki? Í okkara fiskivinnu, úflutningsvinnu, útbúgv­ ingarøki o.s.fr.? Okkara politiska pro­ sjekt snýr seg einans um, at vit gerast myndug og taka ábyrgd. Um man ikki tekur undir við hesum, so skal man bara melda greitt út, at vit vilja liva av donskum pengum fyri altíð og hava Hetland sum fyrimynd. Edmund: Allir føroyingar ynskja ein sjálv ber andi búskap, men tað kann ikki gerast við loysing og við kvetting. Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst. At frysta blokkin er at forbróta seg ímóti skip­ anini. Vit hava hvørt oyra fyri neyðini, nú undirskotið táttar í milliard ina. Høgni: Tað ábyrgdarleysa er at trútta niður í fólk, at vit ikki klára okkum, um vit ikki fáa meiri pengar úr Danmark, tá man sjálvur hevur ført landið í kreppu. Hvør fokuserar mest uppá blokkin? Eru tað vit, sum vilja klára okkum uttan, ella tit, sum dag út og dag inn siga, at orsøkin til núverandi støðuna er, at vit ikki fáa hægri blokkstuðul? Hesin hugburðurin oyðileggur alt áræði og alla vón í Føroyum. Edmund: Tað eru vit, sum skapa ta størstu vónina, tí tað eru vit, sum hugsa um vælferðina og um at gera Føroyar so ríkar sum møguligt. So einfalt er tað. Høgni: Tit skapa bara ræðumyndir, tí hjá tykkum er loysnin ikki í Føroyum, men í Danmark. Tykkara boðskapur er grundleggjandi, at vit klára okkum ikki sjálvi, og tí mugu onnur orna tingini fyri okkum. Til seinast tit báðir, hvørja framtíð hevur ríkisfelagsskapurin? Høgni: Partapolitiskt er ríkisrættarligi spurningurin parkeraður, men í longd­ ini eri eg bjartskygdur, tí vit eru komin til »a point of no return«. Sjálvt Sam­ bands flokkurin bakkar heldur ikki aftur í tíðina, tá nýggj stig eru tikin á sjálv stýrisleið. Teir fýra flokkarnir, sum siga seg ynskja einar sjálvstøðugar Før oyar (Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, blðm.) hava yvir 60 prosent av atkvøð­ unum, so sjálvstýrisrørslan veksur støð ugt. Trupulleikin er sjálvandi, at Fólka flokkurin situr á tveimum hestum og var enntá við til at samtykkja tvær lógir, sum bara avmarkaðu okkara natio nala sjálvræði (yvirtøkulógina og uttan ríkispolitisku heimildarlógina, sam tyktar í 2005, blðm.). Edmund: Ríkisfelagsskapurin hevur eina bjarta framtíð. Eftir at fullveldis­ landsstýrið gav upp í 2004, hevur ABC­ samgongan dagført heimastýrislógina við yvirtøkulógini og heimildarlógini, sum var ein søgulig nýskipan við stórum meiriluta í tinginum. Moderniseringin var ein víðkan av heimastýrislógini, og øll ábyrgdin liggur nú í løgtinginum. Slíkar nýskipanir verða ikki framdar á hvørjum degi, og tí má loysingin hjá Tjóðveldi bíða, inntil flokkurin fær einsa mallan meiriluta á tingi. ‒ Allir føroyingar ynskja ein sjálvberandi búskap, men tað kann ikki gerast við loysing og við kvetting. Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst, sigur Edmund Joensen. Fólk síggja, at loysingarmodellið ikki er haldgott og søkja heldur tann tryggleikan, sum sambandið stendur fyri. Eftir kreppuna í nítiárunum mistu nógvir føroyingar álitið á danska bankakervið, men nú hendir tað øvugta. Nú eru donsku bankapakkarnir sjálv bjargingin.