fríggjadagur 11. desember 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
5
VIKUSKIFTI
Leiting
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu fimm árini hevur havna mað
urin Regin Joensen miðvíst leitað eftir
pápa sínum, sum hann ongantíð hevur
sæð ella hitt.
Bretin Terry Patrick var í Føroyum
eitt skifti í 1960’unum, men eingin veit
síð ani at siga, hvar hann hevur hildið
til, og tað tykist verða sera trupult at
finna fram til hansara, hóast fleiri fólk
miðvíst hava leitað eftir honum sein
astu árini.
‒ Eg havi ongantíð sæð pápa mín,
og eg havi ikki tað faðirskapskenslu,
sum onnur hava. Eg veit einki um tað.
So hvørt sum eg eri blivin eldri og havi
fingið trý børn sjálvur, er ynskið um at
hitta pápa mín blivið størri og størri,
sigur Regin Joensen.
Hann hevur saman við vinfólki
leitað víðahvar eftir pápa sínum, men
ser liga ein stór forðing er fyri, at teir
kunnu finna hann. Ta forðingina venda
vit aftur til.
Veit um sonin í Føroyum
Terry Patrick, sum er ættaður úr Birm
ingham í Onglandi, kom til Føroya í
1965. Hann kom umborð á línuskipið
Norná gest í Skotlandi, og sigldi til
Før oya við teimum. Terry varð ikki
settur á mannskapslistan, men fór í
land í Havn, har hon so varð verandi
í nakrar mánaðir. Hann búði í eina tíð
hjá Thorvaldi Andreasen í Havn.
Terry Patrick var tónleikari, og hann
var virkin í Sjónleikarhúsinum, har
hann spældi nógv saman við føroyskum
tón leik arum – millum annað Herálvi
Andreasen og Robert McBirnie.
Terry Patrick fór av landinum seint
í 1965, men kom aftur til Føroya eitt
skifti tíðliga í 1966. Tá hann so fór av
stað aftur, hvarv hanns um døgg fyri
sól, tí eingin í Føroyum hevur sæð
ella hoyrt frá honum síðani. Tá hann
var far in avstað, fann ein ung kvinna
í Havn út av, at hon varð blivin við barn
við Terry Patrick.
Myndugleikarnir royndu at finna
fram til hansara í sambandi við faðir
skapssakina, men teir komu ikki nærri
enn pápa Terry Patrick, sum ikki visti,
hvar sonurin var júst tá.
‒ At abbi mín fekk at vita um faðir
skaps sakina, ger meg rímiliga vísan í,
at pápi mín veit um, at eg eri til, men
hann hevur so ongantíð roynt at sett
seg í samband við meg, sigur Regin
Joensen.
Nú ber til at leita
Seinastu fimm árini hava Regin Joen
sen og fólk rundan um hann gjørt
eitt stórt arbeiði fyri at finna fram til
Terry Patrick. Tey hava leitað víðhvar
sjálvi, og eitt skifti var tað upp á tal, at
danska sendirøðin Sporløs skuldi koma
upp í leikin, men tað varð av ongum
– í fyrstu syftu í øllum førum. Sjón
varp Føroya hevði eisini alt tilfarið,
og ætlanir vóru at gera leitingina til
eina sjónvarpssending, men fíggjarlig
orka var ikki í Kringvarpinum til hesa
sending.
‒ Nýggja tøknin við teldum og inter
neti hevur gjørt tað lættari at samskifta
við útheimin, og tað hevur eisini gjørt
tað lættari at leita eftir fólki, sigur
Regin Joensen.
‒ Eg eri fleiri ferðir spurdur um, hví
eg ikki havi leitað eftir pápa mínum
fyrr. Men partvís er ein vaksandi hugur,
sum er komið árunum, og harafturat
hevur tøknin broytt okkara samband
við útheimin, so tað ber lættari til at
sam skifta og leita yvir internetið, sigur
hann.
Og leitað hava tey. Við hjálp frá
nógvum góðum fólki. Og eisini seinastu
tíðina eru nýggj fólk komin uppí at
43 ára gamli REgin JoEnsEn hevur ongantíð sæð pápa sín. Bretin, sum var
í Føroyum eitt skiFti í 60’unum og gjørdi unga Føroyska kvinnu við Barn,
er ikki til at uppdríva. men regin hevur ikki mist mótið og ger í løtuni
alt Fyri at Finna pápa sín, meðan hann Framvegis kann vera á lívi
HVar er
pápI mín?
Hendan eftirlýsingin hevur
staðið í Sosialinum