fríggjadagur 11. desember 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
27
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
toffee finger
- Barnsligi
Tær dámar formin á hesi karamellu.
Hon er løtt at tyggja, og stuttligt
er at bíta sjokulátuna av, áðrenn
karamellan verður etin øll, sum
hon er.
the purple One - Inbundni
Tær dámar sjokulátu og
karamell, men velur hesa tí
at hon hevur eitt yvirraskilsi
innast - nøtin. Tú velur ikki
tað einfalda.
toffee penny
- Peningaligi
Vónandi hevur tú sterkar
tenn, tí hetta er ein
plombu úttrekkjari.
Kara mellan er seig og
vælumtókt. Minnir ikki sørt um at
tyggja uppá eina 20-krónu.
the Green triangle - Bleyti
Tey, sum hava forlornar tenn
og pinku børn, velja nokk
hesa. Einføld og bleyt
- á markinum til tað
keðiliga.
Caramel swirl - Hálvvaksin
Tú er kanska vaksin frá
Toffee Penny, men er
ikki rættuliga til reið-
ar at kasta teg yvir
Orange Cream. Caramel Swirl er
eitt gott mill um ting.
Milk Choc block
- Fýrakantaði
Tú trívist við føstum ramm-
um. Hesa karamelluna
hevur tú etið í nógv ár
og ætlar tær at halda á
fram við tí, hóast at tú er
rættuliga einsamallur um tað.
Coconut Éclair
- Ævintýrari
Tær dámar tað søta og góða her
í lívinum. Ferðin gongur kanska
til tropisk paradís, tá tú fer av
landinum. At kokos er sera fitandi
leggur tú ikki petti í.
toffee Deluxe
- Lívsnjótari
Tú er uppvaksin við
Toffee Finger og Penny,
men tær báðar eru vorðnar
ov barnsligar og einfaldar. Nú
krevur gómin nakað meir.
Orange Crunch - Sunni
Tær dámar best mand a-
rinir, men tá tær eru upp-
etnar, og hevur tú hug á
onkrum, er tað karamellan
við apel sin smakki, sum nokk
er tann sunn asta hóast alt.
strawberry Cream - Torføri
Jarðberja krem í myrkari sjoku-
látu. Tú er vaksin, troytt
av einføldum toffee og
mjólka sjoku látu. Tú trívst
best mill um jól og nýggjár,
tá tað einasta, sum er eftir í
eskuni, er tín favorittur.
Orange Cream - Vaksni
Tú hevði allarhelst viljað havt eina
heila esku við bara Orange Crunch
og Cream. Tað skal
smakka eitt sindur
súrt og beiskt.
Vanilla fudge - Nýtonkjari
Tú gleddist, tá tú lat eskuna upp
og sá at onkur endiliga hevði
funnið uppá okkurt nýtt. Enn er tú
rætt uliga einsamallur um at hava
upp dagað hesa
karamelluna.
Hvør karamella
ert tú?
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Ada Horn
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshaVn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltanGará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
Sunt og lekkurt ábit at geva børnunum við í tann sunna
matpakkan. Smakkar eisini væl afturvið einari salat.
Tilfar:
Sólsikkukjarnur
Soja
Ristaðar
sólsikkukjarnur
Lat sólsikkukjarnirnar á turra pannu. Set hitan til.
Rista sólsikkukjarnirnar á miðal hita, í einar 10 minuttir.
Sólsikkukjarnirnar skulu ristast soleiðis, at tær bara akkurát fáa
lit. Vendkjarnunum av og á á pannuni og hav eyga við, at tær ikki
verða brendar.
Tá ið sólsikkukjarninar eru ristaðar, tak tær av pannuni og lat soju
útyvir tær, ímeðan tær enn eru heitar. Blanda væl saman. Hvussu
nógva soju tú ynskir at lata útyvir, er upp til tín. Eg brúki einar 2
spsk til eina pannu av sólsikkukjarnum.
Lættast er, um tú ikki fyllir ov nógvar sólsikkukjarnir
á pannuna í senn.
Nú eR hoN sjálv ‒ Quality street
eskan ‒ komiN á boRðið.
Tú grevur eftir tíni yndis kramellu, men hon er ikki at finna.
Er tú kanska tann Peningaligi? Tey Torføru hava ikki hendan
trupulleikan ‒ teirra karamella er altíð eftir til endans.
Finn útav, hvør karamella tú ert, og ver frammi við eskuna
í góðari tíð næstu ferð.