mánadagur 14. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 14. desember 2009
15
Ongin kravdi ella ynskti at
fáa fleiri stavir upp í ver
andi stavrað, fyrr enn ein
løgtingsmaður gjørdi stav
raðið til ein trupulleika.
Hann endaði í parti við
Málfelagnum, ið hevur
sum mál at steðga nýmenn
ingini av føroyskum. Stav
raðið riggar væl, sum tað
er, og nýmenningin eigur
at halda fram. Men til ber
at finna eina semingsleið,
ið bæði verjir verandi stav
setingarreglur og virðir
fría viljan hjá fólki
R
egin Eikhólm skrivaði
leygardagin eina hjarta
nemandi sigurstalu í Sosialinum
um, at tann sonevnda national
istiska puristiska málstevnan, ið
sambært honum hevur verið
galdandi 113 ár, stendur fyri
falli. Hetta grundar hann á eitt
óumhugsað upplop í løgtingin
um um at proppa nakrar latínsk
ar stavir í føroyska stavraðið.
Tað rørdi hjartastreingir at lesa
hesa viðmerking, tí sjálvur
nevndi eg í kronikk herfyri, at
Regin og hansara menn í eini
20 ár hava verið tíðarvilstir í
teirra stríði ímóti málsligu
purismuni, ið ikki longur er. At
teir orsakað av hesi áminning
nú halda seg hava vunnið á
purismuni og eru komnir yvir
skelkin um, at Jóannes bóndi
hevur verið til, er gleðiligt, tí
tað vísir, at til ber at flyta
tilkomnar menn og teirra
tíðarvilstu fatanir.
E
g havi í sambandi við stav
raðið skrivað, at stavirnir
x, q, w, c og z, sum Sjúrður
Skaale ætlaði at fáa løgtingið at
seta í stavraðið, skulu ikki
setast í stavraðið. Tað haldi eg
framvegis. Teir eiga ikki at fáa
innivist í stavraðnum, tí sum
frálíður kann tað fara at brongla
føroyska stavseting illa, og vit
fara at gevast at tillaga fremm
andaorð til verandi stavseting.
Sjúrður Skaale segði herfyri, at
tað er nakað fjas, at hetta fer at
henda, og so hevur hann ikki
meira at siga um tað. Ongin
reflektering um spurningin.
Bara fjas. Tað er tað kanska fyri
hann, og sjálvur kundi eg ikki
funnið uppá at latið vera við at
lagað fremmandaorð til føroy
ska stavseting. Men hvat gera
ungfólk um 1520 ár, tá tey alla
sína livitíð hava havt stavraðið
hjá Sjúrði fyri eygunum? Skriva
citat, contra, katolicisma,
koncept og íslandificering, eins
og Rolf Guttesen og Regin
Eikhólm longu nú gera!
S
júrður Skaale hevur harmast
um, at hann er hartaður fyri
at vera endaður í bási við
Málfelagnum. Men tað er ikki
so løgið. Málstríðið í Føroyum
seinastu 150 árini hevur snúð
seg um at endurreisa og ný
skapa málið. Høvuðsendamálið
hjá Málfelagnum er, at nýmenn
ingin av føroyskum skal steðga,
og at føroyskt skal danifiserast
mest møguligt. Hugsi viðhvørt
um, hvat drívur menninar í
Málfelagnum, og komi hvørja
ferð í tankar um skemtirøðina
“Fínt skal tað vera” og ta snobb
utu Hyacinth, sum ikki fær seg
at siga Mrs. Bucket við enskari
úttalu, men má brúka franska
úttalu. Føroyskt er ikki nóg fínt
fyri Málfelagið, og tí er eitt og
hvørt høvi hjá felagnum at
søkja at málsligu nýmenningini
kærkomið. Eitt gylt høvi til tess
hevur Sjúrður Skaale so givið
felagnum.
R
olf Guttesen nevndi í
kronikk í farnu viku ymiskt,
sum eg skal hava sagt í útvarpi
num, men hann endurgevur so
skeivt, at eg tími ikki í allar
smálutir at svara honum.
Sendingin “Eygsjón” finst á
heimasíðuni hjá Kringvarpinum,
og Rolf kann har hoyra aftur og
aftur, hvat eg segði um at taka
fremmandar stavir upp í stavrað
ið. Mítt poeng var, at seta vit
ferð á hesa gongd, kann hon
gerast óendalig, og so verður at
enda onki skil í nøkrum. Kanska
avbronglast stavsetingin ikki í
morgin og heldur ikki í ovur
morgin, men hvussu verður um
1520 ár? Tá vænti eg, at Mál
felagið hevur fingið tað, sum
felagið vil hava tað, og nýmenn
ingin av føroyskum er skeiklað
heilt. Tí skulu fremmandu
stavirnir ikki upp í stavraðið.
T
ó kunnu vit fyri tað finna
eina semingsleið. Stríðs
spurningurin um stavirnar eru
tríbýttur. Hann snýr seg um at
stava fólkanøvn, at stava staðar
nøvn og at stava vanlig fremm
andaorð. Navnaspurningurin er,
sum eg fleiri ferðir havi nevnt,
viðkvæmur og persónligur, og
tí er hann væl egnaður at skapa
rok við. Tað dugir Málfelagið
eisini væl. Spurningurin um
staðarnøvnini er ikki so við
kvæmur, men meira ein spurn
ingur um, hvussu langt tillag
ingin til føroyska stavseting
skal røkka í sambandi við
fremmandaorð. Spurningurin
um at stava vanlig fremmanda
orð samsvarandi verandi regl
um er nógv tann álvarsamasti,
tí steðgar tann gongdin, skeikl
ast alt skriftmálið. Hetta tykist
ikki at nerva málfelagsmenn
inar ella løgtingsmannin tað
allarminsta. Fjas, siga teir og
látast so at vera í ørindum fyri
tann fría viljan hjá onkrum,
sum skal vera illa kúgaður.
