mánadagur 14. desember 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 239 - 14. desember 2009
21 nýggjari og eldri sálmar, sum Jóannes S. Hansen á sín serstaka hátt
tulkar á flyglinum. Hansara klaverspæl er ljóst, mjúkt og flótt,
samstundis sum tað spjaðir frið og hvíld.
Við Løkin
Jóannes S. Hansen
Við Løkin
Jóannes S. Hansen
Við Løkin
Jóannes S. Hansen
n
Fløgan fæst í handlum kring landið
Fæst eisini á www.gjamma.com
Við Løkin
Friðfulla jólagávan
www.reset.fo
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, er við á altjóða
veðurlagsráðstevnuni
COP15 í Bella-sentrinum,
og eisini á eini serligari veð-
urlagsráðstevnu fyri borgar-
stjórar úr øllum heiminum,
“Climate Summit for May-
ors”, sum Ritt Bjerregaard,
yvirborgarstjóri er vertur
fyri, í ráðhúsinum í Keyp-
mannahavn.
Endamálið við hesi serligu
veðurlagsráðstevnu fyri borg-
arstjórar er at senda ríkisleið-
arunum ein greiðan boðskap
frá býum kring allan heimin,
har meiri enn 50 prosent av
øllum heimsins fólki býr, til
ríkisleiðararnar og onnur, um
at býirnir gera nakað við veð-
urlagsspurningar og krevja at
ríkisleiðarar eisini gera nak-
að.
Nógv virksemi verður á
borgastjóraráðstevnuni,
sum byrjar í morgunin við
vitjan á skúlum og barnaans-
ingarstovnum, sum hava
gjørt nakað serligt fyri at
byggja og virka á ein
umhvørvisvinarligan hátt.
Heðin Mortensen er á hesi
vitjan saman við kommunu-
stjóranum, Ingibjørg Berg,
og
tekniska
stjóranum,
Jákup Egholm Hansen.
Seinnapartin skal borgar-
stjórin í Havn saman við øll-
um hinum borgarstjórunum
og
samráðingarleiðarum
fyri altjóða samráðingar-
nevndirnar til eina móttøku
á Amalienborg, har Fríðr-
ikur krúnprinsur er vertur.
Og dagurin endar við eini
móttøku til heiðurs fyri yvir-
borgarstjóran í Keypmanna-
havn, Ritt Bjerregaard, sum
The United States Conferen-
ce of Mayors er vertur fyri.
Sjálv setanin
Í morgin verður sjálv setan-
in av veðurlagsráðstevnuni
fyri borgarstjórar í ráðhúsin-
um í Keypmannahavn, og
er tað fyrrverandi amerik-
anski forsetin, Bill Clinton,
ið setur ráðstevnuna. Síðani
hava borgarstjórar í fleiri
stórum býum framløgur,
teirra millum Michael R.
Bloomberg, borgarstjóri í
New York, og Boris John-
son, borgarstjóri í London,
um arbeiðið í ymsu býunum
fyri at minka um útlatið av
vakstrarhúsgassi.
Hetta gongur m.a. fyri seg
í eini stórari framsýningar-
høll, ið er bygd upp mitt á
Ráðhúsplássinum, har fram-
sýningar eru um framtíðar-
innar býir. Eisini verða rund-
borðssamrøður um, hvat
býir kunnu og vilja gera á
umhvørvisøkinum.
Seint týsdagin er Heðin
Mortensen saman við hin-
um borgarstjórarunum við í
sjálvari setanini av politiska
partinum av altjóða COP15-
veðurlagsráðstevnuni
í
Bella-sentrinum.
Almenn niðurteljing
Mikudagurin
byrjar
við
framløgum og panelfundum
um
m.a.
almenn/privat
partaløg, og eru nakrir av
høvuðsrøðarunum Arnold
Schwarzenegger, guvernør-
ur í Kalifornia, Angel Gur-
ria, aðalskrivari í OECD,
Robert B. Zoellick, forseti í
Heimbankanum, og Richard
Branson, stovnari og nevnd-
arformaður í multinationala
felagnum Virgin Group,
sum eitt nú eigur lágprís-
flogfeløg, og tónleikaframl
eiðslufeløg, sum hava fram-
leitt tónleik fyri Culture
Club, Sex Pistols og Rolling
Stones.
