fríggjadagur 11. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
6
VIKUSKIFTI
hjálpa, og tað gevur vónir um, at tað
fer at eydnast at finna Terry Patrick.
Stóra forðingin
Størsta forðingin fyri at finna fram til
rætta Terry Patrick er, at eingin kennir
føðingardagin hjá honum. Terry Patrick
kom til Føroya óskrásettur við einum
fiskiskip, og ongastaðni í Føroyum er
hansara føðingardagur skrásettur. Tá
ið tað finnast hundraðtals – ja, kanska
túsundtals – Terry Patrick, kann tað
vera sera trupult – og higartil ógjørligt
– at finna fram til rætta mannin, um tú
ikki kennir føðingardagin.
Ein vón er tó framvegis um at finna
føðingardagin hjá Terry Patrick, og tað
er tí, at hann var til avhoyringar á poli
tistøðini í Havn einaferð, tí hann hevði
ikki arbeiðsloyvi. Ein møguleiki er, at
føðingardagurin hjá honum er skrá
settur í tí sambandi, men higartil hevur
tað ikki eydnast at finna nakað skjal um
avhoyringina.
‒ Høvdu vit havt føðingardagin hjá
honum, hevði tað verið nógv lættari
at leita eftir honum í Onglandi, sigur
Regin Joensen.
Ein vansi við leitingini í Onglandi
er, at har er einki sentralt fólkayvirlit,
og tí má leitast á nógvum yvirlitum
kring landið. Terry Patrick er ættaður
úr Birm ingham, men møguliga býr
hann onkra heilt aðrastaðni, og í Ong
landi hevur ikki verið skrásett, hvagar
eitt fólk fer, tá ið tað meldar seg frá
fólkayvirlitinum í einum býi.
Meðan hann livir
Terry Patrick er í 60 árunum nú, og Regin
Joensen viðurkennir, at tað er nú, at hann
skal finna pápa sín, um hann skal geva
sær vónir um at finna hann á lívi.
‒ Eg eri eitt sindur beiskur um, at
hann ongantíð hevur roynt at sett seg
í samband við meg, men eg kenni ikki
hans ara søgu og hansara bakgrund, og
eg veit ikki, hvat tað er, sum hevur gjørt,
at hann ikki hevur leitað eftir mær. Tað
kundi eg hugsað mær at fingið at vita,
sigur Regin Joensen.
‒ Eg haldi, at tað er frægari at vita,
hvussu umstøðurnar eru – sjálvt um
tær kanska ikki eru positivar – enn ikki
at vita. Eg kundi hugsa mær at loyst
loyndar málið, sum eg eri føddur við,
sigur hann.
Regin Joensen sigur, at hann hevur
viðurkent fyri sær sjálvum, at søgan
ikki endiliga endar positivt, men ta er
ein partur av sakini.
‒ Vandin er, at hetta er ein skrúva
utt an enda, og at vit ikki koma á mál,
men eg havi mót um, at tað fer at bera
til at finna fram til hann. Nú hava vit
brúkt so nógva tíð og orku, at vit skulu
eis ini taka tey seinastu tøkini á mál,
sigur Regin Joensen.
Av landinum at leita
Higartil hevur leitingin eftir Terry
Patrick givið ymsar upplýsingar. Skjøl
eru funnin um hann, fólk minnast hann
frá tíðini í Føroyum, og tað er greitt, at
hann fór til Íslands eftir tíðina í Før
oyum. Har spældi hann eisini í tón
leika bólki.
‒ Næsta stigið hjá okkum má vera at
fara av landinum at leita. Vit hava fyri
tað mesta leitað úr Føroyum – og hava
so havt fólk uttanlands at hjálpa okkum
– men vit mugu nokk av landinum fyri
at koma víðari, heldur Regin Joensen.
‒ Hetta hevur stóran týdning fyri
meg, og tað er neyvan nakar dagur,
har eg ikki hugsi ein tanka um pápa
mín. Og um nakar kann hjálpa mær
ávegis hevði eg verið sera fegin. Allar
upp lýs ingar kunnu hjálpa okkum, sigur
hann.
– Vandin er, at hetta er ein skrúva uttan enda, og at vit ikki koma á mál, men eg havi
mót um, at tað fer at bera til at finna fram til hann. Nú hava vit brúkt so nógva tíð
og orku, at vit skulu eisini taka tey seinastu tøkini á mál, sigur Regin Joensen
mynd: jens kristian vang
Terry Patrick vaks upp í hesum
húsunum í Birmingham
Hetta skrivið kom til Føroya,
tá ið roynt var at finna fram
til Terry Patrick í sambandi
við faðirskapssakina