Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2009 15 Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu og stórt hjálpsemi, tá elskaða dóttir, mamma, omma, langomma og systir okkara Ása Udbø úr Havn andaðist og varð jarðað. Takk til Sámal Jákup Joensen fyri góð og troystarrík orð í Frelsunarherinum. Takk til sangarar, gravarar og tykkum, sum bakaðu og hjálptu so væl til ervinum. Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Frelsunarherin. Tøkk øll tit mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Við ynskum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Julianna, Poula, Kartin og beiggjarnir við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans Sørensen Tórshavn so brádliga andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Bjarna Bæk, dómpróst fyri góð troystarrík orð til jarðarferðina. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og fyri hjálp og stuðul til jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum, sum mintust hann við heilsanum, blómum, kransum og gávum til hjartafelagið. Tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað á jørð. Samstundis verður ynskt øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað komandi ár. Familjunnar vegna Kamilla, Tummas, Sigrid, Sofía, Maja, Sonja Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hjartvar Signar Poulsen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar, gávur og annars alla hjálp og stuðul í heiminum. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Astrid, Laila, Bødvar, Edda, Brestir og Beinir við familju Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra móðir mín Maria Rubeksen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til “Porto til Sunnudagsblaðið”, og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Samstundis verður ynskt tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Effie Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum mongu, sum við vitjanum, heilsanum og á annan hátt gjørdu mær 100 ára føðingardagin hugnaligan og ógloymandi. Vinarliga Jenny Jacobsen Ellisheimið í Havn Dagurin 11. desember. Damasus, deyður ár 384. Diakonur hjá pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til páva eftir hann. Hann er fyrst og fremst kendur sum tann, ið álegði Hieronymusi at týða bíbliuna av nýggjum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Listagluggin í Dr. Jakobsens­ gøtu 15 letur upp nýggja framsýning fríggjadagin 11. desember kl. 15.00. Fram­ sýningin er síðsta framsýn­ ingin í Listaglugganum í ár, og tað verður møguligt at síggja framsýningina fram til hálvan januar 2010. Á framsýningini eru verk eftir Ingálvi av Reyni, S. J. Mikines, Hans Hansen, Waagstein, Kruse, Kamp­ mann, Eyðun av Reyni, Z. Heinesen, Torbjørn Olsen, Kára Svensson, Olivur við­ Neyst, Astrid Luihn, Frits Johannesen, Rannvá Morten­ sen, Øssur Mohr, Bárður Ják­ upsson o.fl. Sostatt er fram­ sýningin umboðandi stóran part av okkara best umtøktu listafólk – livandi sum deyð. Millum málningarnar eru fimm málningar hjá I av Reyni, umboðani tíðarskeið­ ini í sekstiárunum, sjeyti árununum og áttati árunum, tvs. málningar sum eru abstar­ aktir og meira naturalistiskir. Millum verkini eru eisini góð verk eftir m.a Mikines, H. Hansen og Kampmann. Yvirhøvur er framsýning­ in væl umboðandi flestu av okkara bestu listafólkum og hevur ein stóran ymiskleika, samstundis sum hon er fjøl­ táttað. Í stuttum kann sigast, at nógv sera góð verk eru við á framsýningini, sum á sín hátt er eitt væla brot úr føroyskari myndlist. Fram­ sýningin er opin vanligar týs­ dag til fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag kl. 11.00 – 14.00. -red Nýggj framsýning í Listaglugganum Hósdagin 10. desember fylti Ragnar C. Joensen í Havn 65 ár. Ragnar er havn­ armaður, sonur Lenu, f. Isaksen, úr Klaksvík, og Conrad Joensen úr Havn. Ragnar er útbúgvin radio­ mekanikari og arbeiddi í fleiri ár á samskiftisdeildini hjá Telefonverki Føroya Løgtings, til hann í 1983 varð settur í starv hjá Sjón­ varpi Føroya, sum tá var farið undir fyrireikingar til at senda alment føroyskt sjónvarp. Í nógv ár var Ragnar tekniskur leiðari, og hann má avgjørt roknast sum ein av teimum, ið vóru við til at leggja lunnar undir Sjónvarp Føroya. Ragnar er giftur við Svanhild, f. Christiansen úr Havn. Børn­ ini eru: Malan, Tórun, Leiv­ ur og Bárður. -red Ragnar C. Joensen 65 ár