Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 239 - 14. desember 2009 Ongin tykist vita, hví Listasavn Føroya bert hevur keypt heilt fá verk frá listafólkum í Heystframsýningar­ bólkinum seinnu árini. ­ Eitt slíkt hol í føroysku listasøguni kann fáa álvarsligar avleiðingar, sigur forkvinnan í bólkin­ um. Leiðarin á Lista­ savninum noktar at úttala seg til Sosialin List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »Eg eri ikki interesseraður í at tosa við tykkum« Tað var svarið, vit fingu frá Helga Fossadal, leiðara á Listasavni Føroya, tá vit fríggjadagin royndu at fáa greiðu á, hví bert 10 av teimum 122 listaverkunum, sum Listasavnið keypti inn frá 2005 til 2008, eru frá listafólkum, sum vóru limir í Heystframsýningarbólkinum hetta tíðarskeiðið. Hetta hóast bólkurin hesi árini taldi tey flestu av virknastu før­ oysku yrkislistafólkunum. Tølini stava frá ársfrá­ greiðingunum hjá Listasavni Føroya hetta tíðarskeiðið, har tað til dømis eisini sæst, at onki verk varð keypt frá hesum listafólkunum í fjør, tá Listasavnið annars keypti 53 verk frá øðrum lista­ fólkum. Vandi fyri skeivari mynd Ein av teimum, sum undrar seg stórliga yvir innkeyps­ politikkin hjá Listasavni Føroya, er Hansina Iversen, forkvinna í Heystframsýnin garbólkinum. Hon vísir á, at havandi í huga, at ein tann fremsta uppgávan hjá Listasavninum er at endur­ spegla og fortelja føroysku myndlistasøguna, kunnu fáu keypini frá einum stórum bólki av listafólkum fáa sera álvarsligar avleið­ ingar. Serliga tí føroyska myndlistaumhvørvið er lítið frammanundan. ­ Úrslitið er longu nú, at eitt stórt hol er í samlingini av føroyskari samtíðarlist hjá Listasavninum. Um hetta holið ikki verður bøtt skjótast, endar tað við, at vit fáa eina fullkomiliga skeiva og misvísandi mynd av føroyskari myndlista­ søgu, ávarar hon. Fyri at fáa greiðu á, hví so fá verk hjá Heystframsý ningarbólkinum eru at síggja á keypslistanum hjá Listasavninum, vildu vit fegin spurt leiðaran á Lista­ savninum, Helga Fossadal, hvørjar treytir og listarlig kriteriu hava gjørt seg galdandi í sambandi við listakeypini hetta tíðar­ skeiðið. Vit vildu eisini fegin hoyrt hansara við­ merking til vandan fyri, at eftirtíðin fær eina mis­ vísandi mynd av føroyskari myndlistasøgu. Men Helgi Fossadal er »ikki interesseraður í« at tosa við Sosialin, sum hann málbar seg í telefonini. Heldur ikki formaðurin í stýrinum fyri Føroya Lista­ savn, Martin Næs, kann varpa ljós á spurningin um, hví Heystframsýningarbólk urin er so lítið umboðaður millum keypini hjá Lista­ savninum. ­ Tað veit eg ikki, sigur Martin Næs og vísir til leiðaran Helga Fossadal. Má fáast í rættlag Júst hvar ábyrgdin fyri virk­ semið á Listasavni Føroya liggur er heldur ógreitt, tí stovnurin bæði er sjálvs­ ognarstovur, samstundis sum Mentamálaráðið játtar Listasavninum út við 2,5 almennar milliónir um árið. Hartil er tað Mentamála­ ráðið, sum velur formannin fyri stýrið á savninum. Tí vendu vit okkum til mentamálaráðhar ran, Helenu Dam á Neystabø, við spurninginum um, hví bara 10 av 122 lista­ verkum, sum Listasavnið keypti árini 2005­2008 eru frá listafólkum í Heystfram sýningarbólkinum. ­ Hasum veit eg ikki av. Hatta ljóðar ikki gott, tí tað má sjálvandi ikki ganga út yvir nakað listafólk, at summi í umhvørvinum hava ilt við at semjast, sigur Helena Dam á Neystabø og sipar til, at síðani 2005 hava flestu av limunum í Heystfr amsýningarbólkinum nokt­ að at sýna fram á Lista­ savninum, tí tey kunnu ikki góðtaka, at leiðarin á savni­ num ikki hevur listafakliga útbúgving . Sum kunnugt verður í løtuni arbeitt við at skipa Listasavn Føroya undir einum Tjóðsavni. Í upprit­ inum fyri Tjóðsavnið skriv­ ar Mentamálaráðið millum annað, at »Tað grundleggj­ andi í savnsshugsjónini er at fyriskipa langtíðarminni samfelagsins«. Spurd um vandi ikki er fyri, at listarligu keypini á Listasavninum fara at skapa eitt hol í okkara myndlist­ araliga minni, sigur menta­ málaráðharrin ­ Skeivleikar í listarligu umboðani eiga í øllum førum ikki at koma fyri. Um tað er hent, má tað fáast í rættlag, so hatta má eg kanna nærri. Um listaliga umboðanin á Listasavninum er broytt síðani 2008 vita vit ikki, tí tað hevur ikki borið til, at fáa leiðsluna á savninum at vísa okkum keypslistan fyri 2009, sum hann sær út higartil. Vandi fyri holi í listasøguni Fólk í listaumhvørvinum undra seg yvir innkeypspolitikkin hjá Listasavni Føroya Misnøgd við kanning Avvarandi hjá teimum, sum doyðu, tá eitt flogfar hjá Air France datt niður á veg úr París til Brasil fyri næstan ein­ um hálvum ári síðani, eru ikki nøgd við kanningina, sum skal staðfesta orsøkina til vanlukkuna. Ein talsmaður fyri tey avvarandi hevur júst havt fund við fronsku skaða­ nevndina, og hann sigur, at nevndin hevur einki framstig gjørt síðani í juni. Tey avvarandi hava illgruna um, at skaðanevndin veit meiri, enn hon vil siga, og tey vilja eisini vera við, at teir fronsku myndugleikarnir royna at verja Air France. Eitt ávegisúslit av vanlukkukanningini kemur ætlandi seinni í hesari vikuni. Umval í Kili Forsetavalið í Kili í gjár gav einki endaligt úrslit, tí einki av valevnunum fekk tey kravdu 50 prosentini. Sambært valnevndini fekk tann konservativi ríkmaðurin Sebastian Pinera 45 prosent av atkvøðunum, og fyrrverandi for­ setin Eduardo Frei fekk 32 prosent, og teir báðir skulu so kappast í seinna valumfari, sum verður tann 17. jan­ uar. Vinnur Sebastian Pinera valið tá, verður hann tann fyrsti borgarligi forsetin í Kili síðani einaræðistíðina. Verandi kilski forsetin, Michelle Bachelet, er sera væl umtókt, men kann ikki stilla uppaftur, tí eftir lógini kann forsetin bara sita eitt valskeið.