Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 238 - 11. desember 2009 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Almenn móttøka Í samband við at Stuðulstænastan hjá Nærverkinum letur upp nýtt uppihaldsstað fyri sinnisveik á Hoydalsvegi 40 í Tórshavn, verður móttøka mánadagin 14. desember kl. 14.00 – 17.00. Uppihaldsstaðið er eitt tilboð til sinnisveikar borgarar, har møguleiki verður at savnast og hava ymiskt virksemi, sum brúkarar saman við starvsfólki leggja til rættis. Millum kl. 15.00 og 16.00 verður ymiskt undirhald á skránni, og røður verða bornar fram av millum annað Landsstýriskvinnuni í Almannamálum, Rósu Samuelsen og umboð fyri Sinnisbata. Ì hesum sambandi verður nýggja navnið á uppihaldstaðnum almannakunngjørt. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kundaráðgevi til Suðuroyar Sparikassa í Havn Vilt tú vera við til at seta kundan í fokus? Vilt tú gerast ein týðandi leikari á einum nýskapandi liði? Suðuroyar Sparikassi søkir eftir kundaráðgeva til deildina í Tórshavn. Høvuðsuppgávur Ráðgeving av privatkundum, smærri vinnukundum og aðrar vanligar uppgávur í einum peningastovni. Harumframt fært tú ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av Suðuroyar Sparikassa. Førleikakrøv Peningastovnsútbúgving, men Bankaskúli II ella hægri útbúgving er ein fyrimunur, og tú ert opin fyri persónligari og fakligari førleika- menning. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og fleksibul. Tær dámar at hava nógv at gera, eins og tær dámar væl fjølbroyttar uppgávur og at fullføra eitt arbeiði. Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Heðinson, deildarstjóra, á telefon 239873, á runi@sparsu.fo, ella tú støkkur inn á gólvið á deildini í miðbýnum í Havn. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Suðuroyar Sparikassa, Postboks 374, 110 Tórshavn, att.: Rúni Heðinson, ella til runi@sparsu.fo. Umsóknarfreistin er 4. januar 2010 kl. 12.00. Vitja eisini heimasíðu okkara www.sparsu.fo Í Suðuroyar Sparikassa arbeiða 20 fólk. Vit arbeiða saman fyri at veita kundum okkara eina munadygga tænastu og fyri at tryggja framtíðina hjá Suðuroyar Sparikassa. Vit seta kundan í fokus og leggja áherðslu á nýskapan, førleikamenning og hugna fyri okkara kundar. Postboks 2 · 910 Vágur · Fax nr. 359871 · www.sparsu.fo · sparsu@sparsu.fo Vit hava eitt næmingapláss til tín Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551 • als@als.fo • www.als.fo www.sansir.fo ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 18 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Hevði tú viljað sitið í tóma stólinum? ALS leitar eftir einum skrivstovunæmingi, sum er miðvísur, gløggur, hugagóður, ágrýtin og opin. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, við ágrýtnum starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða næmingatíð. Tú hevur HH, HF ella studentsprógv. Tað er ein fortreyt, at tú dugir væl at brúka teldu. Uppgávurnar eru mangar, og tú kemur runt á øllum stovninum. Bæði í fyrisitingini, arbeiðsloysistryggingini og arbeiðsávísingini verður brúk fyri tær. Tú kemur at hava nógv samband við viðskiftafólk okkara, og krevur tað, at tú dugir væl at samskifta við fólk. Verður tú skrivstovunæmingur hjá ALS, lova vit tær eina fjøltáttaða útbúgving og hollar royndir, sum tú kanst brúka víðari alt lívið. Umsóknarfreistin er týsdagin 5. januar 2010 kl. 12.00, og tú kanst byrja skjótast tilber. Meira fæst at vita við at venda tær til Ernst Jacobsen, tel. 349550.