Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 239 - 14. desember 2009 Tað kemur ikki upp á tal at útbyggja flogvøllin í Vágum so nógv, sum landstýrismaðurin í vinnumálum ætlar, staðfestir Bjarni Djurholm, talsmaður hjá Fólkaflokkinum Flogvøllurin Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo - Johan Dahl er farin ov langt í sínum ætlanum at byggja flogvøllin í Vágum út. Tað staðfestir Bjarni Djurholm, talsmaður hjá Fólkaflokkinum í flogvallarmálinum. Hann staðfestir enntá, at tað kemur ikki upp á tal at útbyggja flogvøllin í Vágum so nógv, sum landsstýris- maðurin í Vinnumálum hevur skotið upp. Johan Dahl hevur skotið upp at leingja flogvøllin í Vágum upp í 1799 metrar og at byggja farstøðina út fyri tilsamans 412 milliónir. Men tað eru bara 365 milliónir úr íleggingar- grunninum fyri Føroyar tøkar til endamálið og sostatt verður neyðugt at fara í landskassan eftir 47 milliónum til útbyggingina. - Tað kemur ikki upp á tal, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at útbygg- ingina skal í minsta lagi haldast innanfyri tær 365 milliónirnar, sum eru til taks í íleggingargrunninum. Útbyggingin avmarkast Men annars er talsmaðurin hjá Fólkaflokkinum alt annað enn fegin um ætlan- ina at leingja vøllin út á 1799 metrar. - Tað er ikki tað, sum hevur ligið í kortunum, sig- ur hann, sum var landsstýris- maður í vinnumálum, tá ið ætlanin at byggja vøllin í Vágum út, varð sett á skinnarar. - Tað, sum vit arbeiddu við, var at gera eina avmark- aða útbygging í Vágum, sum skuldi vera fyribils, til ein endalig loysn verður funnin á flogvallarmálinum. Men Bjarni Djurholm sigur, at uppskotið, sum Johan Dahl nú hevur lagt fyri Løgtingið, er í andsøgn við tann arbeiðssetningin. - Tað, sum endamálið hevur verið, er at byggja vøllin í Vágum út á 1600 metrar, tí vit hava brúk fyri longri vølli, samstundis sum farstøðin skuldi dag- førast eitt sindur. - Men fylgja vit uppskot- inum frá Johan Dahl um at leingja vøllin upp á 1799 metrar, samstundis sum far- støðin skal útbyggjast mun- andi, kann tað leggja ætlan- in at gera ein langan flogvøll á ís. Best á Glyvursnesi Bjarni Djurholm sigur, at kanningar, sum eru gjørdar, vísa, at Glyvursnes er besta staðið at gera ein ordiliga langan vøll. Hann sigur, at hetta er ikki ein lokalpolitisk út- søgn. Hetta er ein fakligur veruleiki, sigur hann. Á Glyvursnesi ber til at gera ein vøll upp á 1800 metrar. Tað ber eisini til at gera ein vøll upp á 2200 metrar. Men tað verður mælt frá, tí at tað krevur so nógvar spronging, at skal ikki serliga stór játtan til afturat at gera vøllin 2700 metrar langan. Ein vøllur upp á 2700 metrar á Glyvursnesi kostar 1,7 milliard. - Vit hava brúk fyri einum longum vølli, tí vøllurin, sum er, er ein fløskuhálsur, sum okkara nútímans sam- felag líður undir. - Tvey øki eru kannað. Í Søltuvík ber ikki til at gera ein langan vøll. Tað er bara á Glyvursnesi, at tað ber til at brúka tey nýggju inn- flúgvingartólini, sum gera, at flogfør kunnu seta seg í næstan ongum sýni yvir- høvur. - Tað er eisini alt, sum bendir á, at vindviðurskiftini eru rættiliga góð, men tað fáa vit endaliga staðfest í vár, tá ið kanningarnar verða lidnar, sigur Bjarni Djurholm. Hann heldur sostatt, at Johan Dahl er farin longri enn skilagott er. Tí mælir talsmaðurin