hósdagur 6. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 236 - 6. desember 2001
Nr. 236 - 6. desember 2001
21
UTTAN ÚR HEIMI
Arbeiðaraflokkurin
umhugsar at taka seg
burtur úr ísraelsku
stjórnini
ÚTLAND
Fartekst
Shimon Peres, sum er ís-
raelskur uttanríkisráðharri
og formaður í Arbeið-
araflokkinum, segði í gjár,
at flokkurin umhugsar at
taka seg burtur úr stjórn-
arsamgonguni.
- Eg veit, at fleiri limir í
flokkinum halda, at vit eiga
at taka okkum burtur úr
samarbeiðinum, segði Per-
es á einum tíðindafundi í
rumenska høvuðsstaðnum
Bucuresti, har hann hevur
verið á fundi í Felags-
skapinum fyri trygd og
samstarvi í Evropa.
Peres legði afturat, at
flokkurin fer skjótt at taka
støðu til spurningin.
Tað er eingin loyna, at
Shimon Peres og Ariel
Sharon,
forsætisráðharri
eru ósamdir um ísraelsku
framferðina ímóti pale-
stinunum. Peres er meiri
hugaður fyri einum meiri
varnum politikki, og hann
hevur alment sagt, at tann
harðrendi politikkurin hjá
Sharon ger, at harðskapurin
heldur fram.
Staðkendir
afghanskir hermenn
hava nú kringsett eitt
øki, har teir halda, at
bin Laden fjalir seg í
einari holu
ÚTLAND
Fartekst
Tað
eru
hermenn
av
pashtun-fólkinum,
sum
siga seg hava kringsett
Osama bin Laden nær-
hendis pakistanska mark-
inum. Økið, sum teir hava
hersett, nevnist Tora Bora,
og servandir amerikanskir
og bretskir hermenn eru
komnir pashtunsku her-
monnunum til hjálpar at
finna tann eftirlýsta yvir-
gangsleiðaran.
Hildið verður, at bin
Laden hevur einar 1500
mans at verja seg. Hetta eru
menn, sum eru bin Laden
trúgvir, og talan er helst um
nakrar av teimum bestu
krígsmonnunum hjá al-
Qaeda, verður sagt.
Ein talsmaður hjá pasht-
ununum segði í dag, at teir
ætla at manna eitt lið við
umleið 2000 monnum, og
at teir fyrstu skuldu fara til
Tora Bora í dag.
Boð frá bin Laden
Trygdarovastin
í
syðra
Afghanistan, Hazrat Ali,
sigur, at teir hava hoyrt eini
boð frá bin Laden, har hann
boðar frá, at hann ætlar sær
ikki at stríðast ímóti sínum
muslimsku trúarfeløgum,
men einans ímóti teimum
fremmandu hermonnunum
t.v.s. teimum amerikansku
og bretsku hermonunum.
Trygdarovastin sigur, at
hann tí hevur sent nakrar
umboðsmenn at vita, um
bin Laden og menn hansara
eru sinnaðir at leggja
vápnini og at geva seg yvir.
Ein av teimum pash-
tunsku herleiðarunum sig-
ur, at tað helst verður neyð-
ugt at nýta einar 4000 mans
til at basa monnunum hjá
bin Laden, og at tað helst
fer at taka einar tríggjar
dagar at basa fíggindanum.
Hildið verður, at umleið
60 servandir amerikanskir
og bretskir hermenn eru á
leiðini við Tora Bora.
Ísrael:Vandi fyri samgongusliti
Bin Laden kringsettur
Hildið verður, at bin Laden hevur einar 1500
mans at verja seg. Hetta eru menn, sum eru
bin Laden trúgvir, og talan er helst um nakrar
av teimum bestu krígsmonnunum hjá al-
Qaeda, verður sagt
Mynd: Reuter
Tað er eingin loyna, at Shimon Peres og Ariel Sharon, forsætisráðharri eru ósamdir um ísra-
elsku framferðina ímóti palestinunum
Mynd: Reuter
Svimjihøllin í Havn
hevur fyribils aftur-
latið. Hetta kemst av
vanligum viðlíka-
haldi, og latið verður
uppaftur 2. januar
komandi ár
FRÍTÍÐ
Ingrid Bjarnastein
Sunnudagin 2. desember
var seinasti dagur svimji-
høllin í Havn hevði opið.
