fríggjadagur 11. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 238 - 11. desember 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í sambandi við at urnan við Jákup Thorsteinsson er
komin heim, verður minningarhald í kirkjugarðskap
ellinum í Havn leygardagin 12. desembur kl. 13.00
Andlát og jarðarferðir
Føðingar
20. november fingu Regina Sunnva Bech og André
Delmarsson Kjærbo, Sumba, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4000 gr.
3. desember fingu Harryet Eysturtún Joensen og
Andreas Mouritsen, Tórshavn, tvíburar, drong og gentu.
Drongurin var 51 cm langur og vigaði 2710 gr, gentan
var 49 cm long og vigaði 2360 gr.
3. desember fingu Anna Müller og Meinhardt Joensen,
Klaksvík, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði
3950 gr,
3. desember fingu Kristina Hovgaard Clementsen og
Jóannes Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3500 gr.
4. desember fingu Ingun og Birni Hansen, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr.
7. desember fingu Arndis Svabo Samuelsen og
Eyðfinn Fjallsbak, Valby, DK, ein son. Hann var 50
cm langur og vigaði 2950 gr.
8. desember fingu Jóna av Vollanum og Bárður Kjeld,
Saltnes, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3750 gr.
9. desember fingu Marianna OleJacobsen og Gunn
leivur Torleivsson, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 56 cm
long og vigaði 4450 gr.
Leygardagin 12. desember
eru 100 ár liðin síðan brøðra
samkoman á Vági byrjaði í
1909. Tey vóru fimm fólk:
Dias Godtfred og konan
Kristina,
Johan
Nicolai
Smith og konan Elin og
Kristoffur Larsen, Porkeri,
sum komu saman til breyð
bróting í húsunum hjá Diasi
Godtfred. Síðan 1920 hevur
samkoman
hildið
til
í
salinum Bethel.
Í sambandi við 100 ára
haldið verður eitt serligt til
tak leygarkvøldið 12. des
ember kl. 20, har samkomu
søgan verður lýst við mynd
um og frásagnum. Suðuroy
arkórið og onnur syngja.
Eisini sunnudagin verður
eitt serligt møti við luttøku
úr samkomunum í oynni.
-red
Samkoman í Bethel 100 ár
1. Ein lítlan blett á Føroya jørð
er øll tann mold, eg eigi.
Eitt stað har reyða rósan grør,
og reinfan prýðir leiðið,
har lotið gjøgnum blómur fer,
mín blettur er.
2. Eg eri rík eg eigi mold
so mikið, sum mær krevur.
Og hon, eg elski mest á fold,
nú djúpt í moldum svevur.
Tí øll tann mold, mær lívið gav,
er hennar’ grav.
3. Ein sólskinsmorgun svav hon inn
til dag, sum aldri endar,
tá várligt lot mær streyk um kinn,
sum hennar’ mjúku hendur,
og teskar: “Hon, tú hevði kær,
er ikki har.”
4. Lat dustið liggja niðri har,
tað er jú ikki móðir.
Sjálv spákar hon í Edens garð’
við kenningum, so fróir.
Frá mær, Gud, mammu blómu gev
for hennar’ strev.
Umsett úr norskum
Effie
Maria Rubeksen
f. 01.11.1915 - d. 27.11.2009
Diamantbrúdleyp
Leygardagin 12. des. hava hjúnini Herbjørg og Eiler Egholm,
Gripsvegur 29, Tórshavn, diamantbrúdleyp. Dagurin verður
hildin heima saman við systkjum og døtrum við familju.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen,
Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í
Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. des. hava vit Kára og Abraham Løkin, Runavík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í
Leirvík frá kl. 18. Tey ynskja at gleða okkum við at koma,
kunnu siga frá á tlf. 221980 (abraham) ella 272777 (Kára)
áðrenn fríggjadagin 11. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen,
Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu
í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534
(Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henryo@olivant.fo
ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
Prógv
Bjørghild Djurhuus hevur 4. des. tikið prógv, sum coach frá
Grow2 í Danmark.
merkisdagar
Mánadagin 14. desember
letur ein framsýning upp í
hølunum hjá Dimmalætting
á Smyrilvegi í Havn.
Talan er um eina sølu
framsýning við karikatur
tekningum hjá Martini Tór
garð (yngra), sum hevur
teknað fyri Dimmalætting í
10 ár. Martin sigur, at tað
byrjaði við, at hann sendi
eina karikaturtekning til
blaðið. Síðan hevur hann
teknað fast í samfull 10 ár.
Martin arbeiðir annars
sum sjálvstøðugur timbur
maður og hevur ymisk lista
handverk sum frítíðarítriv
sum at tekna, gera knívar,
navnabrettir o.a.
Framsýningin letur upp
mánadagin kl. 14 og verður
opin til nakað eftir nýggjár.
Opið er frá mánadagi til
fríggjadag frá kl. 816.
-red
Teknað fyri
Dimmu í 10 ár
Martin Tórgarð við fyrstu tekningini, sum var í Dimmalætting
2. november 1999
Mynd Jens Kristian Vang
Gomul mynd av Bethel. Myndin er tikin eftir eitt møti í 50-unum