mánadagur 14. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 239 - 14. desember 2009
Andstøðan hevði vunnið
Høvdu sviar havt val til Ríkisdagin í dag, hevði anstøðan
vunnið valið. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum
Sifo hevur gjørt. Eftir kanningini høvdu Sosialdemokrat
arnir, Vinstriflokkurin og Umhvørvisflokkurin fingið 50,2
prosent av atkvøðunum. Tann borgarliga stjórnarsamgong
an hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra hevði fingið
40,8 prosent. Kanningin vísir, at Sosialdemokratarnir
høvdu fingið ta størstu framgongina og stjórnarflokkurin
Moderaterne ta størstu afturgongdina, um val var nú.
Nógv verri enn hildið
Ein frágreiðing, sum fyrrverandi amerikanski vara
forsetin Al Gore og norski uttanríkisráðharrin, Jonas
Gahr Støre, løgdu fram í Keypmannahavn í dag, kem
ur til ta niðurstøðu, at ísurin við pólarnar og í Grøn
landi minkar nógv skjótari enn higartil hildið. Ein
avleiðing av tí verður, at heimshøvini fara at fløða
hálvan annan metur ta næstu øldina, siga teir. Tað fer
at hava við sær, at fleiri milliónir fólk missa hús og
heim. Harafturat fara fleiri lond í Afrika at hava
trupulleikar við at útvega fólki drekkivatn.
Kristian Martin
Rasmussen, reiðari,
letur hampiliga væl
at gongdini, síðan
Norðborg fór til
fiskiskap 6. juni í
ár. – Tað kundi havt
gingið betri, men
tað kundi eisini havt
gingið munandi verri.
Vit eru nøgdir við
gongdina higartil,
sigur reiðarin, sum
eisini veit at siga, at
framleiðsluorkan
umborð á Norðborg
nú skal økjast við
tveimum flakamaskin
um aftrat, umframt
fleiri skrædlarum og
vacumsúgvarum
Norðborg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Flaggskipið og verksmiðju
trolarin hjá klaksvíkingum
Norðborg,
sum
herfyri
legði umleið 3.000 tons av
sild og sildaúrdráttum upp í
Klaksvík, roynir í løtuni
eftir svartkjafti á Munka
grunninum. Teir hava roynt
í einar 45 dagar og hava
fingið umleið 800 tons í
lastina. Ein partur av veiðini
er heilfryst, nakað er skrá
skorið, og síðan er ein
partur farin til mjøl.
Kristian Martin Rasmus
sen, reiðari, letur væl at
fiskiskapinum, síðan teir
komu á leiðirnar á Munka
grunninum.
Á seinasta sildatúri var
Bogi Rasmussen skipari,
og hendan túrin er bróðirin
Jón Rasmussen á brúnni.
Sjálvur
hevur
Kristian
Martin Rasmussen ikki verið
umborð, síðan skipið fór á
fyrsta túr hin 6. juni í ár – ella
beint eftir hvítusunnu.
Ein fínur túrur
Á seinasta túri royndi
skipið uppi við Lofoten í
Noregi. Norðborg var úr
Føroyum í einar 17 dagar,
harav teir fiskaðu og fram
leiddu í einar 1011 dagar.
Veiðivirðið á túrinum var
millum 14 og 15 miljónir
krónur, so hetta var ein fín
ur túrur, sum Kristian
Martin tekur til.
Hann vísir á, at skal árið
roynast, er neyðugt við
slíkum góðum túrum sum
hesum inn ímillum.
Norðborg er nú á sínum
níggjunda túri, síðan skipið
fór til fiskiskap. Sjálvandi
kundi tað havt gingið betri,
enn tað hevur gjørt, men
tað kundi eisini havt gingið
nógv verri. Vit eru nøgdir
við gongdina og halda, at
hetta sær rímiliga gott út,
sigur
Kristian
Martin
Rasmussen.
Hóast Norðborg er eitt
framleiðsluskip, er ikki so
ógvuliga lítið, sum kortini
fellir
til
ídanðarvirkið
Havsbrún í Fuglafirði, ið
vantar rávøru.
Kristian Martin sigur, at á
seinasta túri landaði Norð
borg tilsamans 400 tons av
mjøli til Havsbrún umframt
1150 tons av sildaúrdráttum.
Hann vísir á, at úrtøkan í
framleiðsluni til mjøl liggur
um eini 1820%, og tað
merkir, at tú skal hava
umleið 5 ferðir so nógva
rávøru, sum tú fært í mjøli.
Taka vit veiðina hjá
Norðborg í síni heild, síðan
skipið fór í vinnu og um
rokna mjølið til ráfisk, snýr
samlaða landaða nøgdin til
Havsbrún seg um eini
13.000 tons tilsamans. Tá
eru eisini aðrir fiskaúrdráttir,
sum skipið hevur landað til
virkið, tiknir við í upp
gerðina, leggur hann aftrat.
Ymiskir trupulleikar
Kristian Martin Rasmussen
vísir á, at síðan Norðborg
fór í vinnu, hava teir havt
ymiskar trupulleikar at drag
ast við, men hesir hava tó
ikki verið størri enn tað, at
skipið
hevur
mist
lítla
fiskitíð.
Í tí stóra hava trupul
leikarnir ikki verið størri
enn tað, at vit hava kunnað
loyst teir so hvørt.
Reiðarin sigur, at sjálvt
skipið hevur riggað væl,
men okkurt smávegis hevur
verið við høvuðsmotorinum,
tó ikki so galið, at teir hava
verið noyddir at bróta túr av.
Hinvegin hava spølini tarn
að skipinum nakrar dagar, tá
teir høvdu spæltrupulleikar.
Vit hava eisini havt
ymiskar
trupulleikar
á
verksmiðjuni, men teir, ið
eftir eru, skulu loysast, nú
jólahøgtíðin
stundar
til,
sigur reiðarin.
Framleiðsluorkan
umborð á Norðborg
skal økjast enn meiri
Kristian Martin
Rasmussen sigur,
at síðan Norðborg
fór í vinnu, hava
teir havt ymiskar
trupulleikar at
dragast við, men
hesir hava tó ikki
verið størri enn tað,
at skipið hevur mist
lítla fiskitíð
Mynd: Dávur Winther