hósdagur 6. desember 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 236 - 6. desember 2001
Sune Jacobsen
Í síðstu viku var ting-
manningin hjá Fólkaflokk-
inum á gosi um valúrslitið í
Vágum. Tingmaðurin hjá
flokkinum í Vágum sigur
bart út, at tað skjótt er
skomm at vera vágamaður.
Og fyri at stoyta salt í sárið
endar blaðið við hesum,
sum kanska er skemt, men
eisini kann skiljast sum
nakað av sannkeika:
Uppskot um at revsa
vágaveljarar:
Fyll sjógv í holið og flyt
flogvøllin
á Glyvursnes.
Valið í 1998
Fyri
síðsta
løgtingsval
sendu Jørgen Niclasen og
undirritaði í felag skriv út,
har vit greiddu veljarunum
frá, hvussu langt undirsjóv-
ar- og flogvallarmálið var
komið.
Um
flogvøllin
søgdu vit okkara veljarum:
Í flogvallarmálinum hevur
landsstýrið boðað danska
ferðslumálaráðharranum
frá, at landsstýrið ynskir at
útbyggja flogvøllin í Vág-
um og vil hava samráðingar
um hetta sum skjótast. Løg-
maður hevur í skrivi heitt á
ferðslumálaráðharran um at
fremja nevndu útbygging
og hevur bjóðað honum til
Føroya at greiða málið
endaliga. Hetta vóru orðini,
skrivað av okkum báðum á
vári
fyri
løgtingsvalið.
Eingin ivaðist í, hvør skuldi
útbyggja vøllin, tí málsøkið
var danskt, og sostatt høvdu
danir skyldu at halda vøllin
á hóskandi støði.
Samgonguskjalið
Men málið skuldi fáa eina
aðra vend. Tað vistu tey
flestu longu í 1998, tá
samgonguskjalið hjá sit-
andi samgongu varð al-
mannakunngjørt. Har varð
sagt, at øll mál skuldu
yvirtakast, men um vit ikki
høvdu førleika, so kundu
ávís mál leggjast út til
onnur at umsita, til vit
høvdu tann neyðuga før-
leikan.
Í somu løtu hetta varð
kunngjørt, vistu tey, sum
hava áhuga fyri flogvallar-
málinum, at útbyggingar
hendu ongar, tí hví skuldu
danir farið at útbygt nakað,
sum hendan samgongan
hevur avgjørt at yvir-
taka.Skaðin var hendur, og
tað hava tey flestu vitað alt
hetta valskeiðið.
Næsti brølarin
Ein tann fyrsta uttanlands-
ferðin hjá sitandi sam-
gongu var at fara niður at
samráðast
við
donsku
stjórnina um uttanlands-
skuldina. Úrslitið varð sum
væntað gott. Stjórnin vildu
strika 900 mió.kr umframt
at leggja 500 mió. kr á ís í
fyrstu atløgu. Í ovfarakæti
fara løgmaður og lands-
stýrismenn út í danskar og
føroyskar fjølmiðlar at rósa
sær sjálvum fyri ótrúlig
samráðingarevni. Ja, her
hevði David næstan vunnið
á Goliat. Tveir dagar seinni
situr Finnbogi Arge, sum tá
umsat samferðslu, á fundi
við danska ráðharran Sonju
Mikkelsen um flogvallar-
útbyggingina.
Hvat tey hava tosað um,
vita vit ikki, men tað er ikki
óhugsandi, at S.M.hevur
smílt. Her kemur tú at biðja
um 200 mió kr til at
útbyggja eitt málsøki, sum
tit sjálvir hava sagt, at tit
skulu yvirtaka. Og rómurin
um tær 1.5 mia.kr, sum vit
strikaðu í síðstu viku, hevur
ikki lagt seg. Nej, ved du nu
hvad Finnbogi……..
Ongar
útbyggingarætlanir
Men henda samgongan
hevur ongantíð havt nakrar
ætlanir um at útbyggja flog-
vøllin. Í vár var undirritaði
nakrar dagar á tingi, og setti
eg tá løgmanni munnligan
fyrispurning um, hvussu
flogvøllurin var raðfestur á
langtíðarfíggjarætlanini hjá
landsstýrinum
Har
var
eingin króna avsett, og er
tað ikki enn. Um eitt gott ár
verður koyrandi um Vest-
mannasund. Heldur ikki
her er ein króna avsett til
parkeringsøkið á flogvøll-
inum, og tað hevur altíð
verið føroyskt málsøki. Her
hjálpir eingin góða mamma
ella danski staturin.
