Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2009 27 lýsingar Ein lítil alheims nýggjheit Heimsins minsta og mest framkomna hoyritól er nú eisini komið til Føroyar, so hava tygum hug at fáa kannað hoyrnina og samstundis fáa meira at vita um, hvørjar møguleikar tygum hava, so ring og bílegg tíð til eina óbindandi hoyriroynd. Vit hava eisini vitjan av serfrøðinginum Rene Kongedam frá Phonak, sum fer at greiða frá, hvussu heimsins minsta og mest framkomna hoyritól kann gera tína tilveru betri. N. Finsensgøta 51 FO-100 Tórshavn Tlf: 32 17 31 Fax: 32 17 34 hoyrnin@kallnet.fo www.hoyrnin.fo ...og ein “smart” Leys størv í Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo Málsviðgeri Tórshavnar kommuna søkir eftir málsviðgera til Barna- og Ungdómsdeildina at arbeiða 40 tímar um vikuna, at byrja 1. januar 2010 ella eftir avtalu. Førleikakrøv • Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samsvarandi royndir og kunnleika til økið • royndir innan almenna fyrisiting • hevur teldukunnleika á brúkarastøði • hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 29. desember 2009. Meiri fæst at vita við at venda sær til Katrina Petersen, deildarleiðara, ella Ingibjørg Berg, kommunustjóra tlf. 302010. Húsavørður Tórshavnar kommuna søkir eftir húsavørði til Skúlan við Løgmannabreyt. Tú kemur at arbeiða saman við einum øðrum húsavørði. Tað dagliga samskiftið verður millum tykkum og leiðslu skúlans. Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: • handverkaraútbúgving ella aðra javnsetta útbúgving og royndir • góð samstarvsevni, er røkin og hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt • teldukunnleika á brúkarastigi Lønar- og setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkara ella Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, post- rúmi 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 23. desember 2009. Meiri fæst at vita við at venda sær til Harald Bjørgvin, deildarleiðara, á tlf. 302010, ella Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109. tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo