fríggjadagur 11. desember 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
26
VIKUSKIFTI
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Allar føroyskar orðabøkur hava ein felags feil: í teimum mangla
hundraðtals púra vanlig føroysk orð, sum verða hildin at vera
óføroysk, tí tey eru komin uttaneftir. Sum dømi kann takast
sagnorðið »at vandra«.
»Vandra« hevur sum grundtýdning »at ganga«. Hetta er gam
alt felagsgermanskt orð, sum er skylt við »at venda« og sæst
aftur í nutíðar eingilskum í forminum »went«, sum er tátíð av
»to go«.
Men málið hevur sínar finessur. Í tekniskum máli kunnu vit
siga, at stemplið hevur eina so og so langa vandring í cylind
aranum. Og stendur ein vaskimaskina illa, so kann hús fólkið
gremja seg um, at hon vandrar.
Fyrr høvdu vit vandrilærarar, sum gingu um fjøll fyri at bera
upplýsing og lærdóm til smáar knokkar í smáum bygdum. Tað
kundi eisini henda, at onkur bragdligur ung lingi fekk tað skoðsmál
frá teimum meira skikkiligu, at hann vandraði í synd.
Men hetta orðið er ikki at finna í okkara orðabókum. Bara
tann idiomatiska vendingin »koma í vandring« (t.e. nærk ast
svøvni) er sloppin við í FO. Allar hinar føroysku orða bøk ur nar
eru strangar og útihýsa sagnorðinum »vandra« – utt an Svabo;
hann hevur bæði »vandra« og »vandring« við. Og tann stóra
íslendska »Íslensk orðabók« hevur hetta orðið við.
So er spurningurin: kann hetta vera rætt? Eitt óskyldugt lítið
orð, sum er komið til okkara úr týskum gjøgnum danskt, verður
skorið úr málinum, so at hol er eftir. Kann hetta ikki blíva farligt
fyri málsins brúkiligheit og smidligheit? Vit kunnu ikki siga um
stemplið, at tað ferðast ella um vaskimaskinuna, at hon gongur,
tí tað kann misforstandast: hon er í gongd, arbeiðir.
Orðini og teirra valørur, teirra virði, teirra nuancur, teirra
stíl ur eru avgerandi í øllum tekstum. Stílurin er mað ur in. Fleiri
av okkara »gomlu« høvundum sum Jens Pauli Heine sen, Oddvør
Johansen og Hanus Kamban halda fast við sítt egna mál. Men
millum tey yngru er stór óvissa. Fólk vita ikki, um eitt orð er
»nóg føroyskt« ella »for danskt«, og tí verður mangan einki
skrivað. Tað er við at blíva so galið, at føroyingar tora ikki at
brúka sítt egna mál. Næstan eingin skaldskapur verður skaptur,
og í internationalum kanningum eru vit sibbar.
Fyri at skapa skaldskap, t.e. orðakunst, er neyðugt at hava nógv
orð. Verða fleiri gomul orð við semantiskum og skaldskaparligum
førningi brennimerkt og útkoyrd, kann endin blíva, at føroyskur
litteraturur verður ein oyðimarkarvandring.
(MT)
Um at vandra
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
1
Sova frammanfyri sjónvarpinum
2
At stýra rúmdarferjum
3
Eta restir úr køliskápinum
4
At slappa av, sjálvt um húsið flýtur
5
Gloyma brúdleypsdagin
6
At parkera bilin
7
Skilja rangstøðuregluna í fótbólti
8
At svara ja-ja til spurningar, sum vit als ikki hoyra
9
At vera pávi
10
At drekka seinastu mjólkina og seta mjólkapakkan aftur í køliskápið
11
Siga »okay, so skilji eg tað betur« á degnum,
tú fært menstruatiónina
12
At brúka allar grýtur og pannur, tá teir gera mat
13
Ringja ikki, tá teir hava lovað at ringt
14
At ganga í somu skóm í 10 ár
15
At ignorera ting, sum eru óviðkomandi í júst tí løtuni
16
Skilja Homer Simpson
17
Drekka vínglasið, sum tú ikki bleivst liðug við
18
At hugsa um eitt ting í senn
19
Koyra lýnlásið á kjólanum hjá tær upp
20
Halda lív í grillbarrini
Fyri viku síðani vístu vit á nakað av tí, sum kvinnur duga betri enn menn.
HesaFerð staðFesta vit, at menn duga sumt betur enn kvinnur
Okkurt duga menn betur enn kvinnur
er farin í jólafrí
BRævKASSin
mynd: iStocK