S
jálvur eri eg hart ímóti, at
nakar verður kúgaður yvir
høvur, eisini málsliga. Tí haldi
eg, at tað var at fara eitt stig ov
langt at trumfa ígjøgnum við
lóg, at fólk als ikki kundu eita
nøvn við t.d. c og z. Ein ávísan
søguligan og demokratiskan
rætt hava vit at kalla dreingir
Zacharias og Christian, tá vit í
øldir hava havt hesi nøvn í
føroyskum. Men kortini ivist eg
ikki í, at vit skulu hava eina
navnalóg og eina navnanevnd,
sum greitt viðmælir, at nøvn
verða skrivað sambært verandi
føroysku stavsetingarreglum.
Fólk skulu kunna velja millum
Kristian og Christian, og vit
skulu kunna velja millum
Zacharias og Sakaris. Verður
navnalógin so liðilig, skapar
hon ongan trupulleika. Fríi
viljin valdar, ongin verður
kúgaður, og spakuliga flyta vit
okkum tá ímóti føroyskari
stavseting.
Í
sambandi við staðarnøvnini
kann sama regla vera gald
andi, sum tá málfrøðingar og
onnur smíða nýggj føroysk orð
fyri fremmandaorð. Teldan
vann á computaranum, men
máltráðurin tapti fyri telefonini.
Vit høvdu frítt at velja, og vit
valdu. Tað sama kann galda í
sambandi við t.d. Kili og Chile.
Men ongin skal forða nøkrum í
at royna at smíða nýggj føroysk
heiti fyri útlendsk staðarnøvn,
tí tílíkt smíð er ein áhaldandi
roynd at nýmenna og ríka før
oyskt. Um fólk taka undir við
nýggju orðunum, vinna tey
hevd eins og Svøríki, Grikka
land, Keypmannahavn, Fíla
beinsstrondin og Ný Sæland.
Taka vit ikki undir við upp
skotunum, kunnu vit bara
skriva fremmanda formin við
latínskum stavum og haraftrat
bolle å. Framvegis valdar fríi
viljin, og ongin verður kúgaður.
H
vør er tá trupulleikin?
Hann er ikki til. Og hvat er
tá broytt samanborið við støð
una nú? So at siga onki. Í løtuni
eita vit jú bæði Christian og
Kristian, og vit skriva bæði Kili
og Chile. Vit liva í tí veruleika,
at føroyskt verður nýment,
samstundis sum vit sjálvandi
hava ein heim rundan um
okkum, ið er ein inngrógvin
partur av okkum. Eg pástandi
tí, at trupulleikin, sum Sjúrður
Skaale og aðrir hava blást upp
til at vera nakað stórt, í veru
leikanum ikki er til burtursæð
frá onkrum ov stívrendum
reglum um fólkanøvn. Liberali
sera so navnareglurnar eitt vet,
men lat stavraðið hava frið, so
føroysk stavseting ikki verður
fullkomiliga avbronglað. Upp
skotið um at seta latínsku stav
irnar í stavraðið er og verður
eitt grovt álop á verandi mál
norm og stavsetingarreglur, og
málnevndin eigur tí at sleppa tí
í skrellispannina. Punktum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Millum fastar reglur og frían vilja
Tíðargreinin
tíðargreinin
Uni Arge
Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur
avgjørt at leingja setanina hjá sitandi
leiðara á savninum. Henda avgerð er
tikin uttanum listfakliga umhvørvið við
tí ógreiðu grundgeving, at savnsøkið
kanska verður fyri bygnaðarbroytingum
í 2011. Sum kunnugt hevur sitandi
leiðari Listasavnsins onga listfakliga
útbúgving og hevur hetta stórar
avleiðingar fyri listarliga støðið í
tjóðarlistasavni okkara.
Seinastu fimm árini hevur í samtíðar
listini rátt undantaksstøða á Listasavni
Føroya. Vit kunnu ikki góðtaka at henda
støðan verður longd við einum ári, eins
og vit heldur ikki kunnu góðtaka
vantandi virðingina fyri listfakliga
grundarlagnum í okkara tjóðarlistasavni.
Vit vænta og krevja, at Mentamálaráðið
tekur sína ábyrgd fyri listini í álvara.
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, listakvinna
Andrias Andreassen, listamaður
Anker Mortensen, listamaður
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð,
rithøvundur
Bárður Jákupsson, listamaður
Brandur Patursson, listamaður
Carl Jóhan Jensen, rithøvundur
Fríða Matras Brekku, listakvinna
Fróði Sandoy, kórleiðari
Gunnar Hoydal, rithøvundur
Hanni Bjartalíð, listamaður
Hansina Iversen, listakvinna
Herluf Lützen, tónleikari
Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur
Jan Andersson, litografur
Kinna Poulsen, listaummælari
Marius Olsen, listamaður
Rannvá Kunoy, listakvinna
Ria Tórgarð, sjónleikari
Silja Strøm, listakvinna
Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur
Sunleif Rasmussen, tónaskald
Torbjørn Olsen, listamaður
Tóroddur Poulsen, rithøvundur og
listamaður
Tróndur Patursson, listamaður
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur
Zacharias Heinesen, listamaður
Opið bræv