mánadagur 14. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 239 - 14. desember 2009
Castro kemur ikki
Nógvir ríkis- og stjórnarleiðarar koma til Keypmannahavn-
ar seinni í vikuni á veðurlagsráðstevnu, men kubanski for-
setin, Raul Castro, kemur ikki, og hann fer heldur ikki at
senda nakran fyri seg. Orsøkin er, at sambært kubanska
forsetanum er ráðstevnan í Keypmannahavn eitt stórt mis-
tak, og hann hevur mælt sínum vinstrasinnaðu starvsbrøðr-
um í Latínamerika til at finna egnar loysnir at loysa trupul-
leikarnar við veðurlagnum við. Áheitanin frá Raul Castro
kom á einum fundi í Havana í gjár, har níggju lond í Latín-
amerika umrøddu handilssamatarv.
Krónan í søguna
Hevur Bo Overvard, búskaparfrøðingur hjá banka-
og tryggingarfelagnum Alm. Brand rætt, fer danska
krónan í søguna um knappliga tvey ár. Bo Overvard
væntar, at spurningurin um danska luttøku í evru-
samstarvinum kemur til fólkaatkvøðu næsta heyst.
Tá fara danir at siga ja, og eitt gott ár seinni fer
krónan so í søguna. Tað merkir, at evran kemur
ístaðin fyri krónuna nýggjársdag í 2012, sigur Bo
Overvad við DR. Hann ivast ikki í, at skifti frá
krónuni til evruna hevði verið gagnligt fyri tann
danska búskapin.
Kristian letur annars væl
at gongdini, síðan Norðborg
byrjaði fiskiskap, og hann
heldur, at raksturin við
verandi gongd fæst at hanga
saman.
- Eg tími ikki so væl at
tosa um tøl, men hetta sær
bara heilt hampiligt út,
leggur hann aftrat.
Tvær linjur aftrat
Kristian Martin Rasmussen
sigur, at skipið ætlandi
verður lagt í einar 2-3 vikur
um
jólahøgtíðina,
har
ætlanin er at rætta upp á
nøkur ting.
- Vit fara eisini at seta
tvær nýggjar flakamaskinur
í skipið, soleiðis at hesar í
staðin fyri at vera sjey, nú
verða níggju í tali.
Reiðarin sigur, at teir eiga
maskinurnar,
sum
teir
keyptu frá P/F Nærabergi.
- Vit keyptu tvær góðar
linjur frá felagnum, og tað
eru hesar, sum nú skulu
setast í skipið aftrat.
Hann vísir á, at allar
níggju linjurnar, sum verða í
skipinum, tá tað loysir aftur
tíðliga í komandi ári, fara at
hava vacum-súgving.
- Í dag hava bert tríggjar
av
maskinunum
henda
møguleika, men tá loyst
verður aftur, skulu allar
níggju maskinurnar súgva
magan úr fiskinum. Hesar
maskinurnar skulu brúkast,
tá skipið er á svartkjaftaveiði,
og svartkjafturin verður
avhøvdaður ella skráskorin.
Kristian Martin vísir á, at
skrædlarar eru til tríggjar
av teimum sjey maskin-
unum, men tá loyst verður
aftur, verður skrædlari til
allar maskinurnar.
- Hetta er tað, sum í
høvuðsheitum skal gerast,
og endamálið við broyt-
ingunum er at økja um
framleiðsluorkuna.
Kristian Martin sigur, at
vacum-súgvingin og skrædl-
arar, sum skulu setast í
skipið, koma heim til Før-
oya til jólar, og síðan fara
tríggjar smiður í Klaksvík at
gera arbeiði fyri felagið.
Genta umborð
Manningin
umborð
á
Norðborg liggur millum 27
og 30 mans á hvørjum túri.
Øll manningin er mann-
fólk undantikið ein 18 ára
gomul genta, Elspa, sum er
abbadóttir Kristian Martin
og dóttir Jón Rasmussen,
skipara.
- Hetta er triði túrurin hjá
henni. Hinar báðar fyrru var
hon á verksmiðjuni, men
hendan túrin er hon 2. kokkur
umborð,
sigur
reiðarin,
Kristian Martin Rasmussen.
Flaggskipið hjá klaksvíkingum Norðborg landar í
Ánunum. Veiðivirðið á hesum sildatúri liggur millum
14 og 15 miljónir krónur. – Hetta var ein fínur túrur,
sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen
Mynd: Dávur Winther