Høllin er nú afturlatin
restina av árinum av tí at
ymiskt arbeiði skal gerast
við høllina og annað.
– Vit kalla hetta, at vit
taka svimjihylarnar uppá
beding, sigur Heri á Lava
Olsen stjóri fyri svimji-
høllina.
– Vit hava havt ein steðg
einaferð um árið nú í fleiri
ár. Hesuferð er steðgurin tó
eina viku longri enn sein-
asta ár, og kemst hetta av, at
vit skulu tøma kavingar-
hylin.
Kavingarhylurin hevur
ikki verið tømdur í 12 ár.
Hetta skal tó ikki uppfatast
sum tað, at sama vatnið
hevur verið í hylinum í
samfull 12 ár. Vatnið verður
skift út alla tíðina og hvønn
minutt kemur reint vatn
inn. Stór filtur eru at reinsa
vatnið, og kavingarhylurin
er altíð spegilsklárur á at
líta.
– Vanliga tøma vit ikki
hylarnar uttan nakra orsøk,
greiðir Heri frá.
– Vit hava sæð okkurt á
botninum, men vónandi er
tað ikki nakað stórt, ið skal
gerast.
Tann stóri kavingarhyl-
urin, sum er fýra metur
djúpur, inniheldur heili 600
tons av vatni. Hetta vatnið
skal latast ógvuliga spaku-
liga úr hylinum av tí, at
trýstið á botnin er so stórt.
Um ikki verður ansað nóg
væl eftir, kunnu skaðar
standast av at tøma hylin.
Báðir teir smáu hylarnir
eru tømdir, meðan 25-
metrahylurin enn er fullur
av vatni. Hann skal heldur
ikki tømast, tí hann varð
tømdur fyri trimum árum
síðani.
Tað er ikki beinleiðis
nógv
arbeiði
at
gera.
Onkrar flísar eru brotnaðar
her og har, og so skal tað
eisini gerast reint uppi í
høllini.
Durðurin skiftast
Eisini skal gamli durðurin í
svimjihøllini
skifast.
Høvuðsdyrnar verða skiftar
út við nýggjar skjótihurðar
við "følarum", soleiðis at
tað verður meira handi-
kappvinarligt at sleppa inn.
Sjálvt um sjálvir svimji-
hylarnir eru afturlatnir,
hava sólirnar í høllini fram-
vegis opið. Starvsfólkainn-
gongdin verður nýtt til
hetta høvið, og hava tær
opið frá 9 – 15, og hava
sólirnar opið til 20. de-
sember.
Havnar Svimjifelag, sum
venur
í
svimjihøllini,
sleppur at halda áfram at
venja í 25-metra hylinum
hesa vikuna og eitt sindur
inn í næstu viku. Sìðani
verða tey noydd at bíða til
hylurin letur uppaftur fyrst
í komandi ári.
– Tað er okkum ikki
rættiliga greitt enn, um tað
nakrar ábøtur skulu gerast á
kavingarhylin. Men um so
er, verður tað gjørt, og sjálv
svimjihøllin letur uppaftur
2. januar. Við ella uttan
kavingahyli, sigur Heri á
Lava Olsen at enda.
Svimjihøllin í Havn er fyribils
stongd, men letur hon
uppaftur fyrst í komandi ári
Savnsmynd
Svimjihylurin
upp á beding
C
M
Y
K
21
20
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2676,
P/F Á Hálsi, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
09.10.2001.
Nýtt navn: P/F
09.10.2001.
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Elsebeth Andreasen,
Tjarnardeild 13, 100
Tórshavn (formaður),
Símun Petur Birgir
Andreasen, Tjarnardeild
13, 100 Tórshavn og Joen
Peter Andreasen, í Lágni
11, 100 Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Símun Petur Birgir
Andreasen, Tjarnardeild
13, 100 Tórshavn.
Felagið er tann
09.10.2001, farið í
likvidatión við Ólavi
Jákupi Kristoffersen,
advokati, Fr. Petersensgøta
9, Box 6, 110 Tórshavn
sum likvidator.
Skráseting Føroya tann 4.
desember. 2001.
Kristin Balle
_____________________
Lýsið
við
brúktum
bilum
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið