mánadagur 14. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 239 - 14. desember 2009
Hóast formaðurin í
flogskiparafelagnum
vegna felagið á Rás2
fríggjadagin segði,
at tað er ivi um, at
vøllurin liggur best í
Vágum. So vísir tað
seg, at tað ikki var eitt
samt felag, sum sendi
brævið til miðlarnar.
– Ongin fundur varð
hildin í felagnum
um hetta, sigur Kári
Petersen, limur í
felagnum føroyskir
flogskiparar, sum er
púra ósamdur við
formanninum
Flogvøllur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fríggjadagin
datt
ein
bumba. Felagið hjá føroysk
um
flogskiparum
sendi
bræv, har stórt spurnartekin
varð sett við, um tað loysir
seg at útbyggja flogvøllin í
Vágum alt ov nógv, so ong
in møguleiki er fyri nøkrum
øðrum.
Fyrsta viðgerð av málin
um at útbyggja flogvøllin í
Vágum verður í tinginum í
morgin.
Landsstýrismaðurin við
vinnumálum, Johan Dahl,
vildi fríggjadagin ikki hoyra
um hetta bræv og vísti á, at
hóast
flogskiparafelagið
sendi bræv út, so merkir tað
ikki, at allir limirnir eru
samdir í tí.
Landsstýrismaðurin stað
festi somuleiðis, at tað kann
vera líkamikið, hvat flog
skiparafelagið sigur, tí tað
eru ikki flogskiparanir, sum
skulu
byggja
flogvallir,
hóast teir kunnu hava sína
meining.
– Uppgávan hjá pilotun
um er at flúgva ferðafólk
aftur og fram, trygt og gott,
segði Johan Dahl við Rás2.
Og tað er greitt, at flog
skiparar
eru
ósamdir,
hvussu nógv skal gerast í
verandi løtu í Vágum. Allir
vilja hava meira asfalt, men
teir eru ikki samdir, hvussu
nógv skal leggjast.
Formaðurin heldur uppá,
at hann hevur tríggjar fjórð
ingar
av
flogskiparunum
aftanfyri seg í brævinum,
sum leggur upp til, at ikki ov
nógv skal gerast, og greiðir
frá, at hann var greiðir yvir,
at ikki allir fóru at vera
samdir.
Hann
viðgongur
somuleiðis, at brævið ikki
hevur verið viðgjørt á nøkr
um fundi í felagnum.
– Formaðurin má kunna
úttala seg vegna felagið,
uttan at halda limafund áðr
enn, sigur Rúni Højgaard.
Men hetta heldur Kári í
Haraldsstovu Petersen, flog
skipari, sum eisini er limur
í felagnum, lítið um.
– Teir hava ikki spurt
nakran eftir. Ongin fundur
hevur í felagnum, og vit eru
nakrir, sum halda tað vera
øgiliga keðiligt, at felagið
skal fara út soleiðis, tí tað
kann hava við sær, at ongin
útbygging veðrur gjørd, sig
ur flogskiparin.
Kanningar ímóti gerð
Formaðurin í flogskipara
felagnum, er sannførdur
um, at fleiri kanningar
mugu gerast, áðrenn flog
vøllurin skal bindast í Vág
um, sum hann eftir hansara
tykki verður, um vøllurin
verið útbygdur til 1799
metrar umframt, at stórur
terminalur verður gjørdur.
Hetta varð tað, sum var
lagt upp til í brævinum, sum
Rúni Højgaard, sum býr í
Hoyvík hevur skrivað undir
vegna flogskiparafelagið.
Fleiri flogskiparar eru tó
ósamdir í hesum. Kári í
Haraldsstovu Petersen, sum
býr í Sørvági, er sannførdur
um, at ein útbygging má
gerast nú, og at ein ætlan
við Glyvursnesi aldrin kann
bera seg.
– Eg trúgvi ikki, at mann
kann koma undir tríggjar
milliardir krónur, um ein
flogvøllur skal byggjast
aðrastaðni, og tað kemur at
síggjast á flogferðaseðlun
um, metir Kári Petersen.