Seinnapartin mikudagin
er Heðin Mortensen við til
fyrilestrar á universitetinum
í Keypmannhavn, har greitt
verður frá klimagransking,
áðrenn borgarstjórarnir aft-
ur fara út á altjóða ráðstevn-
una í Bella-sentrinum, har
teir fara at handa ríksleiðar-
unum eina yvirskrift við
úrslitunum frá veðurlagsráð-
stevnuni fyri borgarstjórar.
Veðurlagsráðstevnan fyri
borgarstjórar endar við, at
Connie Hedegaard, nýtil-
nevndur ES-ráðharri, saman
við øðrum heldur fyrilestur í
ráðhúsinum, áðrenn eina
almenna niðurteljing, tá alt
ljós verður sløkt og ymsir
boðskapir verða vístir á stóra
globussinum á Ráðhúspláss-
inum. Hetta tiltak verður sent
øllum stjórnarleiðarum og
annars kring allan heimin.
“Grønt” røktarheim
Hósdagin er borgarstjórin aft-
ur á skrivstovu síni í Havn,
har býráðsfundur verður hós-
kvøldið. Eitt av málunum á
skránni fyri býráðsfundin er
góðkenning av byggiskrá
fyri nýggja røktarheimið
Yviri við Strond, har ætlanin
er at kannað møguleikarnar
fyri upphiting við jarðhita,
umframt onnur orkusparandi
tiltøk í samband við bygging-
ina.
Havnin á veðurlagsráðstevnu
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arbeiðsuppgávur
Í samstarvi við økisformannin í mið-
økinum fært tú dagligu leiðsluna av
arbeiðinum í Sandoynni, har í alt tveir
menn umframt formaðurin starvast.
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðs-
heitum um alt vanligt hald av lands-
vegunum, vetrarhald, størri ábøtur
og trygdartiltøk. Aðrar uppgávur
kunnu eisini vera, eitt nú arbeiði í
grótbrotinum í Krókafossi.
Arbeiðsøkið verður í Sandoynni, men
roknast má eisini við uppgávum
aðrastaðni í landinum.
Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at tú hevur stóra
koyrikortið og ert førur fyri at koyra
vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú
gravimaskinur og lessimaskinur.
Tað er eisini ein treyt, at tú ert førur
fyri at seta teg inn í og at arbeiða við
nýggjari tøkni. Tú skalt hava miðal-
góðan telduførleika og grund-
leggjandi kunnleika um tekstviðgerð
og rokniark.
Tú ert ein góður leiðari og dugir væl
at leiða og samskipa dagliga
arbeiðið.
Harafturat vænta vit, at tú dugir væl
at samskifta, bæði munnliga og
skrivliga. Tú dugir eisini væl at
samstarva og ert arbeiðssamur,
dugnaligur og væl skipaður. Tú
arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi
og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið
gevur eitt jaligt íkast til arbeiðs-
plássið.
Tann, ið verður settur í starvið, skal
vera sinnaður at luttaka í førleika-
menning, herundir formansútbúgving
í leiðslu, ið Landsverk skipar fyri
komandi ár.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru
sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við avritum av prógvum, CV
og øðrum viðkomandi skjølum verður
at senda til lv@lv.fo ella til:
Landsverk,
Postsmoga 78,
FO-110 Tórshavn,
og skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 17. desember 2009 kl. 08.00.
Merk umsóknina „Formaður til
Sandoynna.“ Vinarliga viðmerk eisini
í umsóknini, hvar tú hevur sæð
starvslýsingina.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Finnleif
Durhuus, rakstrarleiðara, á tel. 540
800 ella á finnleif@lv.fo.
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Formaður til vegadeildina á Landsverki
Landsverk søkir eftir formanni til at fyriskipa og samskipa dagliga
arbeiðið í Sandoynni.
Umboðini hjá Tórshavn
ar kommunu á veður
lagsráðstevnum í Keyp
mannahavn hesa vikuna.
Frá vinstru Ingibjørg Berg,
kommunustjóri, Heðin
Mortensen, borgarstjóri,
og Jákup Egholm Hansen,
tekniskur stjóri