hjá Fólkaflokkinum til at gera tað minstu útbyggingina í Vágum upp á 1600 metrar í Vágum, men at lands- stýrinum verður álagt at koma aftur til Løgtingið um eina endaliga loysn. Flogvøllurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Um nakrar fáar mánaðir fáa vit úrslitið av eini vind- kanning, sum vísir okkum, hvar tað liggur væl fyri at gera flogvøll í Føroyum. - Og henni eiga vit at bíða eftir! John Johannessen, polit- iskur formaður í Javnaða- flokkinum setir stórt spurn- artekin við, um tað er rætt at byggja flogvøllin í Vágum so nógv út, sum Johan Dahl hevur bygt út. - Vit eiga ikki at gera tað heilt stóru útbyggingina í Vágum fyrrenn vit vita við vissu, at tað er har, okkara framtíðar flogvøllur skal vera, hevur hann áður sagt fyri Sosialinum og tað ta útsøgnina stendur hann framvegis við. Í øllum førum vil hann hava, at útbyggingin ikki kostar tær 412 milliónirnar, sum Johan Dahl skjýtur upp, men at hon verður hildin innanfyri tær 365 millión- irnar, sum eru til taks úr íleggingargrunninum. - Men byggja vit flog- vøllin í Vágum út til fulnar, kunnu vit gloyma alt um ein annan vøll tey næstu 40 árini, hóast kanningin skuldi komið til tað úrslit, at okkurt annað stað í Føroyum er betri hóskandi at gera flogvøll á. Kanningin, hann sipar til, er vindkanningar, har úrslitið eftir ætlan verður klárt í vár. Tí ivast hann stórliga í ætlanini hjá landsstýris- manninum í vinnumálum. Hann setir nú sítt álit á, at vinnunevndin, sum fær málið til viðgerar, gevur sær góðar stundir at venda hvørjum steini í málinum. - Vit mugu tryggja okkum, at málið fær so nágreiniliga viðger sum gjørligt har at allir upplýsingar verða fingnir til vega, so at málið ikki verður skrumblað ígjøgnum og druknar í fíggjarlógar- viðgerðini og øðrum, nú uppundir ársenda. Bjarni Djurholm sigur, at Johan Dahl er farin longri í flogvallarmálinum enn skilagott er og hann mælir til at skerja útbyggingarætlanina Mugu ikki binda okkum føst í Vágum - Tað er ein stórur spurningur um tað er rætt at byggja vøllin í Vágum so nógv út, sum Johan Dahl ætlar, sigur John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum Johan Dahl farin ov langt Forboð ørkymlar ES Svenski ES-formansskapurin er misnøgdur við avgerðina hjá turkiska grundlógardómstólinum at banna tí størsta kurdiska flokkinum DTP at virka. Í einari fráboðan sigur svenska stjórnin, at ES tekur frástøðu frá øllum harðskapi og yvirgangi, men at øll lond eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey seta politiskum flokkum forboð fyri at virka. Turkiski grundlógardómstólurin segði í sínari grundgeving, at DTP hevði samstarvað við kurdiska arbeiðaraflokkin PKK, sum stendur á yvirgangslistanum hjá ES. Sló Berlusconi Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, varð í skundi fluttur á sjúkrahús í gjárkvøldið, eftir at ein ungur maður hevði sligið hann í andlitið. Berlusconi hevði júst hildið røðu fyri umleið 1.000 áhoyrarum í Milano, tá ein ungur maður trokaði seg fram at honum og sló hann í andlitið við einum ella øðrum. Nakrir trygdarmenn fingu tann bløðandi forsætisráðharran inn í ein bil, meðan nakrir aðrir handtóku álopsmannin. Silvio Berlusconi hevur verið fyri sera hvøssum atfinningum í seinastuni. Millum annað er hann lagdur undir at samstarva við mafiuna.