Vilja illa tosa
Sosialurin hevur verið í
samband við fleiri aðrar
limir í flogskiparafelagnum,
og teir eru ymiskir á máli.
– Eg visti ikki um brævið,
men eg standi aftanfyri
felagið, sigur ein.
Ein annar greiðir frá, at
hann er samdur við nógvum
av argumentunum, men
heldur tað vera óheppið, at
málið ikki er viðgjørt á
fundi í felagnum, meðan
ein triði heldur, at Magni
Arge skal úttala seg í
tílíkum málum.
Men eitt eru flogskipar
arnir samdir um.
Hetta skal ikki vera
nakað, ferðafólkini skulu
merkja, tí flogskipararnir
mugu vera so mikið pro
fessionellir, at tað ikki
ávirkar flúgvingina.
Flogskiparar keglast um flogvøll
Hóast flogskiparar eru púra ósamdir um, hvussu farast skal fram við flogvølli í Føroyum, so er ósemjan ikki størri enn so, at tað ikki skal merkja ferðafólkini
Savnsmynd
Dyrka meiri opium
Nýggj tøl hjá ST vísa, at bøndur í Burma dyrka nógv meiri
opium nú enn fyrr, og at framleiðslan er vaksin næstan 50
prosent síðani 2006. Í ár verða 31.000 hektarar av
landbúnaðarjørðini brúktir til at dyrka opium á, og tað er
11 prosent størri vídd enn í fjør, sigur ST. Sagt verður, at
tað eru uppreistrarfelagsskapir í landnyrðingspartinum av
landinum, sum standa fyri opiumsdyrkingini, og ST ivast
ikki í, at pengarnir fyri rúsevnið verða brúktir til at keypa
vápn fyri. Í summar vóru harðir bardagar millum
burmesiska herin og uppreistrarmenninar.
Grannin bjargar Dubai
Dubai fer ikki á húsagang kortini. Í síðstu løtu hevur
grannalandið Abu Dhabi givið landinum tilsøgn um ein
gávupakka viðå 10 milliardum amerikonskum dollarum.
Tað almenna byggifelagið Nakheel fær 4,1 milliardir
dollarar úr pakkanum og kann sostatt rinda eitt lán, sum
fellur til gjaldingar í dag. Hin parturin av pakkanum skal
brúkast til at rinda aðra skuld og til at fíggja arbeiðið við
Dubai World teir næstu mánaðirnar. Bloomberg News
skrivar, at hóast pakkin tryggjar myndugleikunum í Dubai
gjaldføri, kunnu bankar og onnur, sum eiga pengar til
góðar har, ikki kenna seg trygg.
Upp-
skotið
frá Vinnu-
mála-
ráðnum
§ 1: Í løgtingslóg nr. 40
frá 21. mai 2008 um at
leggja
virksemið
hjá
Vága Floghavn í P/f
Vága Floghavn verður §
1, stk. 2, 1. pkt. orðað
soleiðis: “Heimilað verð
ur landsstýrismanninum
at hækka partapeningin í
felagnum við tilsamans
upp til 365 mió. kr. við tí
endamáli at leingja flog
vøllin til 1799 metrar,
útbyggja terminalin og
gera aðrar útbyggingar.”
§ 2: Henda løgtingslóg
kemur í gildi dagin eftir,
at hon er kunngjørd.
Hetta uppskot til løg
tingslóg um broyting í
løgtingslóg varð lagt fyri
Føroya Løgting fríggja
dagin og fer til fyrstu
viðgerð í tinginum í
morgin.
Í sjálvum uppskotinum
verður lagt upp til, at flog
vøllurin verður útbygdur
til 1799 metrar, sum verð
ur mett at kosta umleið
286
milliónir
krónur,
umframt at terminalur og
annað skulu byggjast fyri
126
milliónir
krónur.
Hetta gevur tilsamans
412 milliónir krónur. 365
av hesum koma úr ílegg
ingargrunninum fyri Før
oyar, sum danir hava rind
að markaðan pening til
flogvøll í Vágum inn í.
-eij