Magni Arge
Nú vita vit at samgongan
hevur slept flogvøllinum.
Tað hevur løgmaður boðað
frá alment. Hann smyr
egnan ódugnaskap upp á
flogvallarovastan í Vágum,
tí hesin hevur sagt, at
fullveldisætlanin steðgaði
allari útbygging. Tað vil eg
halda, at øll uttan løgmaður
og hansara floksfelagar
hava vitað síðani 1998.
Men hvat er tað sum hendir
við tyrluflúgvingini? Er tað
skemtið í Dagblaðnum um
at flyta á Glyvursnes, sum
er við at byrja?
Í bløðunum í síðstu viku
sigur Magni Arge, at veðrið
í Vágum í august hevði
tarnað
tyrluflúgvingini,
men hann hevði boðað
operatørunum Statoil, BP
og Amarada Hess frá, at
Atlantsflog hevur í hyggju
at syrgja fyri, at tyrlu-
pallurin í Havn eisini
verður førur fyri at taka
ímóti hesum slagi av flúgv-
ing. Tað skal millum annað
gerast á tann hátt, at neyðug
útgerð verður sett upp í
Havn, so tyrlurnar fáa
møguleikan at flúgva inn
eftir Nólsoyarfirði við so-
nevndari instrument-flúgv-
ing.
Er henda ætlan góðkend
av samgonguni ella lands-
stýrinum, tí eitt er, at
samgongan sleppur flog-
vøllinum- annað er, at hon
eisini er við at sleppa tyrlu-
flúgvingini.
Flogvøllurin – ofraður á fullveldisaltarinum
AMNESTY
INTERNATIONAL
Tíðindaskriv
Mánadagin 10. desember
er altjóða mannarættinda-
dagur. Tá heitir Amnesty
International á fólk um at
tendra eitt ljós í vind-
eyganum fyri teimum, sum
sita í fongsli orsakað av
teirra kyni, húðaliti, trúgv
ella politisku sannføring.
Tað eru fólk, sum hvørki
hava nýtt ella eggja til
harðskap. Amnesty rópar
hesi fólk samvitskufangar.
Í sambandi við manna-
rættindadagin fara fólk frá
Amnesty at selja ljós og
postkort á Torginum í SMS
og í Keypsamtøkuni í
Hoyvík fríggjadagin 7. og
leygardagin 8. desember. Í
Klaksvík eru ljós at fáa í
Innkast. Til ber eisini at
bíleggja ljós frá skriv-
stovuni hjá Amnesty.
Amnesty heitir eisini á
fólk um at senda stuðuls-
heilsanir til tvær kvinnur,
Eren Keskin í Turkalandi
og Rebiya Kadeer í Kina.
Tilfarið, sum verður latið
saman við ljósunum, er
eisini at finna á heima-
síðuni
www.amnesty.fo
undir
Nýtt.
Tíðindabrøv við
telduposti
Í næstum fer nevndin í
Amnesty
undir
nýtt
kunningartiltak. Ætlanin er
at senda limum og øðrum
áhugaðum
tíðindir
við
telduposti. Um tú kundi
hugsað tær at fingið tíðind-
ir frá Amnesty, kanst tú
senda okkum ein teldupost
á
amnesty@amnesty.fo.
Tíðindini kunnu sjálvandi
eisini sendast við vanligum
posti, um onkur ynskir tað.
Amnesty International
Føroya Deild
www.amnesty.fo
Tendrið eitt ljós í myrkrinum
VIÐMERKINGAR
Nr. 236 • hósdagur • 6. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Einsd og í heima-
dystinum mátti FCK
taka til takkar við
teprum tapi móti
Borussia Dortmund
UEFA-CUP
Jákup Mørk
UEFA-Cup ævintýrið hjá
FCK er av á hesum sinni.
Hetta varð staðfest á einum
fullsettum Westfalen Stadi-
on í Dortmund týskvøldið,
tá heimaliðið vann seinna
dystin móti FCK við einum
máli móti ongum.
Hetta var eisini úrslitið í
fyrra dystinum, og eins og
ta ferðina var tað eitt mál í
seinastu minuttuunm, sum
gjørdi av við donsku meist-
ararnar.
Høvdu tak á
Orsakað av tapinum á
heimavølli, so visti FCK, at
teir í øllum førum máttu
hava mál, um teir skuldu
koma víðari. Frá fyrsta
bríksli royndu teir eisini at
leggja trýst á, og tað var
eisini heilt nær við, at okk-
urt spurdist burturúr.
Í fyrra hálvleiki átti
Thomas Røll størsta møgu-
leikan, tá hann eftir upp-
spæl frá Sibusiso Zuma
smekkaði til á stongina, og
í seinna hálvleiki noyddist
týskur verjuleikari at bjarga
á sjálvari málstrikuni, eftir
at Heine Fernandez hevði
roynt seg.
FCK trýsti helt fram,
men sum dysturin leið, so
tóktist tað alt meira sann-
líkt, at royndirnar ikki
skuldu geva úrslit, og beint
fyri leiklok slerdi heimalið-
ið so sigurin fastan.
Í fyrstu atløgu stórbjarg-
aði Magnus Kihlstedt týsk-
ari roynd, men bólturin
støkk til ein púra leysan Jan
Derek Sørensen, sum uttan
stórvegis himpr avgjørdi
dystin.
Økt kvota
Við tapinum er nú greitt, at
europeiska royndin hjá
FCK er av á hesum sinni.
Hóast teir ivaleyst munnu
iðra seg um, at teir ikki
megnaðu at avgera teir báð-
ar dystirnar móti Dort-
mund, so skerst ikki burtur,
at avrikið hesaferð hevur
verið betri, enn tað vanliga
hevur verið hjá donsku lið-
unum seinnu árini.
FCK hevur í heyst vunn-
ið ein dyst móti Lazio og
sligið Ajax Amsterdam úr
kappingini, so nøkur stig
eru hóast alt komin á
kontina hjá donskum lið-
um, sum annars hevur verið
niðurgangandi seinnu árini.
Heldur ikki skal gloymast,
at Brøndby í kvøld hevur
møguleika at økja um stiga-
kvotna, tá teir taka ímóti
italska Parma. Fyrri dystur-
in í Parma endaði við javn-
leiki, 1-1.
Annars verður danska
heystarhálvan rundað av nú
sunnudagin, og absolutti
stórdysturin hesa ferð verð-
ur á Brøndby Stadion, har
Brøndby og FCK bresta
saman. Ein dystur, sum í
roynd og veru kann avgera
meistaraheitið, um heima-
liðið vinnur, men sum hin-
vegin letur alt standa púr-
asta opið, um FCK fer av-
stað við teimum trimum
stigunum.
Sama søgan
Heini Fernandez, sum her
sæst í dysti móti Brøndby,
var í seinna hálvleiki nær við
at skora, men royndin varð í
evstu løtu bjargað á
málstrikuni
Sunnudagin varð farið undir fyrsta umfar
í liðkappingini í judo
JUDO
Jákup Mørk
Kappast varð í Eysturskúlanum í Havn, og vóru
úrslitini hesi
Menn:
Havnar Judofelag - Sunda Judofelag
2 - 1
HJ: Benny Ejdesgaard, Jákup Andreas Thomsen,
Búgvi Poulsen
SJ: Jógvan Páll Kristiansen, Sam Vang, Petur Sigurd
Johannesen
Unglingar:
Havnar Judofelag - Sunda Judofelag 2 - 0
HJ: Rúni Johannesen, Marlin Jacobsen, Jákup
Andreas Thomsen
SJ: Jógvan Páll Kristian, Petur Sigurd Johannesen
Dreingir:
Havnar Judofelag B - Sunda Judofelag A 0 - 2
Havnar Judofelag A - Sunda Judofelag B 2 - 0
Havnar Judofelag A - Sunda Judofelag A 2 - 0
Havnar Judofelag B - Sunda Judofelag B 0 - 2
Sunda Judofelag A - Sunda Judofelag B 2 - 0
Havnar Judofelag A - Havnar Judofelag B 2 - 0
Úrslitið í fyrsta umfarið hjá dreingjunum er so-
statt soleiðis:
1 Havnar Judofelag A
2 Sunda Judofelag A
3 Sunda Judofelag B
4 Havnar Judofelag B
HJ A: Ásgrímur Lutzen, Eirikur Jákupson, David
Nielssen, Hanus Samró, Torvald Abrahamsen
HJ B: Ebba Malena Debes, Tonny á Krákusteini,
Fridi E Mikkelsen, Jóannes Kári Hansen, Jákup
Lutzen
SJ A: Regin Mørkøre, Bjørn Andeassen, Tróndur
Kruse, Edvard Johannesen, Teitur Joensen
SJ B: Regin Mørkøre, Bjørn Andreasen, Tróndur
Kruse, Edvard Johannesen
Liðkappingin
er byrjað
C
M
Y
K
23
22