fríggjadagur 11. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
14
VIKUSKIFTI
SøguSkriving
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvíkingurin Hans Andrias Sølvará
hevur seinnu árini skrivað fleiri søgu
bøk ur – millum fleiri politiskar søgu
bøk ur. Í løtuni er hann í holt við eina
røð um Klaksvíkar søgu, og í farnu
viku kom annað bind í hesari røð út.
Eitt bind er eftir, og tað kemur út um
tvey ár.
Men hvønn leiklut spælir søgan, og
læra vit nakað av søguni. Teir spurn
ingarnar settu vit Hans Andriasi Sølvará.
Læra vit nakað av søguni?
– Onkuntíð sigur mann, at vit skulu
læra av søguni, meðan summi halda, at
vit einki læra av søguni. Men eg havi
hug at venda tí eitt sindur við, soleiðis
sum danski søguprofesessarin Erling
Bjøl ger. Hann sigur, at spurningurin
er ikki, um vit kunnu læra av søguni,
trupulleikin er bara, at vit hava einki
annað, sum vit kunnu læra av. So vit
mugu á onkran hátt fyrihalda okkum
til søguna, ella eru vit dømd til at
endurtaka feilirnar.
– Men tað er ikki lætt. Vit hava
gransk arar, sum kanna orsøkir til
kríggj, men tað er trupult at gera sam
an beringar, tí orsøkirnar eru unikar fyri
hvørt kríggj.
– Tað eru dømi um, at mann
kann læra av søguni. Eitt tað best
doku menteraða dømi er um John F.
Kenn edy, forseta í USA. Undir Kuba
kreppuni var spenningurin millum
USA og Sovjet sera stórur, og vandi
var fyri kríggi. Kennedy ivaðist í, um
hann skuldi seta hart ímóti hørðum,
tá russ arar fóru at seta rakettir upp á
Kuba, ella um hann skuldi geva russ
um ein møguleika at bakka út. Kennedy
hevði lisið bókina The Guns Of August
um fyrsta heimsbardaga, har søgu
frøðingurin Barbara Tuchmans pá
stendur, at orsøkin til kríggið var, at
leið ar ar nir í Europa høvdu ikki álit á
hvønn annan og mistonktu hvønn ann
an fyri at vilja byrja eitt kríggj, og so
leiðis byrjaði kríggið.
– Á bandupptøkum í Hvítu Hús
unum kann staðfestast, at Kennedy
fleiri ferðir refererar til hesa bókina og
sigur, at amerikanarar mugu ikki illgita
russarar fyri at vilja byrja eitt kríggj,
men heldur geva teimum ein útveg.
Og tí handlaði hann, sum hann gjørdi.
Og loysnin var, at russarar tóku sínar
rakettir á Kuba burtur, og USA tóku
nakrar av sínum rakettum í Turka landi
niður. Soleiðis fingu russarar møgu
leikan at bakka út.
Hvat annað hevur søgan at
siga fyri okkum í dag?
– Søgan hevur til dømis nakað við okk
ara samleika at gera. Vit eru ikki fødd
inn í nútíðina, har einki er, sum defi ner
ar okkum. Søgan definerar okkum og
sigur okkum, hvørji vit eru. Um vit til
dømis taka týska søgu, so er tað týðandi
fyri týskarar at vita, hvat pláss nazis
man hevur í teirra søgu, tí hon sigur
nakað um, hvørjir týskarar eru. Og
kjakið í Týsklandi snýr seg um, hvørt
nazisman gongur langt aftur í tíðina,
til Bis marck og longur aftur, ella um
nazis man er nakað, sum kemur fram
í 1930’unum. Tað er sjálvsagt ein sera
áhuga verdur søguligur spurningur fyri
týsk arar, tí hann sigur nakað um teirra
sam leika.
– Søga er ikki nakað, sum bara er
fortíð. Søgan verður jú skrivað og tulkað
gjøgnum eyguni á nútíðini. Og tann
tíðin, mann livir í, setir nýggjar spurn
ing ar til søguna. So nútíðin og søgan
eru allatíðina í einum samspæli.
Er tað ikki forbrent, at okkara
samleiki er prísgivin til søguna?
– Tað er bara soleiðis. Vit eru partur av
einari søgu, sum er nógv størri enn vit.
Um vit bara hugsa um málið, sum vit
tosa, so er tað ikki nakað, sum vit eru
fødd við. Vit tosa føroyskt, tí vit eru
fødd inn í eina mentan, sum hevur eitt
føroyskt mál. Og at vit til dømis eru
kristin, er heldur ikki nakað, sum vit
eru av uppruna. Tað er tí, at vit eru fødd
inn í eitt samfelag, sum byggir á eina
kristna traditión. So søga er heilt einfalt
ein partur av okkara samleika.
Hvat skulu vit brúka søgu til í nútíðini, og læra fólk nakað av
søguni. tað spurdu vit søgufrøðingin Hans andrias søLvará,
sum júst Hevur givið nýggja søgubók um klaksvík út
Søga er SamleIKI
og lærdómUr
Vit eru ikki fødd inn í nútíðina, har einki er, sum definerar okkum. Søgan definerar
okkum og sigur okkum, hvørji vit eru, sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur
mynd: jens